YouVersion Logo
Search Icon

Hebrearabrævið 6

6
Vandin við fráfalli
1Tí skulu vit sleppa byrjanarlærdómunum um Krist og fara fram til at vera tilkomnir, og ikki aftur leggja grundvøll við umvending frá deyðum gerningum og trúgv á Guð, 2við læru um skírnir og handaálegging og uppreisn frá deyðum og ævigan dóm. 3Og hetta vilja vit gera, um Guð gevur loyvi til tess. 4Tí at tað er ómøguligt, at teir, sum einaferð eru vorðnir upplýstir og hava smakkað hina himmalsku gávuna og eru vorðnir luttiknir í heilagum anda, 5og hava smakkað Guðs góða orð og krefturnar av komandi heimi, 6og so hava fallið frá, – tað er ómøguligt aftur at endurnýggja teir til umvendingar, við tað at teir av nýggjum krossfesta sær sjálvum Guðs son og gera hann til spott. 7Tí at tann jørð, sum drukkið hevur í seg regnið, sum íðuliga fellur á hana, og ber gróður til gagns fyri teir, sum hon eisini verður dyrkað fyri, fær signing av Guði; 8men ber hon tornir og tistlar, tá er hon til ónyttu og banning nær, og endin er tann, at hon verður brend.
Áminning um at halda út í vónini og líta á Guðs fyrijáttan eins og Ábraham
9Men viðvíkjandi tykkum, elskaðu tit, eru vit fullvísir um tað, sum betri er, og førir frelsu við sær, um vit so tala soleiðis. 10Tí at Guð er ikki órættvísur, so at hann skuldi gloyma gerning tykkara og kærleikan, sum tit hava sýnt navni hansara, við tað at tit hava tænt og tæna hinum heilagu. 11Men vit ynskja, at ein og hvør tykkara má sýna hin sama áhuga eftir hini fullu vissu í vónini líka til endans, 12fyri at tit ikki mega verða trekir, men taka eftir teimum, sum við trúgv og tolmóði arva fyrijáttanirnar. 13Tí at tá ið Guð gav Ábrahami fyrijáttanina, tá svór hann við seg sjálvan, av tí at hann ongan størri hevði at svørja við, 14og segði: «Sanniliga vil eg ríkliga vælsigna teg og í stórum margfalda teg.» 15Og soleiðis ognaðist hann fyrijáttanina, tá ið hann hevði bíðað í tolni. 16Tí at menniskjur svørja við tann, sum størri er, og eiðurin er teimum ein endi á øllum mótmæli til staðfestingar. 17Við tað at nú Guð vildi sýna arvingunum til fyrijáttanina enn ríkligari, hvussu óvikandi ráð hansara var, tá legði hann ein eið aftrat, 18fyri at vit við tveimum óvikandi lutum, har sum tað var ómøguligt, at Guð kundi ljúgva, skuldu hava eitt sterkt treyst, vit sum undan hava komist fyri at grípa vónina, sum er goymd til okkara, 19sum vit hava eins og akker sálarinnar, sum er trygt og fast og fer allan vegin inn um forhangið; 20hagar sum Jesus gekk inn, hann sum er fyrirennarin fyri okkum, við tað at hann er vorðin høvuðsprestur allar ævir, á Melkisedeks vísi.

Currently Selected:

Hebrearabrævið 6: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in