Evangeliið eftir Jóhannes 4

4
Sámáriukonan
1Tá ið Harrin fekk at vita, at Fariseararnir høvdu hoyrt, at Jesus fekk fleiri lærusveinar og doypti fleiri enn Jóhannes, 2– tó at Jesus ikki sjálvur doypti, men lærusveinar hansara – 3tá fór hann úr Júdeu og fór avstað aftur til Galileu. 4Men hann mátti leggja ferð sína gjøgnum Sámáriu. 5Hann kemur tá til eina bygd í Sámáriu, sum eitur Sikar, nær við tað lendið, sum Jákup gav Jósefi, syni sínum. 6Men har var Jákups brunnur. Tá ið Jesus nú var móður av ferðini, settist hann niður har við brunnin; tað var um sætta tíma. 7Ein kona úr Sámáriu kemur tá at draga upp vatn. Jesus sigur við hana: «Gev mær at drekka!» 8Tí at lærusveinar hansara vóru farnir avstað inn í bygdina at keypa mat. 9Sámáriukonan sigur tá við hann: «Hvussu kanst tú, sum ert Jødi, biðja meg, sum eri ein Sámáriukona, um drekka?» – Tí at Jødar hava eingi viðurskifti saman við Sámáriumenn –. 10Jesus svaraði og segði við hana: «Um tú kendi Guðs gávu, og hvør tann er, sum sigur við teg: Gev mær at drekka, tá mundi tú biðið hann, og hann hevði givið tær livandi vatn.» 11Konan sigur við hann: «Harri, tú hevur einki kerald at draga upp við, og brunnurin er djúpur, hvaðan hevur tú tá hitt livandi vatnið? 12Manst tú vera størri enn faðir okkara, Jákup, sum hevur givið okkum brunnin, og sjálvur drakk úr honum og synir hansara og fæ hansara?» 13Jesus svaraði og segði við hana: «Ein og hvør, sum drekkur av hesum vatni, skal tysta aftur; 14men tann, sum drekkur av tí vatninum, sum eg vil geva honum, skal um ævir ikki tysta; men vatnið, sum eg vil geva honum, skal verða í honum ein kelda av vatni, sum vellir fram til ævigt lív.» 15Konan sigur við hann: «Harri, gev mær hetta vatnið, til tess at eg ikki skal tysta og ikki koma higar at draga upp.» 16Hann sigur við hana: «Far avstað og rópa mann tín, og kom higar!» 17Konan svaraði og segði við hann: «Eg havi ongan mann.» Jesus sigur við hana: «Rætt segði tú: eg havi ongan mann; 18tí at tú hevur havt fimm menn, og tann, sum tú nú hevur, er ikki maður tín. Hetta hevur tú sagt satt.» 19Konan sigur við hann: «Harri, eg síggi, at tú ert ein profetur. 20Fedrar okkara tilbóðu á hesum fjallinum, og tit siga, at í Jerúsalem er staðurin, har sum tað eigur at verða tilbiðið.» 21Jesus sigur við hana: «Trúgv tú mær, kvinna, tann stund kemur, tá ið tit hvørki á hesum fjallinum ella í Jerúsalem skulu tilbiðja faðirin. 22Tit tilbiðja tað, sum tit ikki kenna; vit tilbiðja tað, sum vit kenna, tí at frelsan kemur frá Jødunum. 23Men tann stund kemur, ja, hon er longu nú komin, tá ið hinir sonnu tilbiðjarar skulu tilbiðja í anda og sannleika; tí at tað eru slíkir tilbiðjarar, faðirin søkir. 24Guð er andi, og teir, sum tilbiðja hann, eiga at tilbiðja í anda og sannleika.» 25Konan sigur við hann: «Eg veit, at Messias kemur (tað merkir: Kristus); tá ið hann kemur, skal hann kunngera okkum alt.» 26Jesus sigur við hana: «Tað eri eg, tann sum talar við teg.» 27Og í tí sama komu lærusveinar hansara, og teir undraðust á, at hann talaði við eina konu. Tó segði eingin: «Hvørjum spyrt tú eftir?» ella: «Hví talar tú við hana?» 28Tá læt konan vatnskerald sítt standa eftir og fór avstað inn í bygdina og sigur við fólkini: 29«Komið og síggið ein mann, sum hevur sagt mær alt tað, sum eg havi gjørt: man hann ikki vera Kristus?» 30Tey fóru út úr bygdini og komu til hansara. 31Tess ámillum bóðu lærusveinarnir hann og søgdu: «Rabbi, fá tær at eta.» 32Men hann segði við teir: «Eg havi mat at eta, sum tit ikki vita um.» 33Lærusveinarnir søgdu tá hvør við annan: «Man nakar hava borið honum at eta?» 34Jesus sigur við teir: «Matur mín er at gera vilja hansara, sum meg sendi, og at fullføra gerning hansara. 35Siga tit ikki: «Enn eru fýra mánaðir, so kemur akurskurðurin?» Sí, eg sigi tykkum, lyftið upp eygum tykkara og síggið akrarnar; teir eru longu hvítir til skurðar. 36Tann, sum sker, fær løn, og savnar ávøkst til ævigt lív, til tess at bæði tann, sum sáar, og tann, sum sker, skulu gleðast í felagi. 37Tí at í hesum føri er tað orðtakið satt: «Ein sáar, annar sker.» 38Eg havi sent tykkum út at skera tað, sum tit ikki hava arbeitt við; aðrir hava arbeitt, og tit eru komnir inn í arbeiði teirra.» 39Men úr teirri bygdini trúðu mangir av Sámáriubúgvum á hann fyri orð konunnar, tá ið hon vitnaði: «Hann hevur sagt mær alt tað, sum eg havi gjørt.» 40Tá ið nú Sámáriubúgvarnir komu til hansara, bóðu teir hann um at dvølja hjá teimum, og hann dvaldi har tveir dagar. 41Og nógv fleiri trúðu fyri orð hansara. 42Og við konuna søgdu teir: «Vit trúgva nú ikki longur fyri talu tína; tí at sjálvir hava vit hoyrt, og vit vita, at hesin av sonnum er frelsari heimsins.»
Sonur kongsmansins
43Men eftir hesar tveir dagarnar fór hann burtur haðani til Galileu. 44Tí at Jesus vitnaði sjálvur, at profetur ikki verður virdur í sínum egna fosturlandi. 45Tá ið hann nú kom til Galileu, tóku Galileumenn móti honum, við tað at teir høvdu sæð alt tað, sum hann hevði gjørt í Jerúsalem um hátíðina; tí at teir vóru eisini komnir til hátíðina. 46Hann kom tá aftur til Kána í Galileu, har sum hann hevði gjørt vatnið til vín. Og har var ein kongsmaður í Kapernaum, sum sonurin lá sjúkur hjá. 47Tá ið hann hoyrdi, at Jesus var komin frá Júdeu til Galileu, fór hann til hansara og bað hann koma oman og gera son sín frískan; tí at hann lá at doyggja. 48Jesus segði tá við hann: «Síggja tit ikki tekin og undurgerningar, vilja tit ikki trúgva.» 49Kongsmaðurin sigur við hann: «Harri, kom oman, áðrenn barn mítt doyr!» 50Jesus sigur við hann: «Far tú, sonur tín livir!» Maðurin trúði tí orði, sum Jesus segði við hann, og fór avstað. 51Men longu á heimleiðini møttu húskallar hansara honum og bóru honum tey boðini, at barn hansara livdi. 52Tá spurdi hann teir um tíman, nær tað var farið at lætta hjá honum. Og teir søgdu við hann: «Í gjár um sjeynda tíma fór hitasóttin av honum.» 53Tá skildi faðirin, at tað var í tí tíma, tá ið Jesus hevði sagt við hann: «Sonur tín livir.» Og hann trúði sjálvur og alt hús hansara. 54Hetta var annað tekinið, sum Jesus gjørdi, tá ið hann var komin frá Júdeu til Galileu.

Айни замон обунашуда:

Evangeliið eftir Jóhannes 4: FB

Лаҳзаҳои махсус

Паҳн кунед

Нусха

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in