YouVersion Logo
Search Icon

Dómarabókin 7

7
Framhald. Sigur Gideons á Midianitum
1Morgunin eftir snimma legði Jerubbáal – tað er Gideon – avstað og alt herliðið, sum við honum var; og teir settu upp herbúðir sínar við Hárodlindina, meðan herbúðir Midianita vóru longur yviri á slættanum fyri norðan Móreheyggin. 2Tá segði Harrin við Gideon: «Tú hevur ovmikið herlið við tær, til at eg kann geva Midian upp í hendur teirra. Ísrael kundi so statt farið at bretta sær upp móti mær og siga: «Við egnari megi havi eg bjargað mær.» 3Ber nú herliðinum hesi boð: Hvør tann, ið ræddur er og óttafullur, skal fara heim aftur!» Av herliðinum fóru tá tjúgu og tvey túsund mans heim aftur, meðan tíggju túsund vórðu eftir. 4Men Harrin segði við Gideon: «Tú hevur enn ov mikið herlið; leið teir oman at vatninum, har skal eg skilja burturúr fyri teg; og tann, sum eg tá biði teg hava við, hann skal fara við tær; men tann, sum eg biði teg ikki hava við, hann skal ikki fara við tær!» 5Tá ið hann hevði leitt herliðið oman at vatninum, segði Harrin við Gideon: «Allar teir, ið leppa við tunguni av vatninum, eins og hundar gera, skalt tú skipa fyri seg, somuleiðis teir, ið leggja seg á knæ at drekka.» 6Og talið á teimum, ið leptu, var trý hundrað; allir hinir løgdu seg á knæ at drekka vatn við at taka tað við hondini upp í munnin. 7Tá segði Harrin við Gideon: «Við hesum trý hundrað, ið leptu, skal eg frelsa tykkum og geva Midianitar upp í hendur tykkara; men allir hinir skulu fara heim aftur til sín sjálvs.» 8Síðan tók hann frá fólkinum krukkur og lúðrar teirra og sendi allar Ísraelsmenn heim aftur til sín sjálvs; men hinar trý hundrað helt hann eftir hjá sær. Og herbúðir Midianita vóru niðri á slættanum.
9Hina somu nátt segði Harrin við hann: «Far á føtur og halt oman í herbúðir teirra, tí at eg havi givið teir upp í hendur tínar. 10Men ert tú ræddur at fara oman hagar, tá tak Pura, svein tín, við tær oman í herbúðirnar, 11og lurta eftir, hvat teir siga har; tú manst tá fáa dirvi til at herja á herbúðirnar.» Hann fór tá saman við Pura, sveini sínum, oman at ytstu hermonnum í herbúðunum. 12Men Midianitar, Ámalekitar og allir eysturbúgvar hølaðust har á slættanum fjølmangir eins og ongsprettur, og á kamelum fekst ikki tal; teir vóru sum sandur við sævarflóð. 13Tá ið Gideon kom hagar, segði einhvør maður felaga sínum frá dreymi við hesum orðum: «Sí, meg droymdi dreym og tóktist mær, at byggbreyðskøka kom bóltandi oman móti herbúðum Midianita. Hon kom oman at tjaldinum og rendi á tað, og hon kollvelti tí.» 14Tá svaraði hin: «Hetta merkir ikki annað enn svørð Gideons Jóasjsonar Ísraelita; Guð hevur givið Midian og allar herbúðirnar upp í hendur hans.» 15Tá ið Gideon hevði hoyrt dreymin og ráðan hans, lútaði hann í bøn; síðan snúðist hann aftur í herbúðir Ísraelsmanna og mælti: «Farið á føtur, tí at nú hevur Harrin givið herbúðir Midians upp í hendur tykkara!»
16Síðan skipaði hann hinar trý hundrað menninar í tríggjar flokkar og gav teimum øllum lúðrar í hond og tómar krukkur við kyndlum innaní. 17Og hann segði við teir: «Lítið at mær og gerið sum eg! Fyrsta eg komi at útjaðara herbúðanna, skulu tit gera sum eg! 18Tá ið eg blási í lúðurin og allir, sum við mær eru, tá skulu eisini tit blása í lúðrarnar kring um allar herbúðirnar og rópa: Fyri Harran og fyri Gideon!» 19Tá ið nú Gideon og hinir hundrað menninir, ið við honum vóru, komu oman at útjaðara herbúðanna í byrjan av miðjari náttarvøku, beint sum varðhald vóru uppsett, tóku teir at blása í lúðrarnar og brutu krukkurnar sundur, sum teir høvdu í hondunum. 20Samstundis tóku nú allir tríggir flokkarnir á at blása í lúðrarnar og brutu krukkurnar sundur, høvdu kyndilin í vinstru hond og lúðurin í høgru til at blása í; og teir rópaðu: Svørð Harrans og Gideons! 21Stóðu teir tá kvirrir kring um herbúðirnar, hvør á sínum staði. Tá varð í herbúðunum mikil gangur; herfólkið skar í róp og flýddi. 22Tá ið hinir trý hundrað blástu í lúðrarnar, læt Harrin teir bregða svørðunum hvør móti øðrum um allar herbúðirnar; og teir flýddu til Bet-Sjitta, yvir móti Zerera, at áarbakkanum við Ábel-Mehóla áraka Tabbat.
23Nú vórðu Ísraelsmenn úr Naftali, Ásjer og øllum Manasse samankallaðir, og teir hildu aftan á Midianitar. 24Og Gideon læt hesi boð berast um alt Efraims fjallaland: «Haldið oman ímóti Midianitum og forðið teimum ferðina yvir um Jórdan alt at Bet-Bára!» Tá savnaðust allir Efraimitar og hersettu Jórdan alt at Bet-Bára. 25Og teir tóku Óreb og Zeeb, báðar høvdingar Midianita á hondum; Óreb drópu teir við Órebs klett, men Zeeb drópu teir við Zeebs vínfarg. Síðan hildu teir aftan á Midianitar. Men høvdini av Órebi og Zeebi fluttu teir Gideoni handan Jórdan.

Currently Selected:

Dómarabókin 7: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy