Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 10
10
Jødar vandnir um Guðs sakir, tó ikki við skynsemi
1Brøður! Tað er hjartans ynski mítt og bøn til Guðs, at teir mega verða frelstir. 2Tí at eg gevi teimum tann vitnisburð, at teir eru vandnir um Guðs sakir, men ikki við skynsemi. 3Tí at við tað at teir ikki kendu rættvísi Guðs, og royndu at seta upp sína egnu rættvísi, so góvu teir seg ikki undir rættvísi Guðs.
Lógarrættvísin og trúarrættvísin eru hvør mót aðrari
4Tí at Kristus er endin á lógini til rættvísi fyri hvønn tann, sum trýr. 5Tí at Móses skrivar, at tann maður, sum ger ta rættvísi, sum er av lógini, skal liva við hana. 6Men tann rættvísi, sum er av trúgv, sigur soleiðis: «Sig ikki í hjarta tínum: «Hvør vil fara upp í himin?» – tað er, til at flyta Krist oman, – 7ella: «Hvør vil fara niður í undirdýpið?»» – tað er, til at flyta Krist upp frá deyðum. 8Men hvat sigur hon? «Orðið er tær nær, í munni tínum og í hjarta tínum.» Tað er tað trúarorðið, sum vit prædika. 9Tí at um tú játtar við munni tínum, at Jesus er harri, og trýr í hjarta tínum, at Guð vakti hann upp frá deyðum, tá skalt tú verða frelstur; 10tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi, men við munninum verður játtað til frelsu. 11Tí at skriftin sigur: «Hvør tann, sum trýr á hann, skal ikki verða til skammar.» 12Tí at ikki er munur á Jøda og Grikka; tí at hin sami er harri hjá øllum, fullríkur fyri øll tey, sum ákalla hann. 13Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur.
Evangeliið er boðað Jødum – sum roynast vantrúnir og tvørsintir
14Hvussu skulu tey tá ákalla tann, sum tey ikki trúgva á? Og hvussu skulu tey trúgva á tann, sum tey ikki hava hoyrt um? Og hvussu skulu tey hoyra, uttan at onkur er, sum prædikar? 15Og hvussu skulu teir prædika, uttan at teir verða sendir? Soleiðis sum skrivað er: «Hvussu yndisligir eru føtur teirra, sum boða gleðiboðskapin um hitt góða!» 16Men ikki vóru øll gleðiboðskapinum lýðin; tí at Jesaja sigur: «Harri, hvør trúði tí, sum hann hoyrdi av okkum?» 17So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists. 18Men eg sigi: Hava tey ikki hoyrt? Jú, vissuliga: «Út um alla jørðina er rødd teirra farin, og til endar heimsins orð teirra.» 19Men eg sigi: Skildi tá Ísrael tað ikki? Fyrst sigur Móses: «Eg vil gera tykkum ágrýtnar móti einum fólki, sum ikki er fólk, móti einum skilaleysum fólki vil eg birta vreiði tykkara.» 20Men Jesaja troystar sær at siga: «Eg varð funnin av teimum, sum ikki leitaðu eftir mær, eg eri vorðin kunnur fyri teimum, sum ikki spurdu eftir mær.» 21Men við Ísrael sigur hann: «Allan dagin rætti eg út hendur mínar móti einum ólýdnum og tvørsintum fólki.»
Currently Selected:
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 10: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society