Evangeliið eftir Matteus 23
23
Jesu vei-róp yvir skriftlærdar og Farisearar
1Tá talaði Jesus til mannamúgvurnar og lærusveinar sínar og segði: 2«Á stóli Mósesar sita hinir skriftlærdu og Fariseararnir. 3Alt tað, sum teir tí siga tykkum, skulu tit gera og taka eftir; men takið ikki eftir gerðum teirra; tí at teir siga tað, men gera tað ikki. 4Og teir binda tungar byrðar, og leggja tær á herðarnar á monnum; men sjálvir vilja teir ikki nerta tær við einum fingri. 5Og allar gerðir sínar gera teir, til tess at teir kunnu verða eygleiddir av monnum; tí at teir breiðka um minnisreimar sínar og økja um duskarnar; 6og teimum líkar væl at fáa tey ovastu sætini í veitslum og teir fremstu sessirnar í samkomuhúsum 7og at verða heilsaðir á torgum og at verða kallaðir rabbi av monnum. 8Men tit skulu ikki lata tey kalla tykkum rabbi; tí at ein er meistari tykkara, og allir eru tit brøður. 9Og ongan á jørðini skulu tit kalla faðir tykkara; tí at ein er faðir tykkara, hann, sum er í himlunum. 10Ei heldur skulu tit lata tey kalla tykkum leiðbeinarar; tí at ein er leiðbeinari tykkara, Kristus. 11Tann, ið er størstur av tykkum, skal vera tænari tykkara. 12Men hvør tann, ið setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og hvør tann, ið setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt. 13Men vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit lata himmiríkið aftur fyri monnum; tí at sjálvir ganga tit ikki har inn, og teimum, ið búgvast inn at ganga, geva tit ei heldur loyvi at koma inn. 14[Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit oyðeta húsini hjá einkjum og á kvamsvís halda langar bønir; tit skulu tí fáa tess strangari dóm.] 15Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit ferðast um til sjós og til lands fyri at vinna ein trúarfelaga; og tá ið hann er vorðin tað, tá gera tit eitt helvitis barn úr honum, tvær ferðirnar verri enn tit eru tað sjálvir. 16Vei tykkum, blindir leiðbeinarar! Tit siga: «Um onkur svør við templið, tá sakar tað einki; men tann, ið svør við gullið í templinum, hann er sekur.» 17Tykkara býttlingar og blindu! Hvat er mætari, gullið ella templið, ið halgar gullið? 18Og: «Um onkur svør við altarið, tá sakar tað einki; men tann, ið svør við gávuna, sum er á tí, hann er sekur.» 19Tit blindu! Hvat er mætari, gávan ella altarið, ið halgar gávuna? 20Tann, sum tí svør við altarið, hann svør við tað og við alt, sum á tí er. 21Og tann, ið svør við templið, hann svør við tað og við hann, sum í tí býr. 22Og tann, ið svør við himmalin, hann svør við hásæti Guðs og við hann, sum í tí situr. 23Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit tíggjunda myntu og dild og kumman, og leggja tað eftir, ið vegur meira í lógini, rættferð og miskunn og trúskap. Hetta átti at verið gjørt, og hitt ikki verið ógjørt. 24Tykkara blindu vegleiðarar! Tit, ið síla mýggjabitið frá, men gloypa kamelinum! 25Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit reinsa bikarið og fatið uttan; men innan eru tey full av ráni og óhógvi. 26Tín blindi Fariseari! Reinsa fyrst bikarið og fatið innan, til tess at tey eisini kunnu verða rein uttan. 27Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit líkjast kálkaðum grøvum, sum síggja vakrar út uttan; men eru fullar innan av deydningabeinum og allari óreinsku. 28Soleiðis síggja tit eisini rættvísir út uttan fyri monnum; men innan eru tit fullir av falsi og órætti. 29Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit byggja upp gravir profetanna og prýða leiði teirra rættvísu og siga: 30«Høvdu vit verið til á døgum fedra okkara, tá skuldu vit ikki verið í felagi við teimum um blóð profetanna.» 31Soleiðis geva tit tykkum sjálvum tann vitnisburð, at tit eru synir teirra, ið drópu profetarnar. 32Fyllið tá eisini tit málið hjá fedrum tykkara! 33Tykkara eiturormar! Tykkara drekaungar! Hvussu kunnu tit sleppa undan helvitis dómi?
Dómsorð yvir Jerúsalem
34Tess vegna, sí, eg sendi til tykkara profetar og vísar og skriftlærdar; summar av teimum skulu tit taka av lívi og krossfesta, og summar av teimum skulu tit húðfleingja í samkomuhúsum tykkara, og tit skulu elta teir úr bygd í bygd; 35til tess at alt hitt rættvísa blóð skal koma yvir tykkum, ið úthelt er á jørðini líka frá blóði hins rættvísa Ábels til blóðs Sakaria Barakiasonar, sum tit drópu millum tempuls og altars. 36Sanniliga sigi eg tykkum: alt hetta skal koma yvir hesa ætt. 37Jerúsalem, Jerúsalem! Tú, ið drepur profetarnar og steinar teir, sum eru sendir til tín, hvussu ofta havi eg viljað savnað børn tíni saman, eins og hønan savnar ungar sínar undir veingirnar! Og tit vildu ikki. 38Sí, oyðið skal hús tykkara leivast tykkum. 39Tí at eg sigi tykkum: Tit skulu frá hesi stund ongalunda síggja meg, fyrr enn tit siga: «Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni!» »
Currently Selected:
Evangeliið eftir Matteus 23: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society