Evangeliið eftir Markus 15
15
Jesus fyri Pilatusi. Jesus og Barabbas
1Og við tað sama um morgunin hildu høvuðsprestarnir ráðagerð saman við hinum elstu og hinum skriftlærdu, øllum ráðinum, og teir bundu Jesus og fóru burtur við honum og flýddu Pilatusi hann. 2Og Pilatus spurdi hann: «Ert tú kongur Jødanna?» Men hann svaraði og sigur við hann: «Tú sigur tað.» 3Og høvuðsprestarnir bóru upp mangar klagur um hann. 4Men Piltaus spurdi hann aftur: «Svarar tú als einki? Sí, hvussu mikið tað er, sum teir klaga teg fyri.» 5Men Jesus svaraði ikki aftur longur, so at Pilatus undraðist. 6Men um hátíðina var hann vanur at geva teimum ein fanga leysan, tann, sum tey bóðu um. 7Og har var ein, av navni nevndur Barabbas, sum sat fastur saman við ófriðarmonnum, sum í uppreist høvdu gjørt seg sekar í manndrápi. 8Og mannamúgvan kom niðan og fór at biðja hann, at hann skuldi gera teimum, soleiðis sum hann var vanur. 9Men Pilatus svaraði teimum og segði: «Vilja tit, at eg skal geva tykkum Jødakongin leysan?» 10Tí at hann visti, at tað var av øvund, at høvuðsprestarnir høvdu flýtt honum hann. 11Men høvuðsprestarnir østu mannamúgvuna upp, til tess at hann heldur skuldi geva teimum Barabbas leysan. 12Men Pilatus tók aftur til orða og segði við tey: «Hvat vilja tit tá, at eg skal gera við hann, sum tit kalla Jødakongin?» 13Men tey rópaðu aftur ímóti: «Krossfest hann!» 14Men Pilatus segði við tey: «Hvat ilt hevur hann tá gjørt?» Men tey rópaðu tað, tey vóru ment: «Krossfest hann!» 15Og av tí, at Pilatus vildi gera mannamúgvuni til vildar, gav hann teimum Barabbas leysan; men Jesus læt hann húðfleingja og gav hann upp til teirra at verða krossfestan.
Tornakrýningin
16Men hermenninir fóru burtur við honum inn í garðin, tað er inn í borgina, og kalla saman alla manningina. 17Og teir lata hann í eina skarlaksskikkju og flætta eina krúnu av tornum og seta niður á hann. 18Og teir tóku at heilsa honum: «Heilur og sælur, tú, Jødakongur!» 19Og teir slógu hann í høvdið við einum sevleggi og spýttu á hann og fullu á knæ og tilbóðu hann. 20Og tá ið teir høvdu spottað hann, lótu teir hann úr skarlaksskikkjuni og lótu hann í hansara egnu klæði. Og teir fara út við honum at krossfesta hann.
Krossfestingin
21Og teir noyða ein mann, sum kom gangandi har framvið, Símun frá Kýrene, sum kom heim av markini, faðir teirra Aleksanders og Rufusar, at bera kross hansara. 22Og teir fara við honum út á tann staðin, ið eitur Golgata, tað merkir: ennistaður. 23Og teir góvu honum vín at drekka við myrru í; men hann tók ikki við tí. 24Og teir krossfestu hann, og teir býttu klæði hansara millum sín og teir kastaðu lut um tey, hvat hvør teirra skuldi taka. 25Men tað var um landsuðurstíð, tá ið teir krossfestu hann. 26Og yvirskriftin um sakarmál hansara stóð skrivað omanfyri: Kongur Jødanna. 27Og teir krossfesta tveir ránsmenn saman við honum, annan høgrumegin og annan vinstrumegin við hann. [ 28Og skriftin gekk út, ið sigur: «Og hann varð roknaður javnt við lógbrotsmenn.»] 29Og tey, ið gingu framvið, spottaðu hann, og tey ristu við høvdinum og søgdu: «Tví vorði tær! Tú, sum brýtur templið niður og byggir tað upp eftir trimum døgum! 30Stíg niður av krossinum og bjarga nú tær sjálvum!» 31Somuleiðis hildu eisini høvuðsprestarnir hann fyri spott sín ámillum í felagi við hinum skriftlærdu og søgdu: «Øðrum hevur hann bjargað; men sær sjálvum er hann ikki mentur at bjarga! 32Kristus, Ísraels kongur – hann stígi nú niður av krossinum, so at vit kunnu síggja tað og trúgva!» Eisini teir, ið vóru krossfestir saman við honum, hildu hann fyri háð. 33Og tá ið middagur var komin, legðist myrkur um alt landið líka til nóns. 34Og um nón rópaði Jesus við harðari rødd: «Eloï, Eloï, lama sabaktani?» tað er: «Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?» 35Og nakrir av teimum, ið hjá stóðu, søgdu, tá ið teir hoyrdu tað: «Sí, hann rópar eftir Elia.» 36Men ein leyp til og fylti ein svamp við ediki og setti hann á ein rørstav og gav honum at drekka og segði: «Bíðið! Latum okkum síggja, um Elia kemur at taka hann niður.» 37Men Jesus rópaði so hart eitt róp og gav upp andan.
Eygnavitni
38Og forhangið í templinum skrædnaði í tvey, úr erva og líka niður ígjøgnum. 39Men tá ið herhøvdingin, sum stóð har hjá, beint yvir av honum, sá, at hann gav upp andan á slíkan hátt, segði hann: «Sanniliga var hesin maður sonur Guðs!» 40Men har vóru eisini nakrar kvinnur, sum stóðu langt burtur frá og hugdu at; millum teirra var bæði Maria Magdalena og Maria, móðir teirra Jákups lítla og Jóses, og Salóme, 41tær, sum høvdu fylgt honum og tænt honum, meðan hann var í Galileu; og mangar aðrar kvinnur, sum høvdu verið í ferðini við honum niðan til Jerúsalem.
Jesus gravlagdur
42Og tá ið nú var komið at kvøldi, – og atfangadagur var, tað er dagurin fyri hvíludagin – 43kom Jósef úr Arimateu, ein mætur ráðharri, sum eisini sjálvur væntaði Guðs ríki; hann tók mót til sín og fór inn til Pilatus og bað hann um likamið av Jesusi. 44Men Pilatus undraðist um, at hann longu skuldi vera andaður, og hann kallaði tí herhøvdingan til sín og spurdi hann, um hann longu var andaður. 45Og tá ið hann hevði fingið tað at vita av herhøvdinganum, læt hann Jósef fáa líkið. 46Og hann keypti fínt línklæði og tók hann niður og sveipaði hann í línklæðið og legði hann í eina grøv, sum var høgd inn í ein klett, og hann velti ein stein fyri gravarmunnan. 47Men Maria Magdalena og Maria, móðir Jóses, sóu, hvar hann varð lagdur.
Valið núna:
Evangeliið eftir Markus 15: FB
Áherslumerki
Deildu
Afrita

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society