Evangeliið eftir Markus 13
13
Jesus boðar oyðilegging av Jerúsalem og afturkomu sína
1Og í tí hann gekk út úr halgidóminum, sigur ein av lærusveinum hansara við hann: «Meistari! Sí, slíkir steinar og slíkir bygningar!» 2Og Jesus segði við hann: «Sært tú hesar stóru bygningarnar? Ikki skal steinur liggja eftir á steini, sum ikki skal verða rivin niður.» 3Og tá ið hann var setstur uppi á Oljufjallinum beint yvir av halgidóminum, spurdu Pætur og Jákup og Jóhannes og Andrias hann einsæris og søgdu: 4«Sig okkum, nær fer hetta at henda, og hvat er tekinið, tá ið alt hetta fer at koma?» 5Men Jesus tók at siga við teir: «Varið tykkum, at eingin villleiðir tykkum. 6Mangir skulu koma í navni mínum og siga: «Tað eri eg;» og teir skulu villleiða mong. 7Men tá ið tit hoyra um bardagar og frætta tíðindi um bardagar, tá óttist ikki; hetta má henda, men ikki er endin enn. 8Tí at fólkaflokkur skal reisast móti fólkaflokki, og ríki móti ríki; landskjálvti skal verða á ymsum støðum; hungur skal verða og ófriður. Hetta eru teir fyrstu verkirnir. 9Men hyggið um tykkum sjálvar; tí at tey skulu føra tykkum fyri dómstólarnar, og í samkomuhúsunum skulu tit verða bardir, og inn fyri høvdingar og kongar skulu tit verða førdir fyri mína skuld til vitnisburðar fyri teimum. 10Og fyrst eigur gleðiboðskapurin at verða prædikaður fyri øllum fólkasløgum. 11Og tá ið tey føra tykkum fram og geva tykkum upp, tá skulu tit ikki frammanundan verða stúrnir fyri, hvat tit skulu tala; men tað, sum tykkum verður givið á teirri somu stund, tað skulu tit tala; tí at tað eru ikki tit, ið tala, men heilagi andin. 12Og bróðir skal veita bróður bana og faðir barni, og børn skulu stíga upp móti foreldrum sínum og taka tey av døgum. 13Og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns míns sakir; men tann, ið heldur út til enda, hann skal verða frelstur. 14Men tá ið tit síggja andstygd oyðingarinnar standa har, sum hon ikki átti at staðið – tann, ið hetta lesur, hann gevi tí gætur – tá rými tey, sum eru í Júdeu, til fjals. 15Men tann, ið er staddur uppi á tekjuni, hann fari ikki niður aftur ella fari inn eftir nøkrum í húsi sínum. 16Og tann, ið er staddur úti á markini, hann vendi ikki heim aftur eftir klæðum sínum. 17Men tær neyðarkonur, sum í teimum døgum hava barn undir belti og á brósti! 18Men biðið um, at tað ikki má verða um vetrartíð. 19Tí at teir dagar skal verða ein slík trongd, at tílík hevur eingin verið frá upphavi skapningsins, sum Guð skapaði, og til nú og ikki heldur skal koma. 20Og um Harrin ikki hevði stytt um hesar dagar, tá varð ikki maður frelstur; men vegna teirra útvaldu, sum hann hevur valt út, hevur hann stytt um dagarnar. 21Og um onkur tá sigur við tykkum: «Sí, har er Kristus!» ella: «Sí, her er hann!» tá trúgvið tí ikki. 22Tí at svikakristusar og svikaprofetar skulu koma upp og gera tekin og undurgerðir fyri ta søk at villleiða hini útvaldu, um tað var gjørligt. 23Men hyggið tit um tykkum sjálvar! Sí, eg havi sagt tykkum alt frammanundan. 24Men á teimum døgum, aftan á hesa trongd, skal sólin myrkna og mánin ikki geva skin sítt, 25og stjørnurnar skulu falla niður av himli, og skakast skulu himmalsins kreftur. 26Og tá skulu tey síggja menniskjusonin koma í skýggjum við dýrd og miklum mátti. 27Og tá skal hann senda út einglarnar og savna saman hini útvaldu síni úr teimum fýra ættunum, frá endamarki jarðar at endamarki himins. 28Men lærið líknilsið av fikutræinum. Tá ið gróðurin er komin í greinarnar, og leyvið fer at spretta, tá skilja tit, at summarið er í nánd. 29Soleiðis skulu tit eisini skilja, at tá ið tit síggja hetta henda, tá er hann í nánd, fyri durunum. 30Sanniliga sigi eg tykkum: Henda slektin skal als ikki ganga undir, fyrr enn alt hetta hendir. 31Himmalin og jørðin skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki ganga undir. 32Men um tann dag og tíma veit eingin, sjálvt ikki einglarnir í himli, heldur ikki sonurin, men eina faðirin.
Vakið og biðið
33Verið varnir, vakið og biðið; tí at tit vita ikki, nær tíðin er komin. 34Líkasum ein maður, ið fór út av landinum, er farin frá húsi sínum og hevur givið húskøllum sínum umsitingina, hvørjum sítt verk, og hevur boðið duravaktaranum at vaka, 35soleiðis skulu tit við vaka; tí at tit vita ikki, nær húsbóndin kemur, við sólsetur ella um midnátt, í sólarrenning ella á morgni, 36at hann ikki má hitta tykkum sovandi, um hann skuldi komið dáttliga. 37Men tað sum eg sigi við tykkum, tað sigi eg við øll: vakið!»
Valið núna:
Evangeliið eftir Markus 13: FB
Áherslumerki
Deildu
Afrita

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society