YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 31

31
1Til songmeistarans; ein sálmur av Dávidi. 2Hjá tær er skjól mítt, Harri, lat meg onga tíð verða til skammar! Bjarga mær í rættvísi tíni, 3oyra tínum til mín vend! Hjálp mær í skundi! Ver mær ein verndarklettur, ein varðhalds borg, mær til frelsu! 4Tí tú ert klettur mín og mín fasta borg. Fyri navns tíns sakir vilt tú meg føra og leiða. 5Tú vilt meg loysa út úr tí garni, teir í loyndum hava fyri meg sett; tí tú ert mín vernd. 6Tær í hond gevi eg anda mín. Tú vilt mær bjarga, Harri, tú trúfasti Guð. 7Eg hati teir, ið fara eftir hvørvisjónum lygnarinnar; men eg seti mítt álit á Harran. 8Lat meg fegnast og gleðast yvir góðsku tína, at tú hevur sæð mína neyð, um sálarvanda mín tær givið far, 9ikki givið meg fíggindum í hendur; men sett mínar føtur á víða grund! – 10Ver mær miskunnsamur, Harri, tí eg eri staddur í neyð; mítt eyga tærist av móði, sál mín og likam mítt. 11Tí lív mítt í trega fer, undir stynjan míni lívsins ár; máttur mín viknar í míni eymd, bein míni burtur maktast 12vegna fígginda mína alla. Eg eri vorðin eitt spott, ein ræðsla fyri mínum gronnum, fyri mínum frændum ein skuggsjón. Tey, ið síggja meg á gøtuni, undan mær rýma. 13Eg eri farin teim úr huga sum ein deyður, eg eri vorðin sum eitt burturkastað kerald. 14Tí eg hoyri tesk av mongum, ræðslu frá øllum síðum, tá ið teir leggja ráðini saman ímóti mær, hava í kvitta at taka mítt lív. 15Men eg seti mítt álit til tín, Harri, eg sigi: Tú ert Guð mín! 16Í tíni hond eru forløg míni! Bjarga mær úr hondum fígginda mína, frá teimum, ið mær vilja ann! 17Lat tína ásjón lýsa yvir tænara tínum! Frels tú meg í miskunn tíni! 18Harri, lat meg ei verða til skammar, tí at eg kalli á teg! Lat teir gudleysu verða til skammar, fara tigandi til heljar! 19Lat lygivarrar tagna, tær, ið frekar tala móti rættvísum monnum í hugmóði og háð. 20Hvør stór er góðska tín, sum tú hevur goymt til teirra, ið teg óttast, sum tú sýnir teimum, ið trúgva á teg, fyri eygum manna. 21Tú skýlir teim í tínum andlits skjóli móti baktali av monnum; tú goymir teir í loyndum frá trætna av tungum! 22Lovaður veri Harrin, tí hann mær hevur sýnt undurfulla náði í tryggjaðum staði. 23Og eg hugsaði í angist míni: «Eg eri rikin frá tínum eygum burtur;» men tú hoyrdi mína bønligu reyst, tá ið eg rópaði til tín! 24Elskið Harran, allir hans heilagu! Harrin varðar teir, ið trúfastir eru. 25Men teimum, sum í ovurmóði fara, lønir hann margfalt aftur. Havið treysti, takið mót í hjarta, allir, ið Harranum bíða!

Currently Selected:

Sálmarnir 31: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in