YouVersion Logo
Search Icon

Dómarabókin 4

4
Debora og Bárak. Jael drepur Sisera
1Eftir andlát Ehuds hildu Ísraelsmenn áfram at gera tað, sum ilt var í eygum Harrans. 2Tí gav Harrin teir upp í hendur Jábins Kánáanita, ið sat sum kongur í Házor; herhøvdingi hansara æt Sisera, sum búði í Hárosjet-Haggojim. 3Tá rópaðu Ísraelsmenn til Harrans um hjálp, tí at Jábin hevði níggju hundrað jarnvagnar og trongdi Ísraelsmenn illa í tjúgu ár.
4Um tað mundið var profetkona dómari í Ísrael, Debora nevnd at navni. Maður hennar æt Lappidot. 5Hon sat undir Deborupálmanum millum Ráma og Betel á Efraims fjøllum. Til hennara komu Ísraelsmenn við rættarmálum. 6Hon sendi tá boð eftir Báraki Ábinoamssyni úr Kedesj í Naftali og segði við hann: «Vissuliga býður Harrin, Ísraels Guð, svá: Halt avstað og far til Táborfjals og tak við tær tíggju túsund mans av Naftali og Zebulon, 7tá skal eg leiða Sisera, herhøvdinga Jábins, við vagnum og herliði til tín at Kisjon-ánni og geva hann upp í hendur tínar!» 8Bárak svaraði henni: «Kemur tú við mær, skal eg fara; men kemur tú ikki við mær, fari eg ikki!» 9Tá segði hon: «Eg skal koma við tær; men tá fært tú onga frægd av hesi ferð tíni, av tí at Harrin tá letur konu bera sigur av Sisera!» Tá reis hon og fór við Báraki til Kedesj. 10Bárak stevndi tá Naftali og Zebulon saman í Kedesj, og tíggju túsund mans fylgdu honum; eisini Debora fór við honum. 11Men Heber Keniti hevði skilst við hinar Kenitarnar, synir Hóbabs, verfaðirs Mósesar, og hevði sett upp tjaldbúðir sínar alt at eikini í Záanannim við Kedesj.
12Tá ið Sisera frætti, at Bárak Ábinoamsson var farin niðan á Táborfjall, 13beyð hann út øllum sínum níggju hundrað jarnvagnum og øllum heri sínum úr Hárosjet-Haggojim til Kisjon ánna. 14Tá segði Debora við Bárak: «Far nú á føtur; tí at nú er tann stundin komin, tá ið Harrin gevur Sisera upp í hendur tínar; vissuliga gongur Harrin undan tær!» Tá fór Bárak oman av Tábor fjalli, fylgdur av tíggju túsund monnum. 15Og Harrin loypti ekka á Sisera, á allar vagnar og á allan her hans, so at Bárak bar sigur av teimum. Sisera leyp niður av vagninum og helt til gongu. 16Men Bárak elti vagnar og herin alt at Hárosjet-Haggojim. Allur herur Sisera fell fyri svørði; eingin maður komst undan.
17Men Sisera var flýddur á føti ímóti tjaldi Jaelar, konu Hebers Kenita; tí at friður var millum Jábins kongs í Házor og ættarmanna Hebers Kenita. 18Jael fór tá út ímóti Sisera og segði við hann: «Kom inn til mín, harri, kom inn til mín; ver tú ekkaleysur!» Hann fór tá inn í tjaldið til hennara; og hon breiddi áklæði yvir hann. 19Hann segði við hana: «Gev mær ein vatnsopa at drekka, tí eg eri tystur!» Hon opnaði tá mjólkarkíkin og gav honum at drekka og breiddi síðan aftur yvir hann. 20Síðan segði hann við hana: «Far og statt í tjalddurunum; og kemur einhvør og spyr teg, um nakar er her, tá svara: Nei!» 21Men Jael, kona Hebers, tók tjaldhæl og hamara í hond og fór ljódliga inn til hansara; og hon sló hælin gjøgnum tunnvanga hansara og negldi hann fastan í jørðina; men hann lá í fasta svøvni, tí at hann var móður; hetta varð bani hans. 22Bárak, sum elti Sisera, kom í sama bili har framvið. Tá fór Jael út móti honum og segði við hann: «Kom higar, so skal eg vísa tær mannin, sum tú leitar eftir!» Hann fór tá inn til hennara; og sí, har lá Sisera deyður við hælinum gjøgnum tunnvangan.
23Soleiðis læt Harrin á tí degi Jábin, Kánáans kong, lúta fyri Ísraelsmonnum. 24Og hond Ísraelsmanna legðist í hvørjum tyngri og tyngri á Jábin, Kánáans kong, til teir at endanum fingu beint fyri honum.

Currently Selected:

Dómarabókin 4: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in