Dómarabókin 11
11
Søga Jefta
1Jefta Gileaditi var mikil hetja; men hann var skøkjusonur. Gilead hevði gitið Jefta. 2Men eisini kona Gileads føddi honum synir; og tá ið teir vóru tilkomnir, róku teir Jefta burtur og søgdu við hann: «Ikki skalt tú fáa arv í ætt faðirs okkara, tí at tú ert sonur fremmanda konu.» 3Tá flýddi Jefta undan brøðrum sínum og settist niður í landinum Tób. Har savnaðust um hann rekavætti, sum fylgdu honum á ferðum hans. 4Tá nú ein tíð var umliðin, fóru Ammonitar í hernað móti Ísrael. 5Og tá ið Ammonitar tóku at herja á Ísrael, fóru hinir elstu í Gilead eftir Jefta, til tess at fáa hann heim aftur úr landinum Tób. 6Teir søgdu við Jefta: «Kom og ver oddamaður okkara. Tá skulu vit berjast við Ammonitar.» 7Men Jefta svaraði teimum elstu í Gilead: «Hava tit ikki lagt hatur á meg og rikið meg burtur úr húsi faðirs míns? Hví koma tit til mín nú, tá ið tit eru staddir í neyð?» 8Men teir elstu í Gilead søgdu við Jefta: «Tessvegna eru vit nú aftur komnir til tín. Vilt tú koma við okkum móti Ammonitum, so skalt tú vera høvdingi alra teirra, sum búgva í Gilead.» 9Jefta svaraði teim elstu í Gilead: «Vilja tit hava meg aftur við tykkum til tess at berjast móti Ammonitum, og Harrin gevur teir undir mítt vald, so skal eg vera høvdingi tykkara.» 10Tá søgdu teir elstu í Gilead við Jefta: «Harrin veri hoyrnarvitni okkara millum! Vissuliga vilja vit gera, eins og tú hevur sagt!» 11Tá fór Jefta við teim elstu í Gilead, og fólkið setti hann sum høvdinga og oddamann yvir sær. Og Jefta tók uppaftur øll orð síni fyri Harranum í Mizpa.
Heiti og sigur Jefta
12Síðan sendi Jefta ørindreka á fund við kong Ammonita og læt siga: «Hvat er okkara millum, at tú kemur at herja á meg og land mítt?» 13Kongur Ammonita svaraði ørindrekum Jefta: «Jú, Ísraelsmenn løgdu undir seg land mítt, tá ið teir komu úr Egyptalandi, frá Arnon og alt at Jabbok og Jórdan. Lat tað nú frá tær aftur við góðum!» 14Jefta sendi tá aftur ørindrekar á fund við kong Ammonita 15og læt siga við hann: «So sigur Jefta: Ísrael legði ikki Móabs land undir seg ella land Ammonita. 16Men tá ið Ísraelsmenn fóru úr Egyptalandi og komu gjøgnum oyðimørkina at Reyðahavinum og vóru komnir til Kádesj, 17tá sendu teir ørindrekar á fund við Edóms kong og lótu siga: Loyv okkum at fara gjøgnum land títt! Men Edóms kongur vildi ikki hoyra. Eisini Móabs kongi sendu teir boð; men heldur ikki hann vildi hoyra. Ísrael varð tá verandi í Kádesj. 18Síðan komu teir gjøgnum oyðimørkina og fóru í bug kring um Edóms land og Móabs land og komu eystaneftir at Móabs landi og settu upp herbúðir sínar hinumegin Arnon, men komu ikki inn á landaøki Móabs, tí at Arnon er landamark Móabs. 19Ísrael sendi tá ørindrekar á fund við Sihon kong Ámorita, kongin av Hesjbon, og læt siga við hann: Loyv okkum at fara gjøgnum land títt hagar, ið vit ætla okkum. 20Men Sihon sýtti teimum loyvi at fara gjøgnum land sítt og savnaði alt herlið sítt, og teir settu upp herbúðir sínar í Jáhza til tess at berjast við Ísrael. 21Men Harrin, Ísraels Guð, gav Sihon og alt herlið hansara upp í hendur Ísraelsmanna, so at teir vunnu sigur av teimum og løgdu undir seg alt tað land, sum Ámoritar búðu í. 22Soleiðis løgdu teir undir seg alt landaøki Ámorita frá Arnon at Jabbok og frá oyðimørkini alt at Jórdan. 23Harrin, Ísraels Guð, rak sjálvur Ámoritar undan fólki sínum Ísrael; og nú ætlar tú at leggja land tess undir teg! 24Manst tú ikki ogna tær land teirra, ið Kemosj, gud tín, rekur burtur undan tykkum? Á sama hátt ogna vit okkum land teirra, ið Harrin, Guð okkara, rekur burtur undan okkum. 25Manst tú vera frægari enn Bálak Zipporsson, kongur av Móab? Klandraðist hann við Ísrael ella fór í hernað móti teimum? 26Í trý hundrað ár hava nú Ísraelsmenn búð í Hesjbon og umliggjandi bygdum, í Ároer og umliggjandi bygdum, og í øllum borgunum fram við Arnon; hví hava tit ikki tikið landið eftir øllum hesum árum? 27Eg havi ikki gjørt tær nakað, men tú bert teg illa at við at herja á meg. Harrin, sum er dómari, skal døma í dag millum Ísraelsmanna og Ammonita!» 28Men kongur Ammonita vildi ikki lurta eftir tí, sum Jefta læt siga við hann.
29Tá kom andi Harrans yvir Jefta, og hann fór ígjøgnum Gilead og Manasse; og hann fór til Mizpe í Gilead, og frá Mizpe í Gilead fór hann ímóti Ammonitum. 30Og Jefta gjørdi Harranum heiti og segði: «Um tú gevur Ammonitar upp í hendur mínar, 31tá skal tann, sum fyrstur kemur út úr húsi mínum móti mær, tá ið eg komi heim aftur í øllum góðum frá Ammonitum, hoyra Harranum til, og eg skal ofra honum hann sum brennioffur.» 32Síðan fór Jefta í hernað móti Ammonitum; og Harrin gav teir upp í hendur hansara, 33so at hann vann almiklan sigur á teimum frá Ároer og alla leið til Minnit – tjúgu borgir – og til Ábel-Keramin. Soleiðis máttu Ammonitar lúta fyri Ísraelsmonnum.
Dóttir Jefta
34Men tá ið hann kom heim aftur til Mizpe, sí, tá kom dóttir hansara út móti honum við glymskálum og dansi; hon var onkarbarn hansara; hann átti hvørki son ella dóttur umframt hana. 35Og tá ið hann bar eyga við hana, skræddi hann klæði síni sundur og rópaði: «Á, dóttir mín, tú veldir mær sorg og elvir mær miklan trega, tí at eg havi latið upp munn mín fyri Harranum, og eg kann ikki taka orð míni aftur!» 36Men hon segði við hann: «Faðir mín, hevur tú latið upp munn tín fyri Harranum, tá ger við meg eftir orðum tínum, nú tá ið Harrin hevur givið tær hevnd yvir fíggindar tínar, Ammonitarnar!» 37Og hon mælti við faðir sín: «Eitt biði eg teg um: Veit mær frest í tveir mánaðir, so at eg kann fara í fjøllini saman við vinkonum mínum at gráta yvir, at eg má doyggja sum ungmoy.» 38Hann svaraði: «Far!» Og hann sendi hana burtur í tveir mánaðir. Hon helt tá í fjøllini við vinkonum sínum at gráta yvir at skula doyggja sum ungmoy. 39Men tá ið teir tveir mánaðirnir vóru lidnir, kom hon heim aftur til faðirs síns; og hann gjørdi tá við hana samsvarandi heiti sínum. Men hon hevði ikki vitað av manni. Tað varð seinni siður í Ísrael, 40at Ísraelsdøtur ár eftir ár fara og hevja harmljóð um dóttur Jefta Gileadita fýra dagar á hvørjum ári.
Currently Selected:
Dómarabókin 11: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society