Jóhannesar Evangelium 5
5
5 KAPITUL.
1Eftir hetta var ein hógtíð hjá Jødunum, og Jesus fór niðan til Jerúsalems.
2Men í Jerúsalem er við Seyðaliðið ein dammur, sum kallast á hebraiskum tungumáli Betesda, og hevir flmm stólpastovur.
3I teimum lá ein fjőld av brekaðum monnum, av blindum, lamnum, visnum [sum bíðaðu eftir at vatnið skuldi órógvast;
4Ti ein eingil fór stunilum niður í dammin og órógvaði vatnið; hann ið tá fyrstur fór niður í, eftir at vatnið var órógvað, varð frískur, hvat sjúku hann so var fongdur við].
5Men har var ein maður, sum hevði verið sjúkur í atta og tríati ár.
6Tá ið Jesus sá hann liggja og visti, at hann longu hevði ligið leingi sjúkur, sigir hann við hann: Vilt tú verða frískur?
7Hin sjúki svaraði honum aftur: Harri, eg havi ongan at kasta meg í dammin, tá ið, vatnið verður órógvað; men meðan eg eri á veg, fer e in annar niður í undan mær.
8Jesus sigir við hann: statt upp, tak song tína og gakk!
9Og maðurin varð frískur og tók song sina og gekk; men tað var hvíludagur tann dagin.
10Ti sőgdu Jødarnir við hann, ið hevði fingið heilsubótina: Tað er hvíludagur, og tær er ikki loyvt at bera songina.
11Hann svaraði teimum: Hann, ið gjőrdi meg frískan, hann segði við meg: tak song tína og gakk!
12Teir spurdu hann: Hvőr er tann maðarin, ið segði við teg: tak hana og gakk?
13Men hann, ið heilsubótina hevði fingið, visti ikki, hvőr ið hann var; ti Jesus hevði haft seg undan, ti mannamúgva var á staðnum.
14Síðani hittir Jesus hann í halgidóminum, og hann segði við hann: si, tú ert vorðin frískur; synda ikki meira, at ikki annað verri skal berast tær til handa.
15Maðurin fór hurt og kunngjórdi Jødunum, at tað var Jesus, ið hevði gjðrt hann frískan.
16Og av teirri orsők gjőrdi Jødarnir seg inn á Jesus, ti at hann gjőrdi hetta á hvíludegi.
17Men hann svaraði teimum. Faðir min arbeiðir enn í hesi stund; eisini eg arbeiði.
18Av teirri orsők royndu ti Jødarnir enn meira at ráða hann av dőgum, ti at hann ikki bert bíeyt halguna, men eisini kallaði Gud sin egna faðir og gjőrdi seg sjálvan javnan við Gud.
19Jesus svaraði tá og segði við teir: Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, Sonurin kann einki gera av sær sjálvum, utan hvat hann sær faðirin gera; ti hvat ið hann ger, tað ger eisini sonurin somuleiðis.
20Ti faðirin elskar sonin og synir honum alt tað, ið hann sjálvur ger; og størri gerningar enn hesar man hann sara at syna honum, at tit skulu undrast.
21Ti líkasum faðirin reisir teir deyðu og lívgar upp, somuleiðis ger eisini sonurin livandi teir, sum hann vil.
22Ti faðirin dømir heldur ongan, men hevir givið soninum upp í hendur allan dómin,
23Til tess at allir mega æra sonin, líkasum teir æra faðirin; hann, ið ikki ærar sonin, ærar ikki faðirin, ið senði hann.
24Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, at hvőr sum hoyrir mítt orð og tryr honum, sum meg sendi, hevir ævigt lív og kemur ikki til dóms, men hevir stigið yvir um frá deyðanum til lívið.
25Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, at tann dagur kemur, ja er longu, tá ið teir deyðu munu hoyra Guds sonarins reyst, og teir, sum hana hoyra, munu liva.
26Ti líkasum faðirin hevir lív í sjálvum sær, soleiðis gavhann eisini soninum at hava lív í sjálvum sær.
27Og hann gav honum vald at halda dóm, ti at hann er ein mannasonur.
28Undrist ikki á hetta; ti tann dagur man koma, tá ið allir teir, sum í grovunum eru, munu hoyra hansara reyst,
29Og teir munu ganga út, teir, sum hava gjőrt tað, ið gotter, til lívs uppreisn, teir sum hava hafst at ti, ið ilt er, til dóms uppreisn.
30Eg formái einki at gera av mær sjálvum; líkasum eg hoyrk dømi eg, og dómur min er rættvísur, ti at eg ikki søki min vilja, men hans vilja, sum meg sendi.
31Er tað eg, sum vitni um meg sjálvan, tá er min vitnisburður ikki sannorðaður.
32Ein annar er tað, sum vitnar um meg, og eg veit, at tann vitnisburður er sannorðáðúr, sum hann ber um meg.
33Tit hava sjálvir sent boð tii Jóhannesar, og hann hevir borið sannleikanum vitni.
34Tó, tað er ikki hjá monnum, at eg fái mær vitnisburðin; men hetta sigi eg, at tit mega frelsast.
35Hann var hitt logandi og skínandi ljósið, og tit vildu fróir gleðast um stund í hansara ljósi.
36Men eg eigi tann vitnisburðin, sum er meiri enn Jóhannesar: ti teir gerningar, sum faðirin hevir fingið mær at fullgera, júst teir gerningarnir, sum eg geri, vitna um meg, at faðirin hevir sent meg.
37Og faðirin, sum sendi meg, hann hevir vitnað um meg. Tit hava ikki nakrantíð hvőrki hoyrt hansara reyst elia saeð hansara ásjónd,
38Og hansara orð hava tit ikki stððufast í tykkum; ti tit trúgva ikki honum, sum hann sendi.
39Tit rannsaka skriftirnar, ti at tit halda í teimum at hava ævigt lív, og tær eru tað, sum vitna um meg.
40Og ikki vilja tit koma til min, at tit mega fáa lív.
41Eg taki ikki sømd av monnum;
42Men egkenni tykkum, at tit hava ikki Gudskærleika í tykkum.
43Eg eri komin í faðirs mins navni; og tit taka ikki yið mær; um onkur annar kemur i sínum egna navni, honum munu tit taka við.
44Hvussuleiðis kunna tit? trúgva, tit, sum sóknast eftir æru hvőr hjá óðrum, men ta sømd, sum er hjá ti eina Gudi, hehni tráa tit ikki eftir?
45Hugsið ikki, at eg fari at áklaga tykkum fyri faðirinum; ein er, ið áklagar tykkum, Móses, sum tit hava sett tykkara álit á.
46Tí hvővdu tit trúð Mósesi, so hóvdu tit trúð mær; ti tað er um meg, hann hevir skrivað.
47Men trúgva tit ikki hansara skriftum, hvussuleiðis fáa tit tá trúð minum orðum?
હાલમાં પસંદ કરેલ:
Jóhannesar Evangelium 5: FAO1908
Highlight
શેર કરો
નકલ કરો
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
historical text publoshed by Scripture Gift Mission (Lifewords) and maintained by the British and Foreign Bible Society