Dómarabókin 6
6
Søga Gideons: Midianitar avoyða Ísrael
1Men Ísraelsmenn gjørdu tað, sum ilt var í eygum Harrans; tá gav Harrin teir upp í hendur Midianita í sjey ár. 2Og Midian fekk tílíkt vald á Ísrael, at Ísraelsmenn máttu hølast í holum og hellum uppi í fjøllum og homrum at krógva seg í fyri Midianitum. 3Hvørja ferð Ísraelsmenn høvdu sáað, fóru Midianitar, Ámalekitar og eysturbúgvar at herja á teir. 4Og teir settu upp herbúðir sínar ímóti teimum og oyddu gróður landsins alla leiðina alt at Gaza og lótu einki vera eftir til matna í Ísrael, hvørki seyð ella neyt ella asnar. 5Tí at teir komu hagar við fenað og tjøldum fjølmangir sum ongsprettur, hvørki fekst tal á teimum ella á kamelum teirra. Og teir hildu inn í landið til tess at oyða tað. 6Tá var Ísrael illa farin av Midians atvoldum; og Ísraelsmenn rópaðu til Harrans um hjálp. 7Men tá ið Ísraelsmenn rópaðu til Harrans um hjálp móti Midian, 8sendi hann teimum profet, ið segði við teir: «So sigur Harrin, Ísraels Guð: Eg førdi tykkum úr Egyptalandi og leiddi tykkum út úr trælahúsinum, 9og frelsti tykkum úr hondum Egypta og úr hondum alra teirra, ið trongdu tykkum; eg rak teir undan tykkum og gav tykkum land teirra. 10Og eg segði við tykkum: Eg eri Harrin, Guð tykkara, óttist ikki gudar Ámorita, í hvørja landi tit búgva! Men tit lýddu ikki rødd míni.»
Gideon kallaður
11Tá kom eingil Harrans og settist undir eikini í Ofra, ið Jóasj Ábiezriti átti; Gideon sonur hansara fekst tá við at treskja hveiti í vínkulluni fyri at bjarga tí undan Midianitum. 12Eingil Harrans birtist tá fyri honum og segði við hann: «Reysti kappi, Harrin er við tær!» 13Men Gideon segði við hann: «Á, harri mín! Er Harrin við okkum? Hví er tá alt hetta komið oman yvir okkum? Hvar eru nú øll tey undurverk, ið fedrar okkara greiddu okkum frá og søgdu: Ja, Harrin hevur leitt okkum út úr Egyptalandi! Men nú hevur jú Harrin rikið okkum frá sær og givið okkum undir Midians vald!» 14Tá snúðist Harrin at honum og segði: «Far avstað í hesi styrki tíni; tú skalt bjarga Ísrael undan valdi Midians; tað eri eg, sum sendi teg!» 15Men hann svaraði honum: «Á, Harri mín, hvussu skal eg frelsa Ísrael? Ættarkyn mítt er hitt vesæligasta í Manasse, og eg yngstur í okkara húsi!» 16Harrin svaraði honum: «Jú, eg skal koma við tær; tú skalt jarðleggja Midianitar allar samlar!» 17Tá segði hann við hann: «Um eg havi funnið náði í eygum tínum, tá gev mær tekin, sum prógvar, at tað ert tú, ið talar við meg. 18Far ikki hiðan, fyrr enn eg eri komin aftur til tín við gávu míni og havi sett hana fyri teg!» Hann svaraði: «Eg skal bíða her, til tú kemur aftur.»
19Tá fór Gideon og tilreiddi geitarlamb og bakaði ósúrgaðar køkur úr einari efu av mjøli, legði kjøtið upp í tægu og læt súpanina upp í krukku og bar tað til hansara út undir eikina. Tá ið hann kom út hagar, 20segði eingil Harrans við hann: «Tak kjøtið og tær ósúrgaðu køkurnar; legg tað á klettin har og stoyt súpanina út yvir tað.» Hann so gjørdi. 21Eingil Harrans rætti tá út endan á stavinum, sum hann hevði í hondini, og nart við kjøtið og køkurnar; tá støkk eldur upp úr klettinum og tærdi kjøtið og køkurnar. Og eingil Harrans hvarv úr eygsjón hans. 22Tá sá Gideon, at tað var eingil Harrans. Og Gideon mælti: «Á, vei mær Harri, drottin mín, tí at eg havi sæð eingil Harrans andlit til andlits!» 23Men Harrin segði við hann: «Friður veri við tær; óttast ikki; tú skalt ikki doyggja!» 24Tá bygdi Gideon Harranum altar har; og hann nevndi tað «Harrin er friður». Tað stendur enn í dag í Ofra Ábiezritanna.
Gideon brýtur niður Báals altarið
25Hesa somu nátt segði Harrin við hann: «Tak tær tíggju av trælum tínum og ein sjeyveturtarv; brót niður Báalaltar faðirs tíns og høgg sundur Ásjerustólpan, ið hjá tí stendur; 26reis síðan av steinunum Harranum, Guði tínum, altar ovast á hesum kletti; og tak tarvin og brenn hann sum brennioffur við viðinum av tí sundurhøgda Ásjerustólpanum!» 27Gideon tók tá tíggju av trælum sínum og gjørdi, eins og Harrin hevði boðið honum; men av tí at hann ikki tordi at gera hetta á degi av ótta fyri húsfólki og bygdarmonnum sínum, gjørdi hann tað á nátt. 28Morgunin eftir fóru bygdarmenninir tíðliga upp; og tá ið teir sóu Báalaltarið niðurbrotið og Ásjerustólpan sundurhøgdan og tarvin ofraðan á tí nýreista altari, 29søgdu teir hvør við annan: «Hvør man hava gjørt hetta?» Teir fóru tá at rannsaka og kanna eftir, og teir søgdu: «Gideon, sonur Jóasjar, má hava gjørt hetta!» 30Tá søgdu bygdarmenninir við Jóasj: «Kom higar við syni tínum! Hann skal láta lív, tí at hann hevur brotið niður Báalaltarið og høgt sundur Ásjerustólpan, ið hjá tí stóð!» 31Men Jóasj segði við allar, ið hjá honum stóðu: «Ætla tit at flyta mál Báals ella at hjálpa honum? Hvør tann, ið flytur mál hans, skal týna lívið, áður enn sól rísur í morgin! Er hann Guð, tá hevni hann seg sjálvur inn á hann, fyri at hann breyt altar hans niður!» 32Frá tí degi varð hann nevndur Jerubbáal av hesum orðafelli: «Lat Báal flyta mál ímóti honum, fyri at hann hevur brotið altar hansara niður!»
Gideon savnar fólkið til bardaga móti Midianitum; seyðaskinnið
33Nú savnaðust saman allir Midianitar, Ámalekitar og eysturbúgvar, fóru yvirum og settu upp herbúðir sínar á Jizreelslættanum. 34Tá læt andi Harrans seg í Gideon, og hann blásti í lúðurin; og Ábiezritar fylktu seg um hann. 35Síðan sendi hann ørindrekar um allan Manasse, og eisini teir savnaðust saman at fylgja honum; somuleiðis sendi hann ørindrekar um Ásjer, Zebulon og Naftali, og eisini teir fóru við ímóti fíggindanum. 36Tá segði Gideon við Guð: «Ætlar tú at frelsa Ísrael við míni hond, eins og tú hevur sagt, 37sí, tá leggi eg seyðaskinn út á treskivøllin: Fellur tá einans døgg á skinnið, meðan allur vøllurin verður verandi turrur, tá veit eg, at tú vilt frelsa Ísrael við míni hond, eins og tú hevur sagt.» 38Og so varð. Tá ið hann snimma morgunin eftir fór upp og vant skinnið, kroysti hann døggina burtur úr tí, fulla skál av vatni. 39Og Gideon segði við Harran: «Lat nú ikki vreiði tína tendrast móti mær, tá ið eg aftur tali til tín og biði teg um loyvi bert einaferð enn at royna við skinninum! Lat nú eina skinnið verða turt, meðan allur vøllurin verður vátur av døgg.» 40Og soleiðis gjørdi Guð á teirri somu nátt: Eina skinnið var turt, meðan vøllurin var vátur av døgg.
Currently Selected:
Dómarabókin 6: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society