YouVersion Logo
Search Icon

Dómarabókin 10

10
Tóla og Jáir
1Eftir Ábimelek reis upp Tóla Puason, Dódosonar, til at bjarga Ísrael. Hann var ættaður úr Issakar og búði í Sjámir á Efraims fjøllum. 2Og hann var dómari í Ísrael tjúgu og trý ár. Síðan andaðist hann og varð jarðaður í Sjámir.
3Eftir hann reis upp Jáir Gileaditi og var dómari í Ísrael í tjúgu og tvey ár. 4Hann átti tríati synir; teir riðu á tríati asnafolum og høvdu tríati borgir; tær eita enn í dag Jáirs tjaldbygdir og standa í Gileads landi. 5Síðan andaðist Jáir og varð jarðaður í Kámon.
Ísraelsmenn falla frá, koma í neyð og iðra seg
6Men Ísraelsmenn hildu áfram at gera tað, ið ilt var í eygum Harrans og dýrkaðu Báalar og Ástartur og gudar Áramita og Zidonita og gudar Móabita og Ammonita og gudar Filista og søgdu burtur Harran og dýrkaðu hann ikki. 7Tá tendraðist vreiði Harrans móti Ísrael, og hann gav teir Filistum og Ammonitum upp í hendur. 8Og teir nívdu og kúgaðu Ísraelsmenn tað árið; og í átjan ár kúgaðu teir allar Ísraelsmenn, sum búðu handan fyri Jórdan í landi Ámorita í Gilead. 9Ja, Ammonitar hildu yvir um Jórdan til at herja á Júda og Benjamin og Efraims hús, so at Ísraelsmenn vórðu illa trongdir. 10Tá rópaðu Ísraelsmenn til Harrans og søgdu: «Vit hava syndað móti tær; tí at vit hava sagt burtur Harran, Guð okkara, og hava dýrkað Báalarnar. 11Men Harrin svaraði Ísraelsmonnum: «Hava ikki Egyptar, Ámoritar, Ammonitar, Filistar, 12Zidonitar, Ámalekitar og Midianitar nívt tykkum? Og tá ið tit rópaðu til mín um hjálp, frelsti eg tykkum úr hondum teirra. 13Men tit hava sagt meg burtur og hava dýrkað aðrar gudar; tí vil eg ikki hjálpa tykkum aftur. 14Farið nú og rópið teir gudar um hjálp, sum tit hava kosið tykkum! Latið teir nú hjálpa tykkum í neyð tykkara!» 15Tá søgdu Ísraelsmenn við Harran: «Vit hava syndað! Ger við okkum, rætt sum tær líkar! Men frels okkum nú hesa einu ferðina!» 16Síðan tveittu teir frá sær hinar fremmandu gudar og dýrkaðu Harran. Tá harmaðist hann yvir eymd Ísraels.
17Ammonitar savnaðust nú saman og settu herbúðir sínar í Gilead. Eisini Ísraelsmenn savnaðust og settu herbúðir sínar í Mizpa. 18Tá segði fólkið, høvdingar Gileads, hvør við annan: «Hvør er tann maður, ið fyrstur vil hevja orrustu móti Ammonitum? Hann skal verða høvdingi yvir øllum Gileadbúgvum.»

Currently Selected:

Dómarabókin 10: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in