YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 32

32
Av Dávidi; ein maskil.
1Sælur er hann, hvørs misbrot er fyrigivið, hvørs synd er kvittað. 2Sælur er maður, hvørs syndasekt Harrin ei roknar, og í hvørs anda ikki eru svik. 3Meðan eg tagdi, tærdust míni bein av míni stynjan tann líðilanga dag; 4tí tungt lá á mær hond tín bæði nátt og dag. Mín lívsalvi tornaði upp sum í brennandi summarhita. Sela. 5Tá segði eg tær mína synd og duldi ei misbrot míni. Eg segði: «Fyri Harranum eg vil kennast við misgerðir mínar;» og tú, tú fyrigavst mær syndasekt mína. Sela. 6Harfyri allir gudsdýrkarar eiga at biðja til tín ta stund, tú ert at finna. Um vatnflóðir miklar koma, hjá teimum skulu tær ei bera við. 7Tú skjól mær ert, tú úr vanda mær bjargar, íkring meg tú letur ljóða frelsunnar fagnaðarróp. Sela. 8Eg vil teg læra og vísa tær vegin, tú skalt ganga, eg vil hava eyguni eftir tær. 9Verið ikki eins og ross og múldjór, ið einki hava vit; teirra prýði er teymur og boygsl, sum tú temur tey við, annars koma tey tær ikki nær. 10Mangar eru kvalir tær, ið ráma gudleysan mann; men tann, ið á Harran lítur, verður krýndur av honum við miskunn. 11Gleðist um Harran og fegnist, rættvísu menn! Syngið av gleði, allir, ið rættsintir eru!

Currently Selected:

Sálmarnir 32: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in