Evangeliið eftir Lukas 14
14
Jesus grøðir vatnsjúkan mann ein hvíludag
1Og tað hendi ein hvíludag, tá ið hann kom inn í húsini hjá einum av teim hægstu Farisearunum at halda máltíð, at teir góvu gætur eftir honum. 2Og sí, ein vatnsjúkur maður stóð framman fyri honum. 3Og Jesus tók til orða og segði við hinar lógkønu og Fariseararnar: «Er tað loyviligt at lekja um hvíludagin ella ikki?» 4Men teir tagdu. Og hann nam við hann og lekti hann og læt hann fara avstað. 5Og hann tók til orða og segði við teir: «Hvør tykkara, sum eigur ein son ella ein oksa, ið dettur í ein brunn, man ikki alt fyri eitt draga hann uppúr um hvíludagin?» 6Og teir vóru ikki førir fyri at geva honum svar upp á hetta.
Jesus talar um eyðmýkt og at gera vælgerðir uttan viðurlag
7Men hann segði eitt líknilsi til teirra, sum bodnir vóru, tá ið hann varð varur við, hvussu teir valdu sær teir ovastu sessirnar, og segði við teir: 8«Tá ið tú ert boðin av einumhvørjum í brúdleyp, tá set teg ikki í tann ovasta sessin, at ikki ein mætari enn tú skuldi verið boðin av honum; 9og tann, ið beyð tær og honum, skal koma og siga við teg: «Gev hesum sæti!» og tú tá við skomm skuldi komið at sita niðastur. 10Men tá ið tú ert boðin, tá far og set teg niðastan, fyri at tann, sum boðið tær hevur, má siga við teg, tá ið hann kemur: «Vinur mín, flyt teg hægri upp!» Tá skalt tú hava virðing hjá øllum teimum, sum sita til borðs saman við tær. 11Tí at ein og hvør, sum setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og tann, sum setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.» 12Og hann segði eisini við tann, sum hevði boðið honum: «Tá ið tú heldur døgverðamáltíð ella náttverðamáltíð, tá bjóða hvørki vinum tínum ella brøðrum tínum ella frændum tínum, ikki heldur ríkum gronnum, fyri at teir ikki skulu bjóða tær aftur, og tú tá fært viðurlag; 13men tá ið tú gert gestaboð, tá bjóða fátækum, kryplum, høltum og blindum; 14og tá skalt tú verða sælur, tí at teir hava einki at geva tær afturfyri; men tað skal verða tær afturgoldið, tá ið hini rættvísu rísa upp.»
Hin stóra kvøldmáltíðin
15Men tá ið ein av teimum, sum sótu til borðs, hoyrdi hetta, segði hann við hann: «Sælur er tann, sum etur breyð í Guðs ríki.» 16Men hann segði við hann: «Tað var ein maður, sum gjørdi eina stóra kvøldmáltíð og beyð mongum; 17og hann sendi út húskall sín um ta tíðina, tá ið kvøldmáltíðin skuldi verða hildin, at siga við teir, ið bodnir vóru: «Komið, tí at nú er alt tilgjørt!» 18Men teir fóru allir sum ein at umbera seg. Hin fyrsti segði: «Eg havi keypt nakra jørð, og eg noyðist at fara út og hyggja at henni; eg biði teg halda mær til góða!» 19Og annar segði: «Eg havi keypt fimm pør av oksum og fari nú út at royna teir; eg biði teg halda mær til góða!» 20Og uppaftur ein annar segði: «Eg eri beint nú giftur, og tí kann eg ikki koma.» 21Og húskallurin kom og segði harra sínum frá hesum. Tá varð húsbóndin vreiður og segði við húskallin: «Skunda tær og far út um gøtur og stræti í staðinum, og leið inn higar fátæk og kryplingar og blind og hølt.» 22Og húskallurin segði: «Harri, gjørt er, sum tú skipaði fyri, og enn er rúm.» 23Tá segði húsbóndin við húskallin: «Far út á bygdavegirnar og út at gørðunum, og noyð tey at koma inn, fyri at hús mítt kann verða fult. 24Tí at eg sigi tykkum, at eingin av teimum monnum, ið bodnir vóru, skal smakka kvøldmáltíð mína.»
Tað kostar at vera lærusveinur
25Men stórir skarar fylgdu í ferðini við honum, og hann vendi sær við og segði við tey: 26«Um onkur kemur til mín og ikki hatar faðir sín og móður og konu og børn og brøður og systrar, ja, sína egnu sál við, kann hann ikki vera lærusveinur mín. 27Tann, sum ikki ber kross sín og fylgir mær eftir, kann ikki vera lærusveinur mín. 28Tí at hvør tykkara, sum ætlar at byggja eitt torn, setist ikki fyrst niður og roknar kostnaðin, um hann hevur nóg mikið at gera tað liðugt fyri; 29til tess at tað ikki skal verða, tá ið hann hevur lagt grundina og ikki er mentur at fullføra verkið, at øll, sum síggja tað, skulu fara at spotta hann og siga: 30«Hesin maðurin setti á at byggja og var ikki mentur at fullenda.» 31Ella hvør kongur fer út í bardagar at stríðast móti øðrum kongi og situr ikki fyrst og leggur ráð, um hann er førur fyri við tíggju túsund at møta tí, sum kemur móti honum við tjúgu túsund? 32Og er hann tað ikki, tá sendir hann, meðan hin enn er langt burtur, sendiboð avstað at spyrja um friðartreytirnar. 33Somuleiðis kann heldur eingin tykkara, sum ikki avsigur alt tað, ið hann eigur, vera lærusveinur mín. 34Saltið er víst gott; men verður saltið sjálvt dovið, av hvørjum skal tað tá fáa kraft aftur? 35Tað dugir hvørki til mold ella tøð; tey blaka tað út. Ein og hvør, sum oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!»
Currently Selected:
Evangeliið eftir Lukas 14: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society