Jóhannesar Evangelium 10
10
10 KAPITUL.
1SANNILIGA, sanniliga, sigi eg tykkum, hann sum ikki gongur um dyrnar inn í seyðahúsið, men sleppir sær inn aðrastaðni, hann er tjóvur og ránsmaður.
2Men hann, ið gongur inn um dyrnar, er seyðamaður.
3Fyri honum letur duravaktarin upp, og seyðurin hoyrir hansara reyst, og hann kallar sin seyð at navni og fer út við honum.
4Tá ið hann hevir latið út allan sin seyð, gongur hann undan, og seyðurin fylgir honum, ti hann kennir hansara mál.
5Men einum ókunnigum man hann ikki fylgja, heldur man hann flyggja undan honum, ti hann kennir ikki málið á ókunnigum monnum.
6Hetta líknilsi segði Jesus teimum; men teir skildu ikki, hvat tað hevði at tyða, sum hann talaði til teirra.
7Jesus segði uppaftur við teir: Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum: eg eri dyrnar hjá seyðinum.
8Allir teir, sum komu undan mær, eru tjóvar og ránsmenn; tó, seyðurin hoyrdi teir ikki.
9Eg eri dyrnar; um nakar gongur inn gjőgnum meg, man hann frelsast, og hann man ganga inn og ganga út og finna føðslu.
10Tjóvurin kemur ikki utan til at stjala og drepa og skemma. Eg eri komin til tess, at seyðurin skal hava lív og nøgd.
11Eg eri hin góði seyðamaðurin; hin góði seyðamaðurin letur lív sítt fyri seyðin.
12Hann sum er leigumaður og ikki seyðamaður, sum ikki eigir seyðin, hann sær úlvin koma og rymir frá seyðinum og flyr, og úlvurin rænir seyðin og rekur hann frá hvőrjum őðrum;
13Ti hann er leigumaður og leggur ikki lag í seyðin.
14Eg eri hin góði seyðamaðurin, og eg kenni minar seyðir, og minir seyðir kenna meg,
15Líkasum faðirin kennir meg og eg kenni faðirin, og eg latilívið fyri seyðin.
16Og eg havi aðrar seyðir, sum ikki eru úr hesum seyðahúsi; eisini teir eigi eg at røkta, og teir munu lioyra mina reyst, og tað skal verða eitt fylgi, ein seyðamaður.
17Ti elskar faðirin meg, ti at eg lati lív rnítt fyri at taka tað aftur.
18Eingin tekur tað av mær, men eg lati tað sjalvviljándi. Eg havi vald til at lata tað, og eg havi vald til at taka tað aftur; hetta boðorðið fekk eg frá faðir minum.
19Av hesum orðum varð uppaftur trætni millum Jødánná.
20Nógvir av teimum sőgdu tá: Hann hevir ein djevul og er óður; hví hoyra tit eftir honum?
21Aðrir sőgdu: Hesi orðini eru ikki av einum djevulóðum manni; man ein djevul kunna opná eygu hjá blindum fólki?
22Men tempulvigsluhőgtíðin kom í Jerusalem; tað var vetur.
23Og Jesus gekk um í halgidóminum í stólpastovu Salomons.
2424 Tá flyktust Jødarnir um hann og sőgdu við hann: Hvussu leingi ætlar tú at halda okkara sál í iva? Ert tú Kristus, so sig okkum tað bart út.
25Jesus svaraði: Eg havi sagt tykkum tað, og tit trúgva ti ikki; teir gerningar, sum eg geri í míns faðirs navni, teir bera vitni um meg.
26Men tit trúgva ikki, ti at tit eru ikki av mínum seyði, sum eg segði tykkum.
27Mínir seyðir hoyra mina reyst, og eg kenni teir, og teir fylgja mær,
28Og eg gevi teimum ævigt, lív, og teir skulu aldri um ævir tynast, og eingin man slíta teir úr mini hond.
29Faðir mín, sum hevir givið mær teir, er meiri enn allir, og eingin kann slíta nakað úr míns faðirs hond.
30Eg og faðirin vit eru eitt.
31Jødarnir tóku uppaftur steinar til at grytá hann.
32Jesus svaraði teimum: Nógvar góðar gerningar syndi eg tykkum frá faðir minum; fyri hvőnn av hesum gerningum grytá tit meg?
33Jødarnir svaraðu honum: Táð er ikki fyri nakran góðan gerning, vit gryta teg, men fyri Guðsháð, og fyri tað at tú, sum ert maður, gert teg sjálvan til Gud.
34Jesus tvaraði teimum: Stendur tað ikki skrivað í tykkara lőgbók: „eg segði: tit eru Gudár?“
35Tá ið hon hevir kallað teir Gudár, sum Guds orð kom til— og skriftin kann ikki vikast—
36Siga tá tit við hann, sum faðirin hevir halgáð og útsent í heimm: tú spottar Gud! ti at eg segði: eg eri sonur Guds!
37Er tað ikki mins faðirs gerningar, eg geri, tá trúgvið mær ikki;
38Men geri eg teir, tá trúgvið geraingunum, tó tit ikki vilja trúgva mær, at tit kunna faa atvita og kenna, at faðirin er mær og eg 1 faðirinum.
39Teir royndu tá at taka hann, men hann slapp úr hondum teirra.
40Og hann fór aftur burtur yvir um Jordan, til tann staðin, hvar Jóhannes i fyrstuni hevði verið og doypt, og hann dvald-ist har.
41Og nógvir komu til hansara, og teir sőgdu: Jóhannes gjőrdi einki jartekn, men alt, sum Jóhannes segði um hann, var satt.
42Og nógvir fingu trúgv á hann har.
လက်ရှိရွေးချယ်ထားမှု
Jóhannesar Evangelium 10: FAO1908
အရောင်မှတ်ချက်
မျှဝေရန်
ကူးယူ
မိမိစက်ကိရိယာအားလုံးတွင် မိမိအရောင်ချယ်သောအရာများကို သိမ်းဆည်းထားလိုပါသလား။ စာရင်းသွင်းပါ (သို့) အကောင့်ဝင်လိုက်ပါ
historical text publoshed by Scripture Gift Mission (Lifewords) and maintained by the British and Foreign Bible Society