YouVersion လိုဂို
ရွာရန္ အိုင္ကြန္

Jóhannesar Evangelium 14

14
14 KAPITUL.
1HJARTA tykkara verði ikki óttafult; tit trúgva á Gud, trúgvið eisini á meg!
2I mins faðirs húsi eru nógvar hallir; um so ikki var, hevði eg sagt tykkum tað; ti eg fari burtur at tilreiða stað fyri tykkum;
3Og tá ið eg eri farin og havi tilreitt stað fyri tykkum, komi eg aftur, og eg man taka tykkum til min, til tess at eisini tit skulu vera har sum eg eri.
4Og hvar eg fari, vita tit, og vegin vita ti ti
5Tomas sigir við hann: Harri, vit vita ikki, hvar tú fert, og hvussu vita vit vegin?
6Jesus sigir við hann: Eg eri vegurin og sannleikin og lívið; eingin kemur til faðirin utan ígjőgnum meg.
7Hővdu tit kent meg, so hővdu tit eisini kent faðir min; og frá hesi stund kenna tit hann og hava sætt hann.
8Filippus sigir við hann: Harri, vís okkum faðirin, og tað er nóg mikið hjá okkum.
9Jesus sigir við hann: So langa tíð havi eg verið hjá tykkum, og tú kennir meg ikki, Filippus! hann, ið meg hevir sætt, hevir sæet faðirin; hvussu sigir tú tá: vís okkum faðirin?
10Trýrt tú ikki, at eg eri í faðirinum, og faðirin í mær? Tey orð, sum eg sigi við tykkum, tali eg ikki av mær sjálvum; men tað er faðirin, sum hevir vist í mær, ið ger sínar-gerningar.
11Trúgvið mær, at eg eri í faðirinum, og faðirin í mær; um ikki, so trúgvið tað vegna sjálva gerninganna.
12Sannillga, sannillga, sigi eg tykkum, hann, ið tryr á meg, teir gerningar, sum eg geri, man eisini hann sara at gera, og størri enn hesar man hann gera;
13Ti eg fari til faðirin, óg hvat tit so biðja um í minum navni, tað man eg gera, at faðirin kann dyrmetast í soninum.
14Biðja tit um nakað í minum navni, man eg gera tað.
15Elska tit meg, tá skulu tit halda mini boðorð,
16Og eg man biðja faðirin, og hann skal geva tykkum ein annan talsmann at vera hjá tykkum um allar ævir,
17Sannleikans anda, sum heimurin ikki kann fáa, ti at hann sær hann ikki, kennir hann ikki heldur; tit kenna hann, ti hann byr hjá tykkum, og í tykkum verður hann búgvandi.
18Eg man ikki sleppa tykkum faðirleysum, eg komi til tykk-ara.
19Enn eina lítla lótu, so sær heimurin meg ikki longur; men tit síggja meg, ti eg livi, og tit munu liva;
20Á ti degi munu tit skilja, at eg eri í faðir minum, og tit í mær, og eg í tykkum.
21Hann, ið hevir mini boðorð og heldur tey, hann er tað, ið elskar meg; men hann, ið meg elskar, verður elskaður av faðir minum, og eg man elska hann, og eg man opinberá meg fyri honum.
22Júdas (ikki Iskarjot) sigir við hann: Harri, hvat veldur tá, at tú ætlar at opinberá teg fyri okkum og ikki fyri heiminum?
23Jesus svaraði og segði við-hann: Um nakar elskar meg, man hann halda mítt orð, og faðir min man elska hann, og til hansara munu vit koma og taka bústað hjá honum.
24Hann, ið ikki elskar meg, heldur ikki mini orð; og taf orð, sum tit hoyra, er ikki mítt, men faðírsins, ið meg sendi.
25Hetta havi eg talað við-tykkum, meðan eg dvaldist hjá tykkum;
26Men talsmaðurin, hin halgf andin, sum faðirin man senda í minum navni, hann man læra tykkum alt og minna tykkum á alt, sum eg havi sagt tykkum.
27Frið lati eg eftir hjá tykkum, min frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki, eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara verði ikki óttafult, ei heldur dirvislítið.
28Tit hoyrdu, at eg segði við tykkum: „Eg fari burtur, og eg komi til tykkara;“ hvővdu tit elskað meg, tá hóvdu tit glett tykkum við, at eg fari til faðirsins; ti faðirin er meiri enn eg.
29Og nú havi eg sagt tykkum tað, áðrenn tað verður, at titskulu trúgva, tá ið tað hevir tilborist.
30Eg man ikki tala nógv hereftir við tykkum; ti heimsins hővdingi kemur, og í mær ei gir hanneinki;,
31Men, til tess at heimurin skal fáa at vita, at eg elski faðirin, og at eg geri soleiðis, sum faðirin hevir boðið mær, tá rísið frá borði, latum okkum sara hiðani!

လက္ရွိေရြးခ်ယ္ထားမွု

Jóhannesar Evangelium 14: FAO1908

အေရာင္မွတ္ခ်က္

မၽွေဝရန္

ကူးယူ

None

မိမိစက္ကိရိယာအားလုံးတြင္ မိမိအေရာင္ခ်ယ္ေသာအရာမ်ားကို သိမ္းဆည္းထားလိုပါသလား။ စာရင္းသြင္းပါ (သို႔) အေကာင့္ဝင္လိုက္ပါ