YouVersion Logo
Search Icon

Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 11

11
Ein partur av Ísrael hevur tikið við Guðs náði
1Eg sigi tí: Hevur Guð tá rikið fólk sítt burtur frá sær? Á ongum sinni! Tí at eg eri eisini Ísraels maður, av Ábrahams avkomi, av Benjamins ætt. 2Guð hevur ikki rikið fólk sítt frá sær, sum hann frammanundan kendi. Ella vita tit ikki, hvat skriftin sigur í greinini um Elia, hvussu hann stígur fram fyri Guð við klagu móti Ísrael: 3«Harri, profetar tínar hava teir dripið, og altar tíni hava teir rivið niður, og eg eri einsamallur eftir, og mær standa teir eftir lívinum.» 4Men hvat sigur Guðs aftursvar til hansara? «Eg leivdi mær sjálvum sjey túsund menn, sum ikki hava boygt knæ fyri Báal.» 5Soleiðis er tá eisini í núverandi tíð ein leivd vorðin eftir samsvarandi náði-útveljingini. 6Men er tað av náði, tá er tað ikki longur av gerningum, annars verður náðin ikki longur náði. 7Hvat tá? Tað, sum Ísrael tráar eftir, hava teir ikki náað; men hini útvaldu hava náað tað, men hinir vórðu forherðaðir; 8soleiðis sum skrivað stendur: «Guð gav teimum dovisleiks-anda, eygu til ikki at síggja, og oyru til ikki og hoyra, líka til dagin í dag.» 9Og Dávid sigur: «Verði borðhald teirra teimum ein snerra og eitt haft og ein meinbogi og eitt endurgjald! 10Blindist eygu teirra, so at teir ikki síggja, og boygg tú altíð bak teirra!»
Men vegna vantrúnna hjá hinum partinum er frelsan komin út til heidningarnar
11Eg sigi tí: «Snávaðu teir tá, til tess at teir skuldu falla? Á ongum sinni! Men við falli teirra er frelsan komin til heidningarnar, fyri at tað skuldi vekja teir til ágrýtnis. 12Men er fall teirra heiminum eitt ríkidømi, og er skaði teirra heidningunum eitt ríkidømi, hvør mikið meira tá, um teir koma allir sum ein. 13Men við tykkum, tit heidningar, sigi eg: So satt sum eg nú eri heidningaápostul, virði eg tænastu mína, 14um eg kundi vakt ættarmenn mínar til ágrýtnis og frelst onkrar av teimum. 15Tí at er burturrekstur teirra ein sáttargerð fyri heimin, hvat verður tá viðtøka teirra annað enn lív av deyðum?
Sum ikki eiga at vanmeta Jødar
16Men er frumgróðurin heilagur, tá er deiggið tað við, og er rótin heilag, tá eru greinirnar tað við. 17Men um nú summar av greinunum vórðu brotnar av, og tú, sum ert villoljuviður, varð gróðursettur millum teirra og varð luteigandi við teimum í rót og fiti oljutræsins, 18tá rósa tær ikki móti greinunum; men um tú rósar tær, so er tað tá ikki tú, sum bert rótina, men rótin, sum ber teg. 19Tú manst tá siga: «Greinirnar vórðu brotnar av, fyri at eg skuldi verða gróðursettur.» 20Satt er tað. Fyri vantrúar skuld vórðu tær brotnar av, men fyri trúar skuld stendur tú. Ver ikki hástórur, men óttast! 21Tí at spardi Guð ikki hinar náttúrligu greinirnar, tá skal hann ikki heldur spara teg. 22Sí tá góðsku Guðs og strangleika: strangleika móti teimum, sum falnir eru, men Guðs góðsku móti tær, um tú verður verandi í góðskuni; annars verður tú eisini høgdur av. 23Men hinir skulu eisini verða gróðursettir, um teir ikki halda fram í vantrúnni; tí at Guð er mentur at gróðurseta teir aftur. 24Tí at um tú varð høgdur av tí oljutræi, sum av náttúruni er villviður, og ert móti náttúruni gróðursettur í eitt røktað oljutræ, hvør mikið meira skulu tá hesar greinirnar verða gróðursettar í sítt egna oljutræ, sum tær av náttúruni hoyra til!
Forherðing Ísraels skal eina ferð halda uppat, tá skal Ísrael koma til trúgv og frelsu
25Tí at eg vil ikki, brøður, at tit einki skulu vita um hetta loyndarmál – til tess at tit ikki skulu halda tykkum sjálvar klókar – at forherðing er komin yvir ein part av Ísrael, líka til heidningarnir eru komnir inn allir sum ein. 26Og so skal alt Ísrael verða frelst, soleiðis sum skrivað stendur: «Frá Sion skal frelsarin koma, hann skal oyða burtur gudloysi frá Jákupi. 27Og hetta er sáttmáli mín við teir, tá ið eg taki burtur syndir teirra.» 28Viðvíkjandi gleðiboðskapinum eru teir fíggindar fyri tykkara skuld; men viðvíkjandi útveljingini eru teir elskaðir fyri fedranna skuld; 29tí at Guð iðrar seg ikki um náðigávur sínar og kallan sína. 30Tí at eins og tit áður vóru Guði ólýdnir, men nú hava fingið miskunn við ólýdni teirra, 31soleiðis eru teir nú eisini vorðnir ólýdnir, fyri at eisini teir skulu fáa miskunn við teirri miskunn, sum tykkum er veitt; 32tí at Guð hevur givið teir allar ólýdninum í vald, fyri at hann kundi miskunna teir allar. 33O, slíkt dýpi av ríkdómi og vísdómi og kunnskapi hjá Guði! Hvør órannsakandi eru dómar hansara og ósporandi vegir hansara! 34Tí at hvør hevur kent hug Harrans? Ella hvør hevur verið ráðgevari hansara? 35Ella hvør hevur fyrst givið honum, so at tað skuldi verða honum afturgoldið? 36Tí at frá honum og við honum og til hansara eru allir lutir. Honum veri dýrd um ævir allar! Amen.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy