Evangeliið eftir Lukas 13
13
Dripnir Galileingar og tornið í Siloam
1Men um sama leitið vóru har nakrir hjástaddir, sum søgdu honum frá teimum Galileingum, sum Pilatus hevði blandað blóðið av saman við ofrum teirra. 2Og hann svaraði og segði við teir: «Halda tit, at hesir Galileingarnir vóru størri syndarar enn allir aðrir Galileingar, av tí at teir hava verið fyri hesum. 3Nei, sigi eg tykkum; men um tit ikki venda um, tá skulu tit allir umkomast á sama hátt. 4Ella teir átjan, sum tornið í Siloam datt oman yvir og varð at bana, halda tit, at teir vóru sekari enn alt hitt fólkið, sum býr í Jerúsalem? 5Nei, sigi eg tykkum; men um tit ikki venda um, tá skulu tit allir umkomast á sama hátt.»
Líknilsið um fikutræið
6Og hann segði hetta líknilsi: «Ein maður átti eitt fikutræ, sum var sett niður í víngarði hansara; og hann kom og leitaði eftir frukt á tí og fann onga. 7Hann segði tá við víngarðsmannin: «Sí, nú havi eg í trý ár komið og leitað eftir frukt á hesum fikutræi og havi onga funnið; høgg tað upp; hví skal tað arma jørðina út aftrat?» 8Men hann svaraði og segði við hann: «Harri, lat tað standa enn hetta árið, til eg fái grivið uttan um tað og taðað tað; 9hvør veit, um tað tá ikki fer at bera frukt í komandi tíð; men verður tað ikki, so kanst tú tá høgga tað upp.»
Jesus grøðir kropnaða konu
10Og hann lærdi í einum av samkomuhúsunum ein hvíludag. 11Og sí, har var kona, sum hevði havt ein veikleiks anda í átjan ár; og hon var kropnað saman og orkaði ikki á nakran hátt at rætta seg upp. 12Men tá ið Jesus bar eyga við hana, rópaði hann hana til sín, og segði við hana: «Kvinna, tú ert loyst frá veikleika tínum!» 13Og hann legði hendurnar á hana, og í stundini rættist hon upp og lovaði Guði. 14Men forstøðumaðurin fyri samkomuhúsinum, sum var illur um, at Jesus hevði grøtt um hvíludagin, tók til orða og segði við mannamúgvuna: «Tað eru seks dagar, sum tað eigur at verða arbeitt í; teir dagarnar kunnu tit koma og verða grødd, og ikki hvíludagin.» 15Men Harrin svaraði honum og segði: «Tykkara falsarar! Loysir ikki ein og hvør tykkara oksa sín ella ásin sítt av básinum um hvíludagin og leiðir tey at drekka? 16Men henda konan, sum er dóttir Ábrahams og sum Sátan hevur hildið bundna í fjøtrum, og tað í átjan ár, átti hon ikki at verða loyst úr hesum bandi ein hvíludag?» 17Og tá ið hann segði hetta, vórðu allir mótstøðumenn hansara fyri skommum, og øll mannfjøldin gleddist yvir alt tað dýrdarríka, sum hann gjørdi.
Sinopskornið og súrdeiggið
18Hann segði tá: «Hvørjum er Guðs ríki líkt, og hvat skal eg líkna tað við? 19Tað er líkt einum sinopskorni, sum ein maður tók og setti niður í urtagarð sín; og tað vaks og varð til eitt træ, og himmalsins fuglar bygdu reiður í greinunum á tí.» 20Og aftur segði hann: «Hvat skal eg líkna Guðs ríki við? 21Tað er líkt súrdeiggi, sum ein kona tók og legði í trý mál av mjøli, inntil alt samalt var sýrað.»
Hann hóttir Ísrael
22Og hann fór úr staði í stað og úr bygd í bygd og lærdi, alt meðan hann helt fram ferð síni til Jerúsalem. 23Men onkur segði við hann: «Harri, eru tað fá, ið verða frelst?» Men hann segði við tey: 24«Stríðist fyri at koma inn ígjøgnum hinar trongu dyrnar; tí at mong, sigi eg tykkum, skulu royna at koma inn, og kunnu tað ikki. 25Um tit tá fyrstani, tá ið húsbóndin er farin upp og hevur stongt dyrnar, geva tykkum til at standa fyri uttan at banka á dyrnar og siga: «Harri, lat okkum upp!» tá man hann svara og siga við tykkum: «Eg veit ikki, hvaðan tit eru.» 26Tá munnu tit fara at siga: «Vit hava etið og drukkið fyri eygunum á tær, og tú hevur lært á gøtunum hjá okkum.» 27Og hann skal tá siga: «Eg sigi tykkum, eg veit ikki, hvaðan tit eru. Víkið frá mær øll tit, sum gera órætt!» 28Har skal verða grátur og tannagrísl, tá ið tit fáa at síggja Ábraham og Ísak og Jákup og allar profetarnar í Guðs ríki, men tykkum sjálv koyrd uttanfyri. 29Og tey skulu koma eystaneftir og vestaneftir og norðaneftir og sunnaneftir og setast til borðs í Guðs ríki. 30Og sí, til eru síðstir, sum skulu verða fyrstir, og til eru fyrstir, sum skulu verða síðstir.»
Dómur yvir Jerúsalem
31Á somu stund komu nakrir Farisearar og søgdu við hann: «Far avstað og halt burtur hiðani, tí at Heródes ætlar at drepa teg.» 32Og hann segði við teir: «Farið tit og sigið við henda revin: Sí, eg reki út illar andar og gevi heilsubót í dag og í morgin, og triðja dagin eri eg komin á enda; 33men eg eigi at halda ferð míni fram í dag og í morgin og dagin eftir; tí at tað sømir seg ikki, at ein profetur letur lívið aðrar staðir enn í Jerúsalem. 34Jerúsalem, Jerúsalem! tú sum tekur profetarnar av lívi og steinar teir, sum eru sendir til tín, hvussu ofta havi eg viljað savnað saman børn tíni, eins og høna ungar sínar undir veingirnar á sær, – og tit vildu ikki. 35Sí, hús tykkara skal verða latið til tykkara sjálvs. Men eg sigi tykkum, at tit skulu als ikki síggja meg, fyrr enn tann tíðin kemur, tá ið tit siga: Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni!»
Currently Selected:
Evangeliið eftir Lukas 13: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society