Jóhannesar Evangelium 9
9
9 KAPITUL.
1OG á leiðini haðani sá hann ein mann, ið var blindur frá móður lívi.
2Og lærisveinar hans spurdu hann og sőgdu: Meistari, hvőr hevir syndað, hann ella foreldur hans, at hann føddist blindur?
3Jesus svaraði: Hvorki hevir hann syndað, ei heldur foreldur hans, men at Guds gerningar mega opinberast á honum.
4Okkum tamir at gera hansara gerningar, ið meg sendi, meðan dagur er; em nátt kemur, tá ið eingih kaún arbeiða.
5Meðan eg eri í heiminum, eri eg heimsins ljós.
6Ta ið hann hetta hevði sagt; spytti hann á jőrðina og gjőrdi evju av sputtinum og smurdi av henni á eygúni hjá ti blinda,
7Og segði við hann i Far tú og tváa tær í dámminum Síloam (tað er utlagt: „sendur“). Hann fór tá burt og tváaði sær, og hann, fór síggíandi haðanífrá.
8Tá sőgdu grannarnir og hin-ir, sum hvővdu sæð hann áður, ti hann var ðlmússubiddari: Er hetta ikki hann, sum sitið hevir og biðið olmussu?
9Nakrir sőgdu: Tað erhanu; aðrir sőgdu: Nei, men hann líkist honum. Sjálvur segði hann: Tað eri eg.
10Tá sőgdu teir Við hann: Hvussu opnaðust tá eygu tíni?
11Hann svaraði; Tann maðurin, ið nevnlst Jesus, gjðrdi evju og smurdi á eygu mini og segði yið meg: far tú til Síloam og tváa tær. Eg fór tá og tváaði mær og fekk sjónina.
12Teir sőgdu við hann: Hvar er hann? Hann sigir: Eg veit ikki;
13Teir leíða hann, sum áður hevðí verið blindur, til Farise-ararnar.
14Men tað var hvíludagúr tanndagin, Jesus gi ðrdi evjuna og opnaði eygu hansara.
15Eisini Fariseararnir spurd-u hann tá aftur, hvussu hann hevði fingiðsjónina. Men hann segði við teir: Hann legði evju á eygu mini, ðg eg tváaði mær, ognúsíggieg.
16Nakrir av Farisearúhum sőgdu tá: Hesin maðurin er ikki frá Gudi, tí hann heldur ikki hvíludagin. Aðrir sőgdu: Hvussu kann ein synduguu maður gera slík jartekn? Og har var trætni imillum teirra.
17Teir siga tá aftur við tann blinda: Hvat sigir tú um hann, síðan hann ophaði tíni eygu? Men hann segði: Hann er ein profetur.
18Jødarnir trúðu tá ikki um hann; at hann hevði verið blindur og hevði fingið sjónina, fyrr enn teir rópaðu foreldur hansara, ið sjónina hevði flngið.
19Og teir spurdu tey og sőgdu: Er hetta sonur tykkara, sum tit siga var føddur blindur? hvussu sær hann tá nú?
20Foreldur hansara svaraðu ta og sőgdu: Vit vita, at hetta er sónur okkara og at hann var føddur blindur;
21Men hvussu tað ber til, at hann nú sser, vita vit ikki, ella hvőr ið hevir opnað eygu hansara, tað vita vit ikki; spyrjiðhann sjálvan, hann er nóg gamal, hann man svara fyri seg.
22Hetta sőgdu hansara forel-dur, ti at tey bóru ótta fyri Jødunum; ti Jødarnir vóru longu komnir á samt um, at um nakar kendist við, at hann var Krittnt, skuldi hann gerast útlagin úr samfelaginum.
23Ti sőgdu hansara foreldur: Hann er nóg gamal, spyrjið hann sjálvan.
24Teir rópaðu tá á őðrum sinni mannin, sum hevði verið blindur, og sőgdu við hann: Gev Gudi æruna; vit vita, at hesin æruna er ein syndari.
25Hann svaráði tá: Um hann er ein syndari, veit eg ikki; eitt veit eg, at eg, sum var blindur, nú síggi.
26Teir sőgdu tá við hann: Hvat giórdi hann við teg? hvussu opnaði hann eygu tini?
27Hann svaraði teimum: Eg havi longu sagt tykkum tað, og tit góvu ti ikki gætur! hví vilja tit npcaftur hoyrá tað? vilja eisini tit verðá hansara lærisveinar?
28Teir deildu hann og sőgdu: Tú ert hansara lærisveinur, men vit eru Mósesar lærisveinar.
29Vit vita, at við Móses hevir Gud talað, men um henda mannin vita vit ikki, hvaðani hann er.
30Hann svaraði og segði við teir: Tá er tað tó undarligt, at tit ikki vita, hvaðan hann er, og hann hevir tó opnað eygu mini.
31Vit vita, at syndarar hoyrir Gud ikki, men um nakar óttast Gud og ger hansara vilja, hann hoyrir hann.
32Aldri nakrantíð hevir tað spurst, at nakar hevir opnað eygu hjá manni, ið fðddur var blindur.
33Var ikki hesin frá Gudi, tá kundi hann alls einki gera.
34Teir svaraðu og sőgdu við hann: Í syndum ert tú føddur, allur sum tú ert, og tu skalt læra okkum! Og teir róku hann út.
35Jesus hoyrdi, at teir hvővdu rikið hann út, og hann fánn hann og segði: Tryrt tú á Guds son?
36Hann svaraði og segði: Ja, hvőr er hann, harri, at eg má trúgva á hann?
37Jesus segði við hann: Bæði hevir tú sætt hann, og tað er hann, ið við teg talar.
38Men hann segði: Eg trúgvi, harri! og hann fall honum til knissja.
39Og Jesus segði: Til dóms eri eg komin í henda heimin, til tess at teir, ið ikki síggja, skulu verðá síggjandi, og teir síggjandi verðá blindir.
40Nákrir av Farisearunum, sum hjá honum vóru, hoyrdutað og sőgdu við hann: Munu vit tá eisini vera blindir?
41Jesus segði við teir: Vóru tit blindir, hvővdu tit ikki synd; men nú Siga tit: vit síggja; tykkara synd stendur við.
လက်ရှိရွေးချယ်ထားမှု
Jóhannesar Evangelium 9: FAO1908
အရောင်မှတ်ချက်
မျှဝေရန်
ကူးယူ
မိမိစက်ကိရိယာအားလုံးတွင် မိမိအရောင်ချယ်သောအရာများကို သိမ်းဆည်းထားလိုပါသလား။ စာရင်းသွင်းပါ (သို့) အကောင့်ဝင်လိုက်ပါ
historical text publoshed by Scripture Gift Mission (Lifewords) and maintained by the British and Foreign Bible Society