Evangeliið eftir Lukas 12
12
Súrdeiggj Farisearanna
1Men um tað mundið, tá ið mannfjøldin hevði tyrpst saman í túsundtali, so at hvør varð undir traðkaður av øðrum, tók hann til orða og segði við lærusveinar sínar: «Varið tykkum fram um alt fyri súrdeiggi Farisearanna, tí at tað er svik og fals. 2Men einki er fjalt, sum ikki skal koma upp, og einki er loynt, sum ikki skal verða kunnigt. 3Tess vegna skal alt tað, sum tit hava talað í myrkri, verða hoyrt í ljósi, og tað, sum tit hava lýtt í oyruni í kømrum, verða kunngjørt uppi á tekjunum.
Óttist ikki ...
4Men eg sigi tykkum, vinir mínir, óttist ikki teir, sum sláa likamið í hel og so ikki longur eru mentir at gera nakað meir; 5men eg skal sýna tykkum, hvønn tit skulu óttast. Óttist hann, sum aftan á at hann hevur dripið, hevur vald til at kasta í helviti. Ja, tað sigi eg tykkum, óttist hann. 6Verða ikki fimm spurvar seldir fyri tveir skillingar? og ikki ein teirra er tó gloymdur hjá Guði. 7Ja, um tað so eru hárini á høvdi tykkara, so eru tey tøld øll somul. Óttist ikki, tit eru meira verdir enn mangir spurvar. 8Men eg sigi tykkum: Hvør tann, sum kennist við meg fyri monnum, hann skal eisini menniskjusonurin kennast við fyri einglum Guðs. 9Men tann, sum avnoktar meg fyri monnum, hann skal verða avnoktaður fyri einglum Guðs. 10Og hvør tann, sum mælir orð móti menniskjusoninum, honum skal tað verða fyrigivið; men honum, sum talar spottandi móti andanum heilaga, skal tað ikki verða fyrigivið. 11Men tá ið tey fara við tykkum inn í samkomuhús síni og inn fyri teir, sum ráðið og valdið hava í landinum, tá stúrið ikki fyri, hvussu ella við hvørjum tit skulu verja tykkum, ella hvat tit skulu siga. 12Tí at heilagi andin skal læra tykkum á somu stund tað, sum tit eiga at siga.»
Hin ríki bóndin
13Men nakar úr mannfjøldini segði við hann: «Meistari, sig við bróður mín at skifta arvin við meg!» 14Men hann segði við hann: «Maður, hvør hevur sett meg til dómara ella skiftingarmann tykkara millum?» 15Og hann segði við tey: «Ansið eftir og varið tykkum fyri øllum gírni, tí at um onkur hevur almikið góðs, so stendur tó ikki lív hansara í tí, hann eigur.» 16Men hann segði teimum eitt líknilsi: «Eina ferð var ein ríkur maður, og jørðin hjá honum hevði fruktað ógvuliga væl. 17Og hann hugsaði við sær sjálvum og helt fyri: «Hvat skal eg gera? Tí at eg havi ikki húsarúmd, so at eg fái beint fyri grøði míni.» 18Og hann segði: «Hetta vil eg gera; eg vil bróta niður løður mínar og byggja aðrar størri, og har skal eg savna alla grøði mína og alt góðs mítt.» 19Og eg vil siga við sál mína: «Sál, nú hevur tú mikið góðs og fæ niður fyri til mong ár; hvíl teg nú, et og drekk og ver glað!» 20Men Guð segði við hann: «Tín dári! í hesi nátt verður sál tín heimtað av tær; og hvør skal tá fáa tað, sum tú hevur vunnið?» 21Soleiðis gongst tí, sum savnar sær ríkidømi og ikki er ríkur í Guði.»
Stúrið ikki ...
22Men hann segði við lærusveinar sínar: «Tí sigi eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívinum, hvat tit skulu fáa at eta; ikki heldur fyri likaminum, hvat tit skulu fáa at fara í. 23Lívið er meira enn maturin, og likamið meira enn klæðini. 24Gevið gætur eftir ravnunum; teir hvørki sáa ella heysta, teir hava hvørki hjall ella løðu, og Guð føðir teir. Hvussu nógv eru ikki tit mætari enn fuglarnir. 25Men hvør tykkara kann við stúran síni leggja eina alin aftur at hædd síni? 26Tá ið tit nú ikki eru førir fyri tí minsta, hví stúra tit tá fyri øllum hinum? 27Gevið gætur eftir liljunum, hvussu tær vaksa; tær arbeiða ikki, hvørki spinna ella veva; men eg sigi tykkum, at ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var skrýddur eins og ein teirra. 28Men tá ið Guð soleiðis klæðir grasið á markini, sum stendur í dag, men í morgin verður blakað í ovnin, hvør mikið meira tá tykkum, tit fátrúnu! 29Og spyrjið tit tí ikki um, hvat tit skulu fáa at eta, og hvat tit skulu fáa at drekka, og verið ikki hugfalnir! 30Tí at um alt hetta er tað, at heidningarnir í heiminum spyrja; men faðir tykkara veit, at tykkum tørvast hetta. 31Søkið heldur ríki hansara, tá skal hetta verða tykkum givið umframt. 32Ber ei ótta, tú fylgið lítla, tí at væl hevur tað líkað faðir tykkara at geva tykkum ríkið! 33Seljið ognarlutir tykkara og gevið olmussu. Gerið tykkum pungar, sum ikki verða slitnir, ein skatt, sum ikki minkar, í himlunum, har sum tjóvur ikki kemur at, og ei heldur mølur etur upp; 34tí at har sum skattur tykkara er, har vil eisini hjarta tykkara vera.
Verið búnir ...
35Lendar tykkara veri gyrdar, og ljós tykkara veri brennandi! 36Og verið tit sjálvir líkir monnum, sum bíða eftir húsbónda sínum, tá ið hann kemur heim aftur úr brúdleypi, at teir við tað sama, tá ið hann kemur og bankar á dyrnar, kunnu lata honum upp. 37Sælir eru teir húskallar, sum húsbóndin finnur vakandi, tá ið hann kemur. Sanniliga sigi eg tykkum, at hann man gyrða seg og seta teir til borðs og fara at borðreiða fyri teimum. 38Og um hann kemur á miðjari nátt, og um hann kemur í lýsing og finnur teir soleiðis, sælir eru teir. 39Men hetta skilja tit, at hevði húsbóndin vitað, hvønn tíma tjóvurin kom, tá mundi hann vakið og ikki latið verið innbrot í hús síni. 40So verið tit tá búnir, tí at tann tíma, sum tit ikki halda, kemur menniskjusonurin!» 41Men Pætur segði við hann: «Harri, er tað okkum, tú sigur hetta líknilsi, ella øllum øðrum eisini?» 42Og Harrin segði: «Hvør er tá hin trúgvi og hygni húskallur, sum húsbóndin man seta yvir húsfólk sítt at geva teimum verðir teirra á rættum tíma? 43Sælur er tann húskallur, sum húsbóndin finnur gerandi soleiðis, tá ið hann kemur. 44Sanniliga sigi eg tykkum, hann skal seta hann yvir øllum tí, hann eigur. 45Men um hesin sami húskallur sigur í hjarta sínum: «Húsbóndi mín man verða drúgvur at koma;» og hann tá fer at sláa dreingirnar og arbeiðiskonurnar og at eta og drekka og stoyta seg fullan, 46tá skal húsbóndin hjá tí húskalli koma ein dag, hann ikki væntar, og ein tíma, hann ikki veit av, og høgga hann sundur í tógvar lutir og lata hann fáa lut sín við hinum ótrúgvu. 47Men tann húskallur, sum veit vilja húsbónda síns og einki hevur gjørt til reiðar ella gjørt eftir vilja hansara, skal fáa mong høggini; 48men tann, sum ikki veit hann, og hevur gjørt tað, ið er høgg vert, skal fáa fá høggini. Men av einum og hvørjum, sum mikið er givið, skal mikið verða kravt, og einum og hvørjum, sum mikið er litið til, skal tess meira verða kravt av.
Evangeliið skal elva stríð
49Eld eri eg komin at kasta á jørðina, og hvør vildi eg, at hann longu var birtur! 50Men ein dóp havi eg at verða doyptur, og hvør kvíði eg, til hann er liðugur! 51Halda tit, at eg eri komin at geva frið á jørðini? Nei, sigi eg tykkum, heldur ósemju. 52Tí frá hesi stund skulu fimm í einum húsi ikki sita um sátt, trý móti tveimum og tvey móti trimum. 53Tey skulu verða ósamd, faðir móti syni og sonur móti faðir, móðir móti dóttur og dóttir móti móður, vermóðir móti sonarkonu og sonarkona móti vermóður.»
Fólkið andaliga blint
54Og hann segði eisini við fólkið: «Tá ið tit síggja eitt skýggj koma upp í vestri, siga tit alt fyri eitt: «Tað kemur regn,» og soleiðis verður. 55Og tá ið tit síggja, at tað er vindur av suðri, siga tit: «Tað verður brenniterri,» og tað verður. 56Tykkara falsarar, útsjónd jarðarinnar og himmalsins duga tit á at skyna; men hesi tíðini, hvussu ber tað til, at tit ikki duga at skyna á henni? 57Og hví døma tit ikki av tykkum sjálvum, hvat ið rætt er? 58Tí at meðan tú ert á leið við mótstøðumanni tínum til yvirvøldina, tá legg tær á veginum eina við at koma til sættis við hann, at hann ikki skal fara fyri dómaran við tær; tí at dómarin man flýggja fangavaktaranum teg, og fangavaktarin man koyra teg í fangahús. 59Eg sigi tær, tú sleppur als ikki út aftur haðani, fyrr enn tú hevur rindað eisini hitt seinasta oyrað.»
Currently Selected:
Evangeliið eftir Lukas 12: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society