YouVersion Logo
Search Icon

Hebrearabrævið 8

8
Kristus høvuðsprestur í hinum himmalska halgidóminum
1Men eitt høvuðsmál í tí, sum her verður talað um, er hetta: Vit hava ein slíkan høvuðsprest, sum er setstur høgrumegin við hásæti hátignarinnar í himnunum, 2sum halgitænari í halgidóminum og hini sonnu tjaldbúðini, sum Guð hevur reist og ikki maður. 3Tí at ein og hvør høvuðsprestur verður innsettur til at bera fram gávur og sláturoffur; tað er tí neyðugt, at eisini hesin hevur nakað at bera fram. 4Var hann nú á jørðini, hevði hann als ikki verið prestur, við tað at her eru teir, sum frambera gávurnar samsvarandi lógini, 5teir sum veita tænastu fyri eini avmynd og einum skugga av hinum himmalska, eftir teirri ávísing, sum Móses fekk frá Guði, tá ið hann ætlaði sær at skipa tjaldbúðina; tí at hann sigur: «Gáa eftir, at tú gert alt eftir fyrimynd, sum tær varð sýnd á fjallinum!»
Hin nýggi sáttmálin
6Men nú hevur hann fingið eina so mikið mætari halgitænastu, sum hann eisini er millumgongumaður fyri einum betri sáttmála, við tað at hann er grundaður á betri fyrijáttanum. 7Tí at hevði hin fyrri verið ólastandi, tá hevði ikki verið roynt at fáa stað fyri einum øðrum. 8Tí at hann lastar, tá ið hann sigur við teir: «Sí, dagar koma, sigur Harrin, tá ið eg skal gera nýggjan sáttmála við Ísraels hús og við Júda hús; 9ikki eins og sáttmálan, sum eg gjørdi við fedrar teirra á tí degi, tá ið eg tók í hond teirra, fyri at leiða teir út úr Egyptalandi; tí at teir hildu ikki sáttmála mín, og eg hirdi einki um teir, sigur Harrin. 10Tí at hetta er sáttmálin, sum eg skal gera við Ísraels hús aftan á teir dagarnar, sigur Harrin: Eg skal geva lógir mínar í huga teirra og skriva tær á hjørtu teirra, og eg skal vera Guð teirra, og teir skulu vera fólk mítt. 11Og teir skulu ikki læra ein og hvør samborgara sín og ein og hvør bróður sín og siga: «Kenn Harran!» tí at allir skulu teir kenna meg, frá hinum minsta til hin størsta teirra. 12Tí at eg skal verða miskunnsamur móti misgerðum teirra, og eg skal ikki longur minnast syndir teirra.» 13Við tað at hann sigur: «nýggjan», hevur hann dømt hin fyrra sum gamlan; men tað, sum verður gamalt og eldist, er tætt við at verða til einkis.

Currently Selected:

Hebrearabrævið 8: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in