Jóhannesar Evangelium 16
16
16 KAPITUL.
1HETTA havi eg talað til tykkara, at tit ikki skulu missa fótafesti.
2Teir fara at reka tykkum út úr samfelaginum; ja, tann timi kemur, at hvőr, sum tekur tykkum av dőgum, man tykjast at gera Gudi eitt tøkt verk.
3Og hetta gera teir, ti at teir ikki hava kent faðirin, ei heldur meg.
4Men hetta havi eg sagt tykkum, at tit, tá ið tíðiu kemúr, skulu hava tað í minni, rat eg segði tykkum tað; men hetta segði eg tykkum ikki fyrstuni, ti at eg var hjá tykkum.
5Men nú fari eg burtur til hansara, ið meg sendi; og eingin tykkara spyr meg: hvar fert tú?
6Men ti at eg havi; sagt tykkum hetta, hevir sorgin fylt tykkara hjarta.
7Men eg sigi tykkum sannleikan, tað er tykkum til frama at eg fari hiðani. Ti, fari eg ikki hiðani, man talsmaðurin ikki koma til tykkara; men fari eg burtur, man eg senda hann til tykkara.
8Og tá ið hann kemur, man hann sannføra heimin um synd og um rættvísi og um dóm.
9Um synd, ti at tey ikki ttrúgva á meg;
10Og um rættvísi, ti at eg fari burtur til faðirin, og tit síggja meg ikki longur;
11Og um dóm, ti at hðvdingin yvir hesum heimi er dømdur.
12Enn havi eg mangt at siga tykkum, men tit kunna ikki bera tað nú;
13Men tá ið hann, sannleikans andi, kemur, man hann vegleiða tykkum til allan sannleikan,; ti hanu man ikki tala av sær sjálvum, men hvat ið hanu hoyrir, man hann tala, og tey komandi sing man hann kunngeratykkum.
14Hann man gera meg dyrmætan, ti; av mínum man hann taka og kunngera tykkum.
15Alt tað, sum faðirin hevir, tað er mítt; ti segði eg, at hann tekur av minum ogman kunngera tykkum tað.
16Um eina lítla lőtu so síggja tit meg ikki longur, og uppaftur um eina lítla lőtu so munu tit síggia meg, ti at eg fari til faðirin.
17Tá sőgdu nakrir av hansara lærisveinum sínámillum: Hvat er hetta, sum hann sigir við okkum: „um eina lítla lőtu so síggja tit meg ikki, og uppaftur um eina lítla lőtu so munu tit síggja meg?“ og: „eg fari burtur tilfaðitin?“
18Teír sőgdu tá: Hvat er hetta, sum hann sigir um ta lítlu lőtuna? vit skiila ikki tað, hann sigir.
19Jesus visti, at teir ætlaðu at spyrja hann, og hann segði við teir: Er tað um hetta, tit hava orðaskifti saman, at eg segði: um eina lítla lőtu so síggja tit, meg ikki og uppaftur um eina lítla lőtu so munu tit síggja meg?
20Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, sit munu grata og eymka tykkum, men heimurin man gleðast; tit munu saraat verða sorgarbundnir, men tykkara sorg man vendast til gleði.
21Kvinnan, tá ið hon føðir, hevir angist, ti at hennar timi er komin; men tá ið hon hevir føtt bamið, hevir hon ikki longur neyðina í minni av gleði yvir, at eitt mannabarn er borið í heimin.
22Eisini tit hava tá nú sorg; men eg man síggj a tykkum aftur, og hjarta tykkara man gleðast, og gleði tykkara tekur eingin frá tykkum.
23Og á ti degi munu tit ikki spyrja meg um nakað. Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, alt hvat tit biðja faðirin um í minum navni, man hann geva tykkum.
24Hegartil hava tit ikki biðið um nakað í minum navni; biðið, og tit munu fáa, at tykkara gleði skal vera fullkomin.
25Hetta havi eg talad til tykkara í líknilsum; tað kemur ein stund, tá ið eg ikki longur man tala til tykkara í líknilsum, men beint út kunngera tykkum um faðírin.
26A ti degi munu tit biðja í minum navni, og ikki sigi eg tað við tykkum, at eg vil biðja faðírin fyri tykkum;
27Ti faðírin sjálvur elskar tykkum, ti at tit hava elskað meg og hava trúð, at eg eri komin frá Gudi.
28Eg eri útgingin frá faðirínum og komin í heimin; eg fari úr aftur heiminum og fari til faðirsins
29Lærisveinar hansara siga: Si, nú talar tú beint út, og tað er ikki nakað líknilsi, tú sigir.
30Nú vita vit, at tú veitst alt og ikki hevir neyðugt, at nakar spyr teg; tess vegna trúgva vit, at tú ert útgingin frá Gudi.
31Jesus svaraði teimum: Nú trúgva tit l
32Si, tað kemur ein stund, og hon er komin, tá ið tit skulu styggjast burtur hvőr til sitt og lata meg eínsamgllan; tó eri eg ikki einsamallur, ti at faðirín er við mær.
33Hetta havi eg talað til tykkara, so at tit skulu hava frið í mær. I heiminum hava tit trongd; men verið hugdjarvir, eg havi vunnið sigur á heiminum.
தற்சமயம் தேர்ந்தெடுக்கப்பட்டது:
Jóhannesar Evangelium 16: FAO1908
சிறப்புக்கூறு
பகிர்
நகல்
உங்கள் எல்லா சாதனங்களிலும் உங்கள் சிறப்பம்சங்கள் சேமிக்கப்பட வேண்டுமா? பதிவு செய்யவும் அல்லது உள்நுழையவும்
historical text publoshed by Scripture Gift Mission (Lifewords) and maintained by the British and Foreign Bible Society