YouVersion Logo
Search Icon

Hebrearabrævið 7

7
Melkisedek
1Tí at hesin Melkisedek, Salem-kongur, prestur hins hægsta Guðs, hann sum gekk á fund Ábrahams, tá ið hann vendi aftur frá ósigri konganna, og vælsignaði hann, 2sum Ábraham eisini gav tíggjund av øllum, og sum, tá ið navn hansara verður týtt, fyrst er «rættlætis-kongur», tínæst eisini Salem-kongur, tað er «friðar-kongur», 3sum er uttan faðir, uttan móður, uttan ættartal, og hevur hvørki upphav daga ella enda lívs, men er gjørdur líkur syni Guðs, – hann verður verandi prestur með alla.
Størri enn Levisynir
4Men gáið eftir, hvussu stórur hann er, sum Ábraham, sjálvur ættarfaðirin, gav tíggjund av herfanginum! 5Og teir av Levisonum, sum fáa prestatænastuna, hava boð um at taka tíggjund av fólkinum, eftir lógini, tað er av brøðrum sínum, tó at hesir eru útgingnir av lend Ábrahams; 6men hesin, sum ikki telur ætt sína frá teimum, tók tíggjund av Ábrahami og vælsignaði tann, sum hevði fyrijáttanirnar. 7Men tað kann als ikki mælast ímót, at tað er hitt ringara, sum verður vælsignað av hinum mætara. 8Og her taka deyðiligir menn tíggjund; men har tók tann, sum vitnað verður um, at hann livir. 9Og gjøgnum Ábraham hevur at kalla sjálvur Levi, sum tekur tíggjund, latið tíggjund; 10tí at hann var enn í lend faðirs síns, tá ið Melkisedek gekk á fund hansara.
Prestadømið hjá Jødum er ófullkomið; Kristus hevur fingið tað fullkomna prestadømið frá Guði
11Hevði nú fullkomileiki verið at fingið við hitt leviska prestadømið – tí at tað er grundin undir lógini, sum fólkið hevur fingið, – hvør tørvur var tað meira á tí, at ein annar prestur skuldi koma upp á Melkisedeks vísi, og ikki verða nevndur á Árons vísi? 12Tí at tá ið prestadømið verður broytt, er tað fyri neyðini, at tað eisini verður broyting á lógini. 13Tí at tann, sum hetta er sagt um, var av eini aðrari ættargrein, og eingin av henni hevur havt tænastu fyri altarinum. 14Tí at tað er almannakunnugt, at harri okkara er upprunnin av Júda, og viðvíkjandi teirri ættargrein hevur Móses einki talað um prestar. 15Og tað er enn meira eyðsýnt, tá ið annar prestur kemur upp í líking við Melkisedek, 16sum ikki er vorðin tað eftir lóg av holdligum boði, men eftir kraft av óforgongiligum lívi. 17Tí at hann fær tann vitnisburð: «Tú ert prestur allar ævir á Melkisedeks vísi.» 18Tí at væl verður eitt boð, sum áður var galdandi, avtikið, av tí at tað var máttleyst og gagnleyst, 19– tí at lógin gjørdi einki fullkomið, – men ein betri vón verður innførd, og við henni nærkast vit Guði. 20Og so vist sum tað ikki er hent uttan eið, 21– tí at hinir eru vorðnir prestar uttan eið, men hann við eiði frá tí, sum segði við hann: «Harrin svór, og ikki skal hann iðra seg um tað: «Tú ert prestur allar ævir,»» – 22so vist er tað eisini ein betri sáttmáli, sum Jesus er vorðin borgsmaður fyri. 23Og hinir eru fleiri, sum vórðu prestar, av tí at deyðin forðaði teimum at halda við. 24Men hann hevur prestadømi, har sum ikki verður skifti á, av tí at hann verður verandi allar ævir. 25Tí kann hann eisini fullkomuliga frelsa tey, sum við honum koma til Guðs, við tað at hann altíð livir til at ganga í forbøn fyri teimum.
Høvuðsprestur okkara er Guðs sonur
26Okkum høvdi eisini slíkur høvuðsprestur, heilagur, sakleysur, reinur, skildur frá syndarum og hevjaður upp um himnarnar, 27ein sum ikki dagliga hevur fyri neyðini, eins og høvuðsprestarnir, at bera fram offur fyrst fyri sínar egnu syndir, síðan fyri syndirnar hjá fólkinum; tí at hetta gjørdi hann eina ferð burturav, tá ið hann ofraði seg sjálvan. 28Tí at lógin innsetir til høvuðsprestar menn, sum hava brek; men orðið í tí eiðinum, sum kom aftan á lógina, innsetir son, sum er fullkomin gjørdur allar ævir.

Currently Selected:

Hebrearabrævið 7: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in