Evangeliið eftir Markus 14

14
Deyði Jesu avráddur í ráðnum
1Men um tveir dagar vórðu páskir og hátíð hinna ósúrgaðu breyða. Og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu royndu, hvussu teir við svikum kundu fáa vald á honum og taka hann av døgum. 2Tí at teir søgdu: «Ikki um hátíðina, at tað ikki má verða uppreistur millum fólkið.»
Jesus salvaður í Betániu
3Og meðan hann var í Betániu, inni hjá Símuni hinum spitalska, og sat til borðs, kom har ein kvinna við eini alabastur-krukku av reinari, sera dýrabarari nardus-salvu; og hon breyt alabastur-krukkuna sundur og helti salvuna út yvir høvur hansara. 4Men har vóru nakrir, ið ilskaðust og hildu hvør við annan: «Hvat skal henda salvan verða spilt burtur til? 5Tí at henda salvan kundi verið seld fyri meir enn trý hundrað denarar og givin fátækum.» Og teir deildu hana. 6Men Jesus segði: «Latið hana fáa frið! Hví gera tit henni ónáðir? Hon hevur gjørt eina góða gerð ímóti mær. 7Tí at fátæk hava tit altíð hjá tykkum, og tit kunnu gera væl ímóti teimum, nær tit vilja; men meg hava tit ikki altíð. 8Hon gjørdi tað, sum hon kundi; hon hevur frammanundan salvað likam mítt til jarðarferðina. 9Og sanniliga sigi eg tykkum, hvar sum helst um allan heimin gleðiboðskapurin verður boðaður, har skal eisini tað, sum hon gjørdi, verða frásagt til áminningar um hana.»
Svikaráð Judasar
10Og Judas Iskarjot, ein av teimum tólv, fór til høvuðsprestarnar til tess at geva hann upp í hendur teirra. 11Men tá ið teir hoyrdu hetta, vórðu teir fegnir, og teir lovaðu at geva honum pening; og hann royndi nú at fáa føri til at svíkja hann.
Páskamáltíðin
12Og tann fyrsta dagin av hátíð hinna ósúrgaðu breyða, tá ið tey drópu páskalambið, siga lærusveinar hansara við hann: «Hvar vilt tú, at vit skulu fara og gera alt til reiðar, at tú kanst eta páskalambið?» 13Og hann sendir tveir av lærusveinum sínum avstað og sigur við teir: «Farið inn í staðin, og ein maður, ið ber eina krukku av vatni, skal møta tykkum; fylgið honum. 14Og har sum hann fer inn, har skulu tit siga við húsbóndan: «Meistarin sigur: Hvar er herbergi mítt, har sum eg kann eta páskalambið saman við lærusveinum mínum?» 15Og hann man tá vísa tykkum ein stóran sal, borðreiddan og ruddaðan, og har skulu tit gera tað til til okkara.» 16Og lærusveinarnir fóru avstað og komu inn í staðin og funnu alt, soleiðis sum hann hevði sagt teimum, og teir gjørdu páskalambið til. 17Og tá ið kvøldið var komið, kemur hann við teimum tólv. 18Og meðan teir sótu til borðs og fingu sær at eta, segði Jesus: «Sanniliga sigi eg tykkum: Ein tykkara man svíkja meg, ein, ið fær sær at eta við mær.» 19Teir tóku at harmast og søgdu við hann, ein fyri og annar eftir: «Man tað vera eg?» 20Men hann segði við teir: «Ein av teimum tólv, tann, ið drepur hondina í fatið við mær. 21Tí at menniskjusonurin fer fullvæl burtur, soleiðis sum skrivað stendur um hann; men vei tí manni, sum menniskjusonurin verður svikin av; betri hevði verið tí manni, at hann aldri var føddur!»
Hin heilaga kvøldmáltíðin innsett
22Og meðan teir fingu sær at eta, tók hann breyð, vælsignaði og breyt tað og gav teimum tað og segði: «Fáið tykkum, hetta er likam mítt!» 23Og hann tók ein kalik, takkaði og gav teimum, og teir drukku allir úr honum. 24Og hann segði við teir: «Hetta er blóð mítt, blóð sáttmálans, sum verður úthelt fyri mongum. 25Sanniliga sigi eg tykkum, at eg skal onga tíð meira drekka av frukt víntræsins, inntil tann dag, tá ið eg drekki hana nýggja í Guðs ríki.»
Avnoktan Pæturs gjørd kunn frammanundan
26Og tá ið teir høvdu sungið lovsangin, fóru teir út til Oljufjallið. 27Og Jesus sigur við teir: «Allir munnu tit fáa meinboga av mær, tí at skrivað stendur: Eg skal sláa hirðan, og seyðafylgið skal spreiðast sundur. 28Men eftir tað, at eg eri upprisin, skal eg fara undan tykkum til Galileu.» 29Men Pætur segði við hann: «Um so allir fáa meinboga, so skal eg ikki.» 30Og Jesus sigur við hann: «Sanniliga sigi eg tær: Í dag, í hesi nátt, áðrenn hanin hevur galið tvær reisur, skalt tú hava avnoktað meg tríggjar ferðir.» 31Men hann tók enn treystligari til orða: «Um eg so skal doyggja við tær, skal eg als ikki avnokta teg.» Sama søgdu allir hinir.
Getsemane
32Og teir koma í ein urtagarð, sum kallaðist Getsemane, og hann sigur við lærusveinar sínar: «Setist her, meðan eg haldi bøn.» 33Og hann tekur Pætur og Jákup og Jóhannes við sær; og ótti og angist kom á hann. 34Og hann sigur við teir: «Sál mín er sorgarbundin heilt til deyða. Verið her og vakið!» 35Og hann gekk eitt sindur longur fram og fell til jarðar og bað, at tann tímin mátti fara um hann, um tað var gjørligt. 36Og hann segði: «Abba, faðir! Alt er gjørligt hjá tær. Tak hesa skál frá mær; tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt.» 37Og hann kemur og hittir teir sovandi; og hann sigur við Pætur: «Símun, svevur tú? Vart tú ikki mentur at vaka ein tíma? 38Vakið og biðið, at tit mega ikki falla í freisting. Andin er fúsur, men holdið er veikt.» 39Og uppaftur fór hann burtur og helt bøn og segði somu orðini. 40Og hann kom aftur og hitti teir aftur sovandi; tí at eygu teirra vóru tyngd av svøvni; og teir vistu ikki, hvat teir skuldu svara honum. 41Og hann kemur triðju ferð og sigur við teir: «Sova tit enn og hvíla tykkum? Tað er nóg mikið. Tímin er komin; sí, menniskjusonurin verður givin upp í syndara hendur. 42Standið upp! Latum okkum fara! Sí, tann, ið meg svíkur, er í nánd!»
Jesus tikin á hondum
43Og alt fyri eitt, meðan hann enn talaði, kemur Judas, ein av teimum tólv, og við honum ein flokkur við svørðum og gøssum frá høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og teimum elstu. 44Men tann, ið sveik hann, hevði givið teimum eitt avrátt tekin og sagt: «Tann, sum eg kyssi, hann er tað; takið hann og farið tryggiliga avstað við honum.» 45Og tá ið hann kom, fer hann alt fyri eitt til hansara og sigur: «Rabbi!» og kysti hann. 46Men teir løgdu hendur á hann og tóku hann. 47Men ein av teimum, sum hjá stóðu, dró svørð sítt og sló eftir sveininum hjá høvuðsprestinum og høgdi oyrað av honum. 48Og Jesus tók til orða og segði við teir: «Sum eftir einum ránsmanni eru tit farnir út við svørðum og gøssum at taka meg. 49Dag og dagliga var eg hjá tykkum í halgidóminum og lærdi, og tit tóku meg ikki; tó hetta hendir, til tess at skriftirnar skulu ganga út.» 50Og teir fóru frá honum allir og rýmdu. 51Og ein ungur maður fylgdist við honum, og hann hevði sveipað eitt línklæði uttan um sín bera kropp. Og teir tóku hann. 52Men hann slepti línklæðinum og flýddi nakin burtur.
Jesus fyri høvuðsprestinum
53Og teir førdu Jesus til høvuðsprestin; og hjá honum koma allir høvuðsprestarnir og teir elstu og hinir skriftlærdu saman. 54Og Pætur fylgdi honum langt aftaná líka inn í borgargarðin hjá høvuðsprestinum, og hann sat har hjá sveinunum og vermdi seg við eldin. 55Men høvuðsprestarnir og alt ráðið royndu at fáa vitnisburð ímóti Jesusi, so at teir kundu fáa hann tiknan av døgum; men teir funnu einki. 56Tí at mangir søgdu rangan vitnisburð ímóti honum; men vitnisburðir teirra komu ikki á samt. 57Og nakrir stóðu upp og bóru rangan vitnisburð ímóti honum og søgdu: 58«Vit hoyrdu hann siga: Eg skal bróta niður hetta templið, sum er gjørt við hondum, og eftir trimum døgum byggja eitt annað, sum ikki er gjørt við hondum.» 59Men heldur ikki um hetta kom vitnisburður teirra á samt. 60Og høvuðspresturin reistist og steig fram mitt ímillum teirra og spurdi Jesus og segði: «Svarar tú als einki? Hvat er tað, ið hesir vitna ímóti tær?» 61Men hann tagdi og svaraði einki. Høvuðspresturin spurdi hann uppaftur og sigur við hann: «Ert tú Kristus, sonur hins hálovaða?» 62Men Jesus segði: «Eg eri tað; og tit skulu síggja menniskjusonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma í skýggjum himmalsins.» 63Men høvuðspresturin skræddi klæði síni sundur og sigur: «Nýtist okkum nú vitni longur? 64Tit hava hoyrt gudsspottanina. Hvat halda tit?» Men teir dømdu hann allir at vera sekan til deyða. 65Og summir fóru at spýta á hann; og teir bundu fyri eyguni á honum og slógu hann við knýttum nevum í andlitið og søgdu við hann: «Profetera!» Og sveinarnir tóku ímóti honum við sløgum undir vangan.
Pætur avnoktar Jesus
66Og meðan Pætur var niðri í borgargarðinum, kemur ein av arbeiðiskonunum hjá høvuðsprestinum; 67og tá ið hon sær Pætur sita og verma seg, hyggur hon at honum og sigur: «Tú vart eisini við Nasareinginum, hesum Jesusi.» 68Men hann noktaði fyri tí og segði: «Eg hvørki veit ella skilji, hvat tú sigur.» Og hann fór út í forgarðin, og tá gól hanin. 69Og tá ið arbeiðiskonan sá hann, fór hon aftur at siga við teir, ið hjá vóru staddir: «Hesin er ein av teimum.» 70Men hann noktaði uppaftur. Og eina løtu seinni søgdu teir, ið har stóðu, aftur við Pætur: «Víst ert tú ein av teimum; tí at tú ert jú eisini Galileingur.» 71Men hann tók at banna og svørja: «Eg kenni ikki henda mannin, sum tit tala um.» 72Og í sama viðfangi gól hanin aðru ferð. Tá kom Pæturi í hug tað orðið, sum Jesus hevði sagt við hann: «Áðrenn hanin hevur galið tvær reisur, skalt tú avnokta meg tríggjar ferðir.» Og hann skar í grát.

Áherslumerki

Deildu

Afrita

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in