Tí at hvør tykkara, sum ætlar at byggja eitt torn, setist ikki fyrst niður og roknar kostnaðin, um hann hevur nóg mikið at gera tað liðugt fyri; til tess at tað ikki skal verða, tá ið hann hevur lagt grundina og ikki er mentur at fullføra verkið, at øll, sum síggja tað, skulu fara at spotta hann og siga: «Hesin maðurin setti á at byggja og var ikki mentur at fullenda.»