Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12
12
Áminning um at liva eitt heilagt lív
1So áminni eg tá tykkum, brøður, at tit, fyri Guðs miskunnar skuld, bjóða fram likam tykkara til eitt livandi, heilagt, Guði hugnaligt offur – og hetta er andlig gudsdýrkan hjá tykkum –; 2og háttið tykkum ikki eftir hesum heimi; men verðið umskapaðir við endurnýggjan av hugi tykkara, so at tit mega fáa at royna, hvat ið er Guðs vilji, hitt góða og hugnaliga og fullkomna.
Vit eru limir á likami Krists og eiga at tæna hvør øðrum við teim náðigávum, vit hava fingið
3Tí at við teirri náði, sum mær er givin, sigi eg við ein og hvønn tykkara millum, at hann ikki skal hugsa hægri um seg, enn hann eigur at hugsa, men heldur hugsa við skynsemi, alt eftir sum Guð hevur býtt einum og hvørjum sítt mál av trúgv. 4Tí at líkasum vit á einum likami hava nógvar limir, men limirnir hava ikki allir sama gerning, 5soleiðis eru vit hinir mongu eitt likam í Kristi, men hvør fyri seg eru vit limir hvør hjá øðrum. 6Og við tað at vit hava ymisligar náðigávur, samsvarandi teirri náði, sum okkum er givin, hvørt tað nú er profetagáva, tá latum okkum nýta hana eftir sum vit hava trúgv til, 7ella tað er ein tænasta, tá latum okkum varða um tænastuna, ella um einhvør lærir, um læraragerningin, 8ella um einhvør áminnir, um áminningina; tann, sum býtir út, geri tað við trúlyndi; tann, sum stendur fyri, geri tað við ídni; tann, sum ger miskunnarverk, geri tað við gleði!
Um kærleika, hvørs til annan, eisini til fíggindan
9Kærleikin veri falsleysur; havið andstygd fyri hinum illa, haldið fast við hitt góða. 10Verið í bróðurkærleikanum hjartans blíðir hvør við annan; kappist um at veita hvør øðrum virðing. 11Verið ikki linir í áhuga tykkara; verið brennandi í andanum; tænið Harranum! 12Verið glaðir í vónini, tolnir í neyðini, áhaldandi í bønini. 13Sýnið samhug við hini heilagu í tí, sum teimum er tørvur á; leggið tykkum eina við gestablídni. 14Vælsignið teir, sum søkja at tykkum, vælsignið, og bannið ikki! 15Gleðist við glaðum, grátið við grátandi! 16Verið samhugaðir hvør við annan; tráið ikki eftir tí høga, men haldið tykkum at tí lága; verið ikki klókir í tykkum sjálvum! 17Gjaldið ongum ilt fyri ilt; leggið tykkum eina við tað, sum gott er fyri alra manna ásjón. 18Alt tað er møguligt, tá haldið tit fyri tykkara part frið við øll fólk. 19Hevnið tykkum ikki sjálvar, elskaðu tit, men latið vreiðina sleppa framat; tí at skrivað stendur: «Mær hoyrir hevndin til, eg skal endurgjalda, sigur Harrin.» 20Nei, er fíggindi tín svangur, tá gev honum mat; er hann tystur, tá gev honum drekka, tí at við tað at tú gert hetta, savnar tú eldgløður á høvur hans. 21Lat ikki hitt illa vinna á tær; men vinn tú á illum við góðum!
Currently Selected:
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 12: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society