YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 33

33
1Syngið Harranum lov, rættvísu menn, lovsongur rættvísum sámir. 2Harranum prísið við hørpuslátti, fyri honum spælið á tíggjustrengdari hørpu! 3Syngið honum nýtt ljóð, leikið fagurt við streingjum undir ljómi av lúðrum!
4Tí beint er orð Harrans, og verk hans øll í trúfesti. 5Hann elskar rættferð og rætt, av Harrans miskunn jørðin er full. 6Við orði Harrans varð himinin skapaður, allur himinsins herur við munsanda hans. 7Hann havsins sjógv savnaði sum í eitt ker, sankaði ægin í goymslubúr. 8Fyri Harranum má allur heimurin biva, fyri honum óttast øll, ið búgva á fold. 9Tí hann talaði, og so varð tað; hann beyð, og so tað stóð. 10Harrin breyt heidninganna ilskuráð, gjørdi fólkanna hugsan til einkis. 11Men ráð Harrans standa føst allar ævir, hans hjartans hugsan ætt eftir ætt. 12Sæl er tann tjóð, ið hevur Harran til Guð, sælt tað fólk, hann sær valdi til ognar. 13Av himni Harrin hyggur niður, skoðar mannabørnini øll. 14Frá bústaði sínum gevur hann gætur eftir øllum, ið heimin byggja. 15Hann, ið øllum hevur skapað hjørtu teirra, hann gevur far um hvørja teirra gerð.
16Ei er kongur frelstur við herliðum stórum, ei er kappin hjálptur av miklum mátti. 17Svikalig hjálp er hesturin til frelsu, við allari síni styrki hann ikki kann bjarga. 18Men Harrans eygu líta til teirra, ið hann óttast, til teirra, ið miskunn hans bíða, 19fyri sál teirra at bjarga frá deyða og teimum í lívi halda í hungursneyð. 20Várar sálir stunda á Harran, hann er vár hjálp og vár skjøldur. 21Tí í honum gleðist várt hjarta, vær lítum á hans heiliga navn.
22Veri miskunn tín, Harri, yvir okkum, tí vær troystum á teg!

Currently Selected:

Sálmarnir 33: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in