YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Matteus 24

24
Jesus boðar oyðing Jerúsalems og afturkomu sína
1Og Jesus fór út og gekk burtur frá halgidóminum; og lærusveinar hansara komu til hansara at vísa honum bygningar halgidómsins. 2Men hann tók til orða og segði við teir: «Síggja tit ikki alt hetta? Sanniliga sigi eg tykkum: her skal ikki liggja steinur eftir á steini, sum ikki skal verða rivin niður.» 3Men meðan hann sat uppi á Oljufjallinum, komu lærusveinarnir til hansara einsæris og søgdu: «Sig okkum, nær man hetta fara at verða? Og hvat er tekinið fyri komu tíni og veraldar enda?» 4Og Jesus svaraði og segði við teir: «Varið tykkum, at eingin villleiðir tykkum. 5Tí at mangir skulu koma í navni mínum og siga: «Eg eri Kristus,» og teir skulu villleiða mong. 6Men tit skulu hoyra um bardagar og frætta tíðindi um bardagar. Verið varnir, at ræðsla ikki kemur á tykkum; tí at hetta má henda, men ikki er endin enn. 7Tí at fólkaflokkur skal reisast móti fólkaflokki, og ríki móti ríki; og tað skal verða hungur og drepsótt og landskjálvti víða hvar. 8Men alt hetta eru teir fyrstu verkirnir. 9Tá skulu tey koma tykkum í neyð og trongd og drepa tykkum, og tit skulu verða hataðir av øllum fólkasløgum fyri navns míns skuld. 10Og tá skulu mangir fáa meinboga, og hvør skal svíkja annan, og hvør skal hata annan. 11Og mangir svikaprofetar skulu koma upp og villleiða mong: 12og av tí at lógloysið økist, skal kærleikin kólna hjá teimum flestu. 13Men tann, ið heldur út til enda, hann skal verða frelstur. 14Og hesin gleðiboðskapurin um ríkið skal verða boðaður um allan heimin til vitnisburðar fyri øllum fólkasløgunum; og tá skal endin koma. 15Tá ið tit tí síggja andstygd oyðingarinnar, sum talað er um av Dánjali profeti, standa á heilagum staði – tann, ið hetta lesur, hann gevi tí gætur – 16tá rými tey, sum eru í Júdeu, til fjals. 17Tann, ið er staddur uppi á tekjuni, hann fari ikki niður eftir tí, ið inni er í húsi hansara; 18og tann, ið er staddur úti á markini, hann vendi ikki heim aftur eftir klæðum sínum! 19Men tær neyðarkonur, sum í teimum døgum hava barn undir belti og á brósti! 20Men biðið um, at flýggjan tykkara ikki skal verða um vetrartíð, ikki heldur ein hvíludag. 21Tí at tá skal verða mikil trongd, slík sum hon ikki hevur verið frá upphavi heimsins og til henda dag, og sum hon onga tíð skal verða. 22Og um hesir dagar ikki vórðu styttir, tá varð ikki maður frelstur; men vegna teirra útvaldu skulu hesir dagar verða styttir. 23Um onkur tá sigur við tykkum: «Sí, her er Kristus!» ella: «har er hann,» tá skulu tit ikki trúgva tí. 24Tí at svikakristusar og svikaprofetar skulu koma upp, og teir skulu gera stór tekin og undurverk, fyri at eisini tey útvaldu skuldu verða villleidd, um tað var gjørligt. 25Sí, eg havi sagt tykkum tað frammanundan. 26Um tey tí siga við tykkum: «Sí, hann er í oyðimørkini,» tá farið ikki út hagar; «sí, hann er í kømurunum,» tá trúgvið tí ikki. 27Tí at eins og snarljósið skyggir í eystri og lýsir í vestri, soleiðis skal koma menniskjusonarins verða. 28Har sum ræið er, har munnu ørnirnar flykkjast. 29Men brátt aftan á trongdina í teimum døgum skal sólin myrkna og mánin ikki geva skin sítt, og stjørnurnar skulu falla niður av himli, og skakast skulu himmalsins kreftur. 30Og tá skal tekin menniskjusonarins koma til sjóndar á himlinum; og tá skulu allar mannaættir á jørðini eymka seg, og tær skulu síggja menniskjusonin koma á skýggjum himmalsins við veldi og miklari dýrd. 31Og hann skal senda út einglar sínar við hvøllum lúðri, og teir skulu savna saman tey útvaldu hansara úr teimum fýra ættunum, frá einum enda á himlinum at øðrum. 32Men lærið líknilsið av fikutræinum. Tá ið gróðurin er komin í greinarnar og leyvið fer at spretta, tá vita tit, at summarið er í nánd. 33Soleiðis skulu tit eisini vita, at tá ið tit síggja alt hetta, tá er hann í nánd, fyri durunum. 34Sanniliga sigi eg tykkum: henda ætt skal ikki ganga undir, fyrr enn alt hetta hevur hent. 35Himmalin og jørðin skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki ganga undir. 36Men um tann dag og tíma veit eingin, sjálvt ikki himmalsins einglar, ei heldur sonurin, men eina faðirin einsamallur. 37Men eins og dagar Nóa vóru, soleiðis skal eisini koma menniskjusonarins verða. 38Tí at eins og tey í døgunum framman undan flóðini miklu ótu og drukku, giftust og giftu, líka til tann dagin, tá ið Nóa gekk inn í ørkina, 39og tey ongum skoyttu, fyrr enn flóðin mikla kom og tók tey øll burtur, soleiðis skal eisini koma menniskjusonarins verða. 40Tá skulu tveir menn vera staddir úti á markini; annar verður tikin við, og annar verður eftir. 41Tvær konur skulu mala á kvørnini; onnur verður tikin við, og onnur verður eftir.
Vakið tí
42Vakið tí; tí at tit vita ikki, á hvørjum degi harri tykkara kemur! 43Men tað skilja tit, at um húsbóndin hevði vitað, í hvørji økt um náttina tjóvurin kom, tá hevði hann vakt og ikki latið verið innbrot í hús síni. 44Av hesi orsøk skulu eisini tit vera búnir; tí at menniskjusonurin kemur í teirri stund, sum tykkum ikki varir. 45Hvør er so hin trúgvi og hygni húskallurin, sum húsbóndin hevur sett yvir húsfólk sítt at geva teimum føðina í rættari tíð? 46Sælur er tann húskallur, sum húsbóndin, tá ið hann kemur, finnur berandi seg soleiðis at. 47Sanniliga sigi eg tykkum: hann skal seta hann yvir øllum ognum sínum. 48Men um hin ringi húskallurin hugsar við sær sjálvum: «Húsbóndi mín bíðar við at koma;» 49og hann so fer at sláa lagsmenn sínar, og etur og drekkur í felagi við drykkjumonnum, 50tá skal húsbóndin hjá hesum húskalli koma á tí degi, sum hann ikki væntar, og í tí tíma, sum hann ikki veit av; 51og hann skal høgga hann sundur og lata hann fáa part saman við falsarunum; har skal verða grátur og tannagrísl.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in