Dómarabókin 5
5
Sigurljóð Deboru og Báraks
1Ta ferðina sungu Debora og Bárak Ábinoamsson hetta ljóð: 2Fram gingu høvdingar í Ísrael, fólkið kom av sær sjálvum – lovið Harranum! 3Hoyrið, tit kongar, gevið ljóð, tit høvdingar! Eg skal syngja, syngja fyri Harranum, lovsyngja Harranum, Ísraels Guði!
4Harri, tá ið tú legði út frá Se'ir og tokaði fram frá Edóms vøllum, tá nøtraði foldin, og himnarnir drupu, og skýggini lótu vatnið streyma niður. 5Fjøllini skulvu fyri ásjón Harrans, fyri ásjón Harrans, Ísraels Guði.
6Á døgum Sjamgars Ánatssonar, á døgum Jaelar lógu ferðaleiðir í oyði, ferðamenn reikaðu um á skákvegum. 7Í Ísrael lógu bygdirnar mannoyddar, til eg, Debora, steig fram, steig fram eins og móðir í Ísrael. 8Ofrini til Guðs vóru steðgað, byggbreyðið tók at tróta. Skildir sóust eingir, ei heldur spjót hjá Ísraels fjøruti túsundum. 9Hjarta mítt titrar vegna høvdinga Ísraels, vegna fólksins, ið sjálvboðið kom; hálovið Harranum! 10Tit, ið ríða á ljósum øsnum, tit, ið hvíla á høgindi, og tit, ið ferðast um vegir, syngið lov! 11Hoyrið genturnar syngja við lækjurnar! Eisini har verða rættlætisverk Harrans havd á máli, rættlætisverk hans móti Ísraels bygdum. Tá fór fólk Harrans oman at borgarliðunum.
12Vakna, vakna Debora, vakna, vakna, kvøð títt kvæði! Rís upp Bárak, tú Ábinoams sonur, og leið burtur fangar tínar. 13Tá hildu Ísraelsmenn oman eins og hetjur. Fólk Harrans tokaði fram eins og reystir kappar. 14Úr Efraim fóru teir oman í dalin. Benjamin, bróðir tín, var við fólki tínum. Frá Mákir komu høvdingar oman, frá Zebulon komu teir, ið bóru høvdingastav. 15Høvdingar Issakars fylgdu Deboru, Naftali var við Báraki; aftan á hann hildu teir oman á slættan. Men við Rubens løkir vóru miklar ivingar. 16Hví vart tú sitandi við seyðabyrgini og lýddi á ljóðpípur hirðanna? Ja, við Rubens løkir vóru miklar ivingar. 17Gilead helt seg kvirran handan Jórdan, og Dán – hví dvaldi hann við skipini? Ásjer varð sitandi við sævarstrond, veik ikki úr víkum sínum. 18Men Zebulon var fólk, sum vágaði lívið eins og Naftali á hvørjum vígvøllum.
19Kongar hildu í orrustu; tá stríddust Kánáankongar í Táanak við Megiddo vøtn; loysigjaldið tóku teir ikki við. 20Av himni stríddust stjørnurnar, frá sínum høgu gøtum stríddust tær móti Sisera. 21Kisjon áin skolaði teir burtur, Kisjon hin fyrndargamli løkur; stíg fram, sál mín, við veldi! 22Tá tokaðu hetjur fram, so hógvar hestanna dundu. 23«Biðið ilt yvir Meroz!» segði eingil Harrans – «Biðið ilt yvir íbúgvar hennara; tí at teir komu ikki Harranum til hjálpar, Harranum til hjálpar hetjanna millum!»
24Men fram um konur skal Jael verða signað, kona Hebers Kenita, fram um konur í tjøldum verði hon signað! 25Hann bað um vatn, hon gav honum mjólk, í dýrdarskál setti hon róma fyri hann. 26Hon treiv um hælin, tók sleggjuna í høgru hond, legði til Sisera, morlaði høvur hans, smildraði og gjøgnumgataði tunnvanga hans. 27Hann seig niður fyri fótum hennara, fell og varð liggjandi; har ið hann seig niður, har lá hann vigin.
28Út um gluggan hugdi móðir Sisera, rópaði út um grindina: «Hví drálar vagnur hans? Hvat forðar ferð hervagna hans?» 29Tá svarar hin vitrasta av frúum hennara; og sama svar hon gevur sær sjálv: 30«Ivaleyst hava teir tikið herfong og skifta hann nú sundur; eitt fljóð ella bæði tvey til mans; herfong av marglittum klæði til Sisera, herfong av skreytvovnum klæði – eitt ella tvey – til háls drotningarinnar!» 31Harri, soleiðis skulu farast allir fíggindar tínir; men teir, ið elska teg, skulu vera eins og sólin, tá ið hon rísur við veldi! Var nú friður í landinum í fjøruti ár.
Currently Selected:
Dómarabókin 5: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society