Jóhannesar Evangelium 15
15
15 KAPITUL.
1EG eri tað rætta víntræið, og faðir min er víngarðsmaðurin.
2Hvőrja ta grein á mær, sum ikki ber ávőxt, hana tekur hann burtur, og hvőrja ta, sum ber ávőxt, hana reinsar hann, at hon skal bera meiri ávőxt.
3Tit eru longu reinir av ti orði, sum eg havi talað til tykkara.
4Verðið í mær, so verði eisini eg í tykkum; líkasum greinin ikki kann bera ávőxt av saer sjálvari utan hon verður á víntræinum, soleiðis kunna heldur ikki tit, utan tit verða í mær.
5Eg eri víntræið, tit eru greinirnar. Hann, ið verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávőxt; ti utanfyri meg kunna tit als einki gera.
6Um nakar ikki verður í mær, verður hann kastaður út sum ein grein og főlnar, og teir bera tær saman og kasta tær inn í eldin, og tær brenna.
7Verða tit i mær, og mini orð verða í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tað skal veitast tykkum.
8Faðir min er dyrmettur av ti, at tit bera miklan ávőxt, og tit verða lærisveinar hjá mær.
9Líkasum faðirin hevir elskað meg; havi eg eisini elskað tykkum; verðið í minum kærleika.
10Halda tit mini boðorð, so verða tit í minum kærleika, líkasum eg havi hildið faðirs mins boðorð og verði í hansara kærleika.
11Hetta havi eg talað til tykkara, til tess at min gleði kann vera í tykkum og tykkara gleði verða fullkomin.
12Hetta er mítt boðorð, at tit skulu elska hvőr annan, líkasum eg havielskað tykkum.
13Meiri kærleika hevir eingin enn tann, at hann letur lív sítt fyri vinir sínar.
14Tit eru vinir minir, um tit gera tað, sum eg bjóði tykkum.
15Eg kalli tykkum ikki longur tænarar, tí tænarin veit ikki, hvat harri hansara ger; men tykkum havi eg kallað vinir, ti alt hvat ið eg havi hoyrt av faðir minum, tað havi eg kunnojørt tykkum.
16Ikki tit hava útvalt meg, men eg havi útvalt tykkum og sett tykkum til tess, at tit skulu sara og bera ávőxt, og at tykkara av őxtur skal vera stoðugur, so at faðirin kann geva tykkum, hvat ið tit so biðja hann um í minum navni.
17Alt hetta áleggi eg tykkum, til tess at tit skulu elska hvőr annan.
18Um heimurin hatar tykkum, tá vitið, at hann hevir hatað meg fyrst.
19Vóru tit av heiminum, tá mundi heimurin elska sítt egið; men ti at tit ikki eru av heiminum, men eg havi útvalt tykkum úr heiminum, ti hatar heimurin tykkum.
20Leggið tykkum í minni tað orðið, sum eg segði tykkum: „Ikki er ein tænari meiri enn harri hans.“ Hava teir veitt i mær atsókn, munu teir eisini veita tykkum; hava teir goymt míttorð, munu teir eisini goyma tykkara.
21Men alt hetta munu teir gera ímóti tykkum fyri mins navns skuld, ti at teir ikki kenna hann, ið meg sendi.
22Var eg ikki komin og hevði taíað við teir, tá hővdu teir ikki synd; men nú hava teir einki at bera í bøtuflaka fyri teirra syud.
23Hann, ið meg hatar, hatar elsini faðir min.
24Hevði eg ikki gjőrt teir gerningar hjá teimum, sura eingin annar hevir gjðrt, tú hővdu teir ikki synd; men bæði hava teir nú sæð teir og tóhatað baeði meg og faðir min.
25Men tað hevir gingið so, fyri at tað orðið, ið stendur skrivað í teirra lőgbók, skuldi ganga út; „Teir hataðu meg utan orsők.“
26Tá ið talsmaðurin kemur sum eg man senda tykkum frá faðirinum, sannleikans andi, sum gongur út frá faðirinum, tá man hann bera vitni um meg;
27Men eisini tit bera vitni, ti tit hava verið við mær frá fyrstu stund.
தற்சமயம் தேர்ந்தெடுக்கப்பட்டது:
Jóhannesar Evangelium 15: FAO1908
சிறப்புக்கூறு
பகிர்
நகல்
உங்கள் எல்லா சாதனங்களிலும் உங்கள் சிறப்பம்சங்கள் சேமிக்கப்பட வேண்டுமா? பதிவு செய்யவும் அல்லது உள்நுழையவும்
historical text publoshed by Scripture Gift Mission (Lifewords) and maintained by the British and Foreign Bible Society