1
Genesis 9:12-13
BÍBLIA
Og Guð segði: «Hetta skal vera merki sáttmálans, sum eg geri millum mín og tykkara og allar livandi skepnur, ið hjá tykkum eru, fyri øll komandi ættarlið: Boga mín seti eg í skýggið; og hann skal vera sáttmálamerkið ímillum meg og jørðina.
နှိုင်းယှဉ်
Genesis 9:12-13ရှာဖွေလေ့လာလိုက်ပါ။
2
Genesis 9:16
Tá ið tá bogin stendur í skýggjunum, skal eg líta at honum til tess at minnast á hin æviga sáttmálan millum Guð og allar skepnur av øllum holdi, sum eru á jørðini.»
Genesis 9:16ရှာဖွေလေ့လာလိုက်ပါ။
3
Genesis 9:6
Hann, ið úthellir mannablóð, av manni skal hansara blóð verða úthelt; tí at eftir mynd síni skapaði Guð mannin.
Genesis 9:6ရှာဖွေလေ့လာလိုက်ပါ။
4
Genesis 9:1
Tá vælsignaði Guð Nóa og synir hans og segði við teir: «Nørist og fjølgist og uppfyllið jørðina!
Genesis 9:1ရှာဖွေလေ့လာလိုက်ပါ။
5
Genesis 9:3
Alt, sum rørist og livir, skal vera tykkum til føðslu; eins og hinar grønu urtirnar gevi eg tykkum nú alt hetta.
Genesis 9:3ရှာဖွေလေ့လာလိုက်ပါ။
6
Genesis 9:2
Ótti og ræðsla fyri tykkum skal vera yvir øllum djórum á jørð, yvir øllum fuglum himinsins og øllum, sum skríður á jørðini, og yvir øllum havsins fiskum; í valdi tykkara skulu tey vera.
Genesis 9:2ရှာဖွေလေ့လာလိုက်ပါ။
7
Genesis 9:7
Men nørist tit og fjølgist og fyllið jørðina og leggið hana undir tykkum!»
Genesis 9:7ရှာဖွေလေ့လာလိုက်ပါ။
ပင်မစာမျက်နှာ
သမ္မာကျမ်းစာ
အစီအစဉ်များ
ဗီဒီယိုများ