YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Matteus 22

22
Líknilsi: Brúdleyp hjá kongssyni
1Og Jesus tók til orða og talaði aftur til teirra í líknilsum og segði: 2«Himmiríkið er líkt einum kongi, ið gjørdi brúdleyp hjá syni sínum. 3Og hann sendi sveinar sínar avstað at boða teimum, ið boðin vóru í brúdleypið. Men tey vildu ikki koma. 4Hann sendi aðrar sveinar á øðrum sinni avstað og segði: Sigið teimum bodnu: «Sí, veitslu mína havi eg gjørt til reiðar, oksar mínir og feitineytini eru dripin, og alt er tilgjørt; komið í brúdleypið!» 5Men tey løgdu einki í tað, men fóru burtur aðrar staðir, eitt út í akur sín og annað í handil sín; 6og hini tóku hendur á sveinar hansara og meinslaðu og drópu teir. 7Men kongurin varð vreiður og sendi út herlið sítt og tók hesi illgerðarfólkini av lívi og brendi borg teirra. 8Tínæst sigur hann við sveinar sínar: «Víst er tilgjørt til brúdleyps; men tey bodnu vóru tess ikki verd. 9Farið tit tí út á vegamótini og bjóðið í brúdleyp so mongum, sum tit hitta.» 10Og hesir sveinarnir fóru út á vegirnar og savnaðu saman øll, teir hittu, bæði ónd og góð, og gildisskálin varð fullur av gestum. 11Men tá ið nú kongurin fór innar at síggja gestirnar, bar hann eyga við ein mann, sum ikki var klæddur í brúdleypsklæði. 12Og hann sigur við hann: «Vinur mín, hvussu ert tú komin inn higar, og ert ikki í brúdleypsklæðum?» Men hann tagdi. 13Tá segði kongurin við sveinarnar: «Bindið hendur og føtur á honum og kastið hann út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl! 14Tí at mong eru kallað, men fá eru útvøld.»
Skattapeningurin
15Tá fóru Fariseararnir og hildu ráð saman um, hvussu teir skuldu seta hann fastan í orðum. 16Og teir senda til hansara lærusveinar sínar saman við Heródesarmonnum og siga: «Meistari, vit vita, at tú ert sannorðaður, og at tú lærir Guðs veg í sannleika og ikki firnast fyri nøkrum, tí at tú gert ikki mannamun. 17Sig okkum tí, hvat heldur tú? Er tað beint at gjalda keisaranum skatt ella ikki?» 18Men Jesus grunaði illskap teirra og segði: «Tykkara falsarar! Hví freista tit meg? 19Sýnið mær skattapeningin!» Men teir fingu honum ein denar. 20Og Jesus sigur við teir: «Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?» 21Teir siga: «Keisarans.» Tá sigur hann við teir: «Gevið tá keisaranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guðs er!» 22Og tá ið teir hetta hoyrdu, undraðust teir, og teir gingu frá honum og fóru avstað.
Saddukearar spyrja um uppreisn
23Tann dagin komu nakrir Saddukearar til hansara, teir, ið siga, at eingin uppreisn frá deyðum er til; og teir spurdu hann og søgdu: 24«Meistari, Móses segði: «Doyr maður barnleysur, tá skal bróðir hansara giftast við konu hansara og reisa upp bróður sínum avkom.» 25Nú vóru tað sjey brøður her hjá okkum. Hin fyrsti giftist og doyði, og við tað at hann einki barn átti, læt hann bróður sínum konu sína eftir seg. 26Somuleiðis eisini hin annar og hin triði, líka til hin sjeynda. 27Seinast av øllum doyði konan. 28Hvørs kona av teimum sjey skal hon nú verða í uppreisnini? Tí at allir hava átt hana.» 29Men Jesus svaraði og segði við teir: «Tit fara villir, av tí at tit hvørki kenna skriftirnar ella Guðs mátt. 30Tí at í uppreisnini hvørki gifta tey ella giftast, men tey eru eins og Guðs einglar í himlunum. 31Men viðvíkjandi uppreisnini frá deyðum, hava tit tá ikki lisið tað, ið talað er til tykkara av Guði, ið sigur: 32«Eg eri Guð Ábrahams og Guð Ísaks og Guð Jákups?» Ikki er hann Guð teirra deyðu, men teirra livandi.» » 33Og tá ið mannamúgvurnar hetta hoyrdu, vórðu tey bilsin av læru hansara.
Hitt stóra boðið í lógini
34Men tá ið Fariseararnir hoyrdu, at hann hevði málbundið Saddukeararnar, komu teir saman; 35og ein teirra, ein lógkønur, spurdi hann til tess at freista hann: 36«Meistari, hvat er hitt stóra boðið í lógini?» 37Men hann segði við hann: « «Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum!» 38Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. 39Men eitt annað er enn, ið er hesum líkt: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!» 40Í hesum báðum boðunum hongur øll lógin og profetarnir.»
Jesus spyr um Messias
41Men meðan Fariseararnir vóru saman komnir, spurdi Jesus teir og segði: 42«Hvat halda tit um Kristus? Hvørs sonur er hann?» Teir siga við hann: «Dávids.» 43Hann sigur við teir: «Hvussu kann tá Dávid í andanum kalla hann harra, tá ið hann sigur: 44«Harrin segði við harra mín: Set teg við mína høgru lið, til eg leggi fíggindar tínar undir føtur tínar!» 45Tá ið nú Dávid kallar hann harra, hvussu kann hann tá vera sonur hansara?» 46Og eingin kundi svara honum eitt orð, ei heldur tordi nakar meira eftir tann dag at seta honum ein spurning.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in