YouVersion Logo
Search Icon

Dómarabókin 8

8
Efraimitar øvundsjúkir
1Tá søgdu Efraimitar við hann: «Hvat er hetta, tú hevur gjørt ímóti okkum, ikki at stevna okkum saman, tá ið tú fórt í hernað ímóti Midianitum!» Og teir høvdu harðliga at honum. 2Men hann segði við teir: «Hvat havi eg útint aftur ímóti tykkum? Er ikki Efraims eftirtíningur betri enn Ábiezers vínberjainnbering? 3Í tykkara hendur gav Guð høvdingar Midians, Óreb og Zeeb, hvat kann eg gera í samanburði við tykkum?» Tá ið hann segði hetta, blíðkaðust teir aftur við hann.
Gideon sigrar, revsar Sukkot og Penuel
4Gideon kom nú at Jórdan og fór yvirum við teim trý hundrað monnum, ið við honum vóru; men teir vóru útmøddir og svangir. 5Hann segði tá við Sukkotbúgvar: «Gevið monnum mínum eitt sindur til matna; tí at teir eru útlúgvaðir, av tí at eg elti teir: Zeba og Zalmunna, Midians kongar.» 6Men høvdingarnir í Sukkot svaraðu: «Hevur tú nú fingið Zeba og Zalmunna soleiðis undir títt vald, at vit mega geva heri tínum mat?» 7Tá mælti Gideon: «Íðan so, so skal eg, tá ið Harrin gevur Zeba og Zalmunna upp í hendur mínar, treskja hold tykkara við oyðimarkartornum og tistlum!» 8Haðan fór hann niðan til Penuel og mælti á sama hátt við Penuelbúgvar; men tá ið teir svaraðu honum tað sama sum Sukkotbúgvar, 9segði hann við teir: «Tá ið eg komi aftur í øllum góðum, skal eg bróta niður varnarvirkið her.»
10Men Zeba og Zalmunna vóru í Karkor saman við herliðum sínum, okkurt um fimtan túsund mans, allir teir, ið eftir vóru av øllum heri eysturbúgva, meðan eitt hundrað og tjúgu túsund mans vóru falnir, allir førir til víggja. 11Gideon fór nú tjaldbúgvaleiðina fyri eystan Nóba og Jogbeha og ráddist á herin, ið einki ilt vardi. 12Zeba og Zalmunna flýddu, men hann helt aftan á teir og tók á hondum báðar kongar Midians Zeba og Zalmunna og loypti ekka á allan herin.
13Tá ið Gideon Jóasjson kom aftur úr orrustuni úr Heresstíggjum, 14fekk hann fatur á ungan mann úr Sukkot og bað hann skriva sær upp nøvnini á høvdingunum og hinum elstu í Sukkot, sjeyti og sjey mans. 15Og tá ið hann kom aftur til Sukkotmanna, segði hann við teir: «Her hava tit Zeba og Zalmunna, sum tit háðaðu meg við og søgdu: Hevur tú longu fingið so fastatøkur á Zeba og Zalmunna, at vit skulu geva útlúgvaðu monnum tínum mat?» 16Síðan tók hann hinar elstu í borgini og tistlar oyðimarkarinnar og tornir og treskti íbúgvar Sukkots við teimum. 17Hann breyt niður varnarvirkið í Penuel og drap borgarbúgvarnar. 18Síðan segði hann við Zeba og Zalmunna: «Hvussu vóru teir menn, ið tit drópu við Tábor?» Teir svaraðu: «Teir líktust tær, vóru allir meinlíkir kongasonum til útsjóndar.» 19Tá mælti hann: «Tað hava verið brøður mínir, synir móður mínar. So satt sum Harrin livir, høvdu tit givið teimum grið, so skuldi eg ikki dripið tykkum!» 20Síðan segði hann við Jeter, frumgitna son sín: «Far og drep teir!» Men sveinurin tordi ikki at bregða svørðinum, av tí at hann enn var so ungur. 21Tá søgdu Zeba og Zalmunna við hann: «Kom tú sjálvur og legg til okkara, tí at sum maðurin er, svá er styrki hans!» Tá fór Gideon og drap Zeba og Zalmunna; og hann tók hálvmánarnar, sum kamelar teirra høvdu um hálsin.
Gideon vil ikki vera kongur, setir upp akulmynd í Ofra
22Tá søgdu Ísraelsmenn við Gideon: «Valda tú okkum, bæði tú og sonur tín og sonarsonur tín, tí at tú hevur frelst okkum undan valdi Midians.» 23Men Gideon svaraði teimum: «Hvørki skal eg ella sonur mín valda tykkum, men Harrin skal valda tykkum!» 24Tá segði Gideon við teir: «Hetta vil eg biðja tykkum um: Flýggið mær teir ringar, sum hvør tykkara hevur í herfongi sínum.» Tí at hinir bóru ringar av gulli, av tí at teir vóru Ísmaelitar. 25Tá søgdu teir: «Fegnir vilja vit geva tær teir.» Hann breiddi tá skikkjuna út; og hvør teirra kastaði har á teir ringar, sum hann hevði í herfongi sínum. 26Og tyngdin av gullringunum, sum hann hevði biðið um, var eitt túsund og sjey hundrað siklar í gulli umframt hálvmánarnar og perlurnar og purpurklæðini, sum kongar Midians bóru, og umframt festini, sum kamelarnir høvdu um hálsin. 27Gideon gjørdi úr hesum akulmynd og setti hana upp í bygd síni Ofra; og allir Ísraelsmenn dýrkaðu hana sum hjágud; hetta varð ein snerra fyri Gideon og hús hans.
Friður
28Soleiðis máttu Midianitar lúta fyri Ísraelsmonnum og hevjaðu ikki høvur aftur; og landið hevði frið í fjøruti ár, meðan Gideon var á lívi.
Synir Gideons, deyði hans
29Síðan fór Jerubbáal Jóasjson heim og búði í húsi sínum. 30Gideon átti sjeyti synir, ið gingnir vóru út av lendum hans, tí at hann hevði nógvar konur. 31Ein hjákonan, sum hann hevði í Sikem, føddi honum son, sum hann nevndi Ábimelek. 32Gideon Jóasjson doyði í góðari elli og varð jarðaður í grøvini hjá faðir sínum Jóasj Ábiezrita í Ofra. 33Men tá ið Gideon var deyður, tóku Ísraelsmenn aftur at dríva hor við Báalunum og gjørdu sær Báal-Berit til gud. 34Ísraelsmenn høvdu ikki Harran, Guð sín, í huga, hann, sum hevði bjargað teimum úr hondum alra fígginda teirra kring um teir. 35Og teir sýndu onga góðvild móti húsi Jerubbáals, Gideons, hóast alt tað góða, sum hann hevði gjørt Ísrael.

Currently Selected:

Dómarabókin 8: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in