YouVersion လိုဂို
ရှာရန် အိုင်ကွန်

Genesis 9

9
Sáttmáli Guðs við Nóa
1Tá vælsignaði Guð Nóa og synir hans og segði við teir: «Nørist og fjølgist og uppfyllið jørðina! 2Ótti og ræðsla fyri tykkum skal vera yvir øllum djórum á jørð, yvir øllum fuglum himinsins og øllum, sum skríður á jørðini, og yvir øllum havsins fiskum; í valdi tykkara skulu tey vera. 3Alt, sum rørist og livir, skal vera tykkum til føðslu; eins og hinar grønu urtirnar gevi eg tykkum nú alt hetta. 4Men kjøt, sum sálin – tað er blóðið – er í, skulu tit ikki eta. 5Eg krevji hevnd fyri tykkara egna blóð; av hvørjum djóri krevji eg hevnd fyri blóð mansins; og yvir hvønn mann krevji eg hevnd fyri mannalív. 6Hann, ið úthellir mannablóð, av manni skal hansara blóð verða úthelt; tí at eftir mynd síni skapaði Guð mannin. 7Men nørist tit og fjølgist og fyllið jørðina og leggið hana undir tykkum!»
8Og Guð mælti við Nóa og synir hans, ið hjá honum vóru, og segði: 9«Sí, mín sáttmála vil eg nú gera við tykkum og eftirkomarar tykkara eftir tykkum; 10og við allar livandi skepnur, ið eru hjá tykkum, við fuglar og fenað og við øll villdjór á fold, við alt, sum gekk út úr ørkini, við øll djór jarðarinnar. 11Mín sáttmála geri eg við tykkum, at ongantíð skal alt hold aftur verða oytt av vatnflóð, og ongantíð skal flóð koma aftur til at oyða jørðina.»
12Og Guð segði: «Hetta skal vera merki sáttmálans, sum eg geri millum mín og tykkara og allar livandi skepnur, ið hjá tykkum eru, fyri øll komandi ættarlið: 13Boga mín seti eg í skýggið; og hann skal vera sáttmálamerkið ímillum meg og jørðina. 14Og hvørja ferð eg dragi skýggini saman yvir jørðina, og bogin sæst í skýggjunum, 15tá man eg minnast á sáttmálan, ið er millum mín og tykkara og allar skepnur av øllum holdi; og ikki skulu vøtnini aftur verða til vatnflóð til at oyða alt hold. 16Tá ið tá bogin stendur í skýggjunum, skal eg líta at honum til tess at minnast á hin æviga sáttmálan millum Guð og allar skepnur av øllum holdi, sum eru á jørðini.» 17Síðan segði Guð við Nóa: «Hetta er merki sáttmálans, ið eg geri millum meg og alt hold, sum er á jørðini.»
Synir Nóa
18Synir Nóa, sum gingu út úr ørkini, vóru Sem, Kam og Jáfet; men Kam var faðir Kánáans. 19Hesir tríggir vóru synir Nóa; og frá teimum er ættað alt fólkið á jørðini.
Nóa dyrkar vín; orð til synirnar; Nóa doyr
20Jarðyrkismaðurin Nóa var fyrsti maður, ið legði inn víngarð. 21Tá ið hann nú hevði drukkið av víninum, og hann varð drukkin, lá hann nakin inni í tjaldinum. 22Tá sá Kam, faðir Kánáans, nakni faðirs síns og fór út og segði tað fyri brøðrum sínum. 23Men Sem og Jáfet tóku skikkjuna og løgdu sær á herðar; síðan gingu teir inn aftur eftir hæli og huldu nakni faðirs síns; men andlit teirra horvdu burtur, so at teir sóu ikki nakni faðirs síns. 24Tá ið Nóa vaknaði úr víndúrinum og fekk at vita, hvat yngsti sonur hansara hevði gjørt honum, mælti hann: 25«Bølbiðin verði Kánáan! Trælur trælanna verði hann brøðrum sínum!» 26Og framvegis mælti hann: «Lovaður veri Harrin, Guð Sems! Men verði Kánáan trælur teirra! 27Guð gevi Jáfeti landarúmd; og búgvi hann í Sems tjøldum; men verði Kánáan trælur teirra!»
28Nóa livdi trý hundrað og fimmti ár eftir vatnflóðina. 29Soleiðis vórðu allir ævidagar Nóa níggju hundrað og fimmti ár. Tá doyði hann.

လက်ရှိရွေးချယ်ထားမှု

Genesis 9: FB

အရောင်မှတ်ချက်

မျှဝေရန်

ကူးယူ

None

မိမိစက်ကိရိယာအားလုံးတွင် မိမိအရောင်ချယ်သောအရာများကို သိမ်းဆည်းထားလိုပါသလား။ စာရင်းသွင်းပါ (သို့) အကောင့်ဝင်လိုက်ပါ