Sálmarnir 30
30
1Ein sálmur; ein songur til vígslu av templinum; av Dávidi. 2Eg lovi tær, Harri, tí tú bjargaði mær og lætst ikki gleðast fíggindar mínar av mær. 3Harri, Guð mín, eg rópaði til tín, og tú grøddi meg. 4Harri, tú sál mína dróst úr helheimi upp, tú meg vakti til lívs frá teim, í grøv fóru niður! 5Syngið Harranum lov, tit heilagu hans, prísið hans heilaga minni! 6Eitt eygnabragd varir hans vreiði, eina lívsævi náði hans. Á kvøldi kemur grátur at gista, men á morgni fagnaðarróp. 7Eg hugsaði við sjálvum mær í míni trygd: «Um ævir eg ei skal vikast.» 8Harri, í miskunn tíni hevði tú klett mín fastan gjørt; tú fjaldi andlit títt, og eg varð ræddur. 9Til tín eg rópaði, Harri, til Harrans eg bønliga bønir bað: 10«Hvat er gagn í mínum blóði, at eg fari niður í grøv? Kann væl dism tær prísa, boða um trúfesti tína? 11Hoyr meg, Harri, og miskunna mær, Harri, mær hjálpari ver! 12Tá mína sorg tú til gleðidans vendi, lætst meg úr mínum sorgarbúna og klæddi meg í gleði, 13at sál mín skal syngja tær lov og onga tíð tagna; Harri, mín Guð, allar ævir eg vil tær lova!
Currently Selected:
Sálmarnir 30: FB
Highlight
Share
Copy

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society