YouVersion Logo
Search Icon

Dómarabókin 9

9
Miseydnaða kongsdømi Ábimeleks og dømisøga Jótams
1Men Ábimelek Jerubbáalsson fór til móðurbrøður sínar í Sikem og segði við teir og við alt ættarfólkið í húsi móðurfaðirs síns: 2«Setið henda spurning fram fyri allar íbúgvar Sikems: Hvat líkar tykkum betur, at sjeyti mans – allir synir Jerubbáals – valda tykkum, ella at ein maður valdar tykkum? Minnist væl til, at eg eri bein tykkara og hold tykkara!» 3Móðurbrøður hansara søgdu tá alt hetta um hann fyri øllum íbúgvum í Sikem, og teir fingu tokka til Ábimeleks, tí at teir søgdu: «Hann er jú bróðir okkara.» 4Og teir góvu honum úr húsi Báal-Berits sjeyti siklar í silvuri, og fyri tað leigaði Ábimelek sær letingar og rekavætti, sum bundu felag við hann. 5Síðan fór hann heim í hús faðirs síns í Ofra og drap brøður sínar, synir Jerubbáals, sjeyti mans, á einum steini; einans Jótam, yngsti sonur Jerubbáals, varð eftir, av tí at hann hevði krógvað seg. 6Tá savnaðust saman allir Sikembúgvar og alt hús Millos; og teir fóru og gjørdu Ábimelek til kong við steinsúlueikina, sum er í Sikem. 7Tá ið Jótam frætti hetta, fór hann og tók støðu dygst uppi á Gárizim fjalli; og hann hevjaði rødd sína, kallaði og mælti til teirra: «Lýðið á meg, Sikembúgvar, so at Guð má lýða á tykkum! 8Einaferð fóru trøini at kjósa sær kong; tey søgdu tá við oljutræið: Ver tú nú kongur yvir okkum! 9Men oljutræið svaraði teimum: Skuldi eg givið yvir fiti mína, sum gudar og menn heiðra meg fyri, og farið at reiggja uppi yvir trøunum? 10Tá søgdu trøini við fikutræið: Kom tú og ver kongur yvir okkum! 11Men fikutræið svaraði teimum: Skuldi eg givið søtleika mín og dýrmæta ávøkst yvir og farið at reiggja uppi yvir trøunum? 12Og trøini søgdu við víntræið: Kom tú og ver kongur yvir okkum! 13Men víntræið svaraði teimum: Skuldi eg givið yvir vínløg mín, ið gleðir bæði gudar og menn, og farið at reiggja uppi yvir trøunum? 14Tá søgdu øll trøini við tornarunnin: Kom tú og ver kongur yvir okkum! 15Men tornarunnurin segði við trøini: Vilja tit av sonnum salva meg til kongs yvir tykkum, tá komið og leitið tykkum lívd í skugga mínum; men er tað ikki so, tá komi eldur úr tornarunninum og avoyði sedristrøini á Libanon! 16Um tit nú hava sýnt trúfesti og rættlæti, tá ið tit gjørdu Ábimelek til kongs, og um tit hava gjørt væl við Jerubbáal og húski hans og gjørt móti honum tað, sum hann hevði uppiborið – 17faðir mín hevur jú stríðst fyri tykkum og vágað lívið fyri at bjarga tykkum undan valdi Midians; 18men tit hava í dag risið upp ímóti ætt faðirs míns og dripið synir hansara, sjeyti mans, á einum steini og tikið Ábimelek, son trælkonu hans, til kongs yvir Sikembúgvum, av tí at hann er bróðir tykkara – 19ja, um tit á hesum degi hava sýnt trúfesti og rættlæti móti Jerubbáali og húski hans, gævi at tit tá mega fáa gleði av Ábimeleki, og gævi at hann tá má fáa gleði av tykkum! 20Men um ikki er so, tá komi eldur frá Ábimeleki og oyði Sikembúgvar og hús Millos, og tá komi eldur frá Sikembúgvum og húsi Millos og oyði Ábimelek!» 21Síðan helt Jótam undan og flýddi burtur og fór til Beer; har settist hann niður av ótta fyri Ábimeleki, bróður sínum.
22Tá ið Ábimelek hevði valdað Ísrael í trý ár, 23sendi Guð illan anda upp ímillum Ábimeleks og Sikembúgva, so at Sikembúgvar sviku Ábimelek, 24til tess at hevna illgerðina móti hinum sjeyti sonum Jerubbáals og til tess at lata blóð teirra koma yvir Ábimelek, bróður teirra, sum hevði dripið teir, og yvir Sikembúgvar, ið høvdu elvt honum til at drepa brøður sínar. 25Sikembúgvar lótu tá menn leggja seg á loynum eftir honum dygst uppi á fjøllunum, og teir rændu allar, sum komu fram við teimum eftir vegnum; hetta varð sagt fyri Ábimeleki.
26Tá kom Gáal Ebedsson við brøðrum sínum; teir hildu inn í Sikem; og Sikembúgvar troystaðu á teir. 27Og teir fóru út í bøin at tína vínber í víngørðunum, tróðu tey og hildu hátíð, gingu inn í hús guds síns, ótu og drukku og bølbóðu Ábimelek. 28Tá mælti Gáal Ebedsson: «Hvør er Ábimelek, og hvør er Sikem, at vit skulu træla undir honum? Eiga ikki sonur Jerubbáals og Zebul, fúti hansara, heldur at træla undir monnum Hámors, ættarfaðir Sikems? Hví skulu vit tá træla undir honum? 29Eg vildi, at eg valdaði hesum fólki, so skuldi eg skjótt beint fyri Ábimeleki! Eg skuldi sagt við hann: Nør bert um her tín og kom út!» 30Tá ið Zebul borgarhøvdingi, hoyrdi hesi orð Gáals Ebedssonar, tendraðist vreiði hans; 31og hann sendi ørindrekar á fund Ábimeleks í Áruma og læt siga: «Sí, Gáal Ebedsson og brøður hans eru komnir til Sikem; og teir øsa upp staðin móti tær. 32Far nú upp á nátt, tú og menn tínir, og leggið tykkum á loynum á víðavangi. 33Og snimma um morgunin, tá ið roðar fyri sól, skalt tú fara upp og ráðast á borgina. Hann man tá fara út til tín við monnum sínum; og skalt tú tá fara við honum, eins og tú fært høvi til!» 34Ábimelek fór um náttina við øllum monnum sínum og legði seg á loynum móti Sikem í fýra flokkum. 35Gáal Ebedsson kom nú út og tók støðu við borgarliðið; og í sama bili lupu Ábimelek og menn hans fram úr loynistaði sínum. 36Tá ið Gáal bar eyga við menninar, segði hann við Zebul: «Sí, har koma menn oman av fjøllunum!» Men Zebul svaraði honum: «Tað er fjallaskuggin, sum tú heldur vera menn.» 37Men Gáal helt áfram og segði: «Jú, har koma menn oman av Landsnalvanum, og ein flokkurin kemur eftir vegnum móti Spásagnareikini!» 38Tá mælti Zebul við hann: «Hvar eru nú tíni stóru orð, tú, sum segði: Hvør er Ábimelek, at vit skulu træla undir honum! Munnu hatta ikki vera teir menn, sum tú einkisvirdi? Far nú út í bardaga við teir!» 39Tá fór Gáal á odda fyri Sikembúgvum út at berjast við Ábimelek. 40Men Ábimelek ráddist so harðliga á hann, at hann flýddi undan honum, og mangir lógu vignir alla leiðina alt at borgarliðinum. 41Síðan settist Ábimelek niður í Áruma. Men Zebul rak Gáal og ætt hansara út úr Sikem.
42Dagin eftir fór fólkið út í hagan; hetta frætti Ábimelek. 43Hann tók tá menn við sær, skipaði teir í tríggjar flokkar og legði seg á loynum á víðavangi; og tá ið hann sá fólkið koma út úr borgini, herjaði hann á tey og vann sigur av teimum. 44Ábimelek og tann flokkurin, sum við honum var, tustu nú fram og tóku støðu við borgarliðið, meðan hinir báðir flokkarnir ráddust á tey, sum vóru úti í haganum, og vógu tey. 45Allan dagin bardist Ábimelek um borgina; at endanum hertók hann hana og drap fólkið, sum har var; síðan breyt hann borgina niður og stroyddi hana við salti.
46Tá ið tey, sum hølaðust í Sikemtorninum, hoyrdu hetta, gingu tey niður í hválvið undir húsi El-Berits. 47Og tá ið Ábimelek frætti, at øll í Sikemtorninum vóru samankomin har, 48fór hann og alt liðið, sum við honum var, niðan á Zalmonfjallið, og hann tók øks í hond, høgdi greinar av trøunum og tók tær upp á herðar sínar; og hann segði við liðið, sum við honum var: «Skundið tykkum og gerið tað sama, sum tit sóu meg gera!» 49Tá fór hvør maður at høgga greinar og hildu aftan á Ábimelek, og teir løgdu tær yvir hválvið og settu eld á hválvið uppi yvir teimum. Soleiðis doyðu øll, sum vóru í Sikemtorninum, okkurt um túsund kallar og konur.
50Síðan fór Ábimelek móti Tebez, og hann kringsetti Tebez og vann hana. 51Men í miðjari borgini var sterkt torn; hagar flýddu bæði kallar og konur, ja allir borgarbúgvar lokaðu eftir sær og gingu upp á takið á torninum. 52Ábimelek kom nú fram at torninum og gjørdi álop á tað; men tá hann nærkaðist durum tornsins til tess at seta eld á tað, 53kastaði kona ovara kvarnarstein í høvdið á Ábimeleki og smildraði høvuðskalla hansara. 54Hann rópaði tá alt í einum á sín vápnasvein og bað hann bregða svørðinum og drepa seg, til tess at tað ikki skuldi verða sagt, at hann var vigin av konu. Vápnasveinur hansara rendi tá svørðið gjøgnum hann, og soleiðis læt hann lív. 55Men tá ið Ísraelsmenn sóu, at Ábimelek var deyður, fóru teir hvør heim til sín sjálvs.
56Soleiðis endurgalt Guð Ábimeleki tað illa, sum hann hevði gjørt ímóti faðir sínum, tá ið hann drap hinar sjeyti brøður sínar. 57Og allan illskap Sikembúgva læt Guð koma oman yvir teir sjálvar. Soleiðis sannaðist tað illa, sum Jótam Jerubbáalsson hevði biðið oman yvir teir.

Currently Selected:

Dómarabókin 9: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in