Jóhannesar Evangelium 18
18
18 KAPITUL.
1TÁ ið Jesus hetta hevði sagt, fór hann út við lærisveinum sínum eystur um lokin Kedron; har var ein urtagarður, sum hann og hansara læritvtinar fóru inn í.
2Men eisini Júdat, sum sveik hann, kendi staðin, ti at Jesus hevði ofta verið har saman við lærisveinum sínum.
3So tók Júdas hermannaflokkin og nakrar sveinar hjá hővuðsprestunum og Farise arunum og kemur hagar við kyndlum og ljósum og vápnum.
4Jesus, sum visti alt tað, ið sær fór at verða fyri, steig nú fram og sigir við teir: Hvőrjum leita tit eftir?
5Teir svaraðu honum: Eftir Jesusi úr Názaret. Jesus sigir við teir: Tað eri eg. (Men eisini Júdas, sum sveik hann, stóð hjá teimum.)
6Sum hann nú segði við teir: Tað eri eg! hopaðu teir undan og fullu til jarðar.
7Hann spurdi teir tá á őðrum sinni: Hvórjum leita tit eftir? Men teir sőgdu: Eftir Jesusi úr Názaret.
8Jesus svaraði; Eg havi sagt tykkum, at tað eri eg; er tað tá eftir mær tit leita, so latið hesar vera.
9Til tess at tað orðið skuldi ganga út, sum hann hevði sagt: „Av teimum, sum tú hevir givið mær, læt eg ongan glatast (farast).“
10Símun pætur, ið hevði svőrð, brá ti tá og sló sveinin hjá hðvuðsprestmum og hőgdi høgra oyrað av honum; men sveinurin æt Markus.
11Tá segði Jesus við Pætur: Stikk svðrðið í slíðran! Eigi eg ikki at tøma ta skál, sum faðirin hevir givið mær?
12Hernrnnaflokkurin og herhðvdingin og sveinarnir hjá Jødunum gripu nú Jesus og bundu hann,
13Og teir førdu hann fyrst til Annas; ti hann var verfaðir at Kajafas, sum var hőívuðsprestur tað árið.
14Men tað var Kajafas, súm givið hevði Jødunum tað ráð, at tað var gagnligt, at ein maður doyðí fyri fólkið.
15Men Símun Paetur og ein annar lærisveinur fylgdu aftaná Jesus. Men tann sami lærisveinurin var kendur við hővuðsprestin og fór við Jesusi inn í garðin hjá hővuðsprestinum,
16Men Pætur stóð utanfyri dyrnar. Men hin lærisveínurin, hann sum kendur var við hővuðsprestin, fór tá út og segði tað við duraterrnuna, og hon leiddi Pætur inn.
17Duraterrnan sigir tá við Pætur: Tú mant tá ikki eisini vera ein av lærisveínunum hjá hesum manni? Hann sigir: Nei, eg eri ikki.
18Men dreingirnir og sveingr-nir stóðu og vermdu seg við ein eld, teir hvővdu kykað upp, ti kalt var; men eisini Pætur stóð hjá teimum og vermdi seg.
19Hővuðspresturin spurdi nú Jesus um hansara lærisveinar og um hansara læru.
20Jesus svaraði honum: Eg havi talað bart út fyri heiminum; eg havi altíð lært í samkomuhúsum og í halgidóminum, hvar allir Jødarnir eru vanir at koma saman, og í loyndum havi eg einki talað.
21Hvi spyrt tú meg? Spyr teir, ið hava hoyrt tað, hvat eg havi talað við teir; si, teir vita, hvat eg havi sagt.
22Men tá ið hann hetta hevði sagt, gav ein av sveinunum, ið hjá stóði Jesusi hőgg á kinn og segði: Svarar tú hővuðsprestinum soleiðis?
23Jesus svaraði honum: Havi eg talað rangt, so ber prógv fyri, at tað er ónt: men havi eg talað rætt, hví slært tú meg?
24Annas sendi hann tá bundnan til hővuðsprestin Kajafas.
25Men Símun Pætur stóð og vermdi seg. Tá sőgdu teir við hann: Tú ert tá ikki eisini hansara lærísveinur? Hann noktaði og segði: Nei, eg eri ikki.
26Ein av dreingjunum hjá hővuðsprestmum, sum var frændi hansara, ið Pætur hőgdi oyrað av, sigir: Sá eg teg ikki í urtagarðinum hjá honum?
27Tá noktaði Pætur upp aftur, og strax gol hanin.
28So føra teir Jesus frá Kajafasi til borgina; men tað var árla á morgni. Og sjálvir gingu teir ikki inn í borgina, at teir ikki skuldu óreinskast, men kundu eta páskir.
29Pílatus fór tá út til teirra og sigir: Hvat klagu føra tit móti hesum manni?
30Teir svaraðu og sőgdu við hann: Var hann ikki ein illgerðarmaður, tá hővdu vit ikki givið tær hann upp í hendur.
31Pílatus segði tá við teir: Takið tit hann og dømið hann eftir tykkara lóg. Tá sőgdu Jødarnir við hann: Okkum er ikki loyvt at taka mann av lívi.
32Til tess at Jesusar orð skuldi ganga út, tað sum hann hevði sagt fyri at kunngera, hvat deyða hann varð at doyggja.
33Pílatus fór tá inn aftur í borgina og kallaði Jesus til sin og segði við hann: Ert tú kongur Jødanna?
34Jesus svaraði: Er tað av tær sjálvum, at tú sigir hetta, elia hava aðrir sagt tær hetta um meg?
35Pílatus svaraði: Eg man táikki veranakar Jødi? Tað er títt egna folk og hővuðsprestarnir, ið hava givið mær teg upp í hendur; hvat hevir ta gjőrt?
36Jesus svaraði: Mítt kongaríki er ikki av hesum heimi; var mítt kongaríki av hesum heimi, tá hővdu sveinar minir stríðst fyri, at eg ikki var flngin Jødunum upp í hendur; men nú er mítt kongaríki ikki haðani.
37Pílatus segði tá við hann: So ert tú tó kongur? Jesus svaraði: Tú sigir so, kongur eri eg. Til tess eri e g føddur og til tess eri eg komin í heimin, at eg skal bera sannleikanum vitnisburð; ein og hvőr, sum er av sannleikanum, hoyrir rődd mina.
38Pílatus sigir við hann: Hvat er sannleiki? Og tá ið hann hetta hevði sagt, fór hann út aftur til Jødarnar, og hann sigir við teir: Eg finni hann ikki sekan í nőkrum.
39Men tað er siður hjá tykkum, at eg um páskirnar gevi tykkum ein leysan; vilja tit nú, at eg skal geva tykkum leysan tann Jøda koúg?
40Tá rópgðu teir uppaftur og sőgdu: Nei, ikki hann, men Barabbas. Men Barabbas var i ein ránsmaður.
လက်ရှိရွေးချယ်ထားမှု
Jóhannesar Evangelium 18: FAO1908
အရောင်မှတ်ချက်
မျှဝေရန်
ကူးယူ
မိမိစက်ကိရိယာအားလုံးတွင် မိမိအရောင်ချယ်သောအရာများကို သိမ်းဆည်းထားလိုပါသလား။ စာရင်းသွင်းပါ (သို့) အကောင့်ဝင်လိုက်ပါ
historical text publoshed by Scripture Gift Mission (Lifewords) and maintained by the British and Foreign Bible Society