Genesis 7
7
Flóðin mikla. Nóa fer inn í ørkina
1Tá segði Harrin við Nóa: «Gakk tú og alt húski títt inn í ørkina, tí at teg havi eg sæð rættlátan fyri ásjón míni í hesum ættarliði. 2Av øllum reinum djórum skalt tú taka tær sjey pør, kalldjór og kvenndjór; og av øllum teimum djórum, sum ikki eru rein, eitt par, kalldjór og kvenndjór. 3Eisini av fuglum himinsins sjey pør, kalldjór og kvenndjór til tess at lata avkom eftir seg á allari jørðini. 4Tí at um sjey dagar lati eg tað regna á jørðina í fjøruti dagar og fjøruti nætur og oyði av jørðini hvørja skepnu, sum eg havi skapað.» 5Nóa gjørdi nú í øllum lutum, eins og Harrin hevði boðið honum. 6Nóa var seks hundrað ára gamal, tá ið vatnflóðin kom yvir jørðina. 7Nóa og synir hans, kona hans og sonakonur hans við honum fóru tá inn í ørkina undan vatnflóðini. 8Av reinum djórum og av teimum djórum, ið ikki vóru rein, av fuglunum og øllum, sum skríður á jørðini, 9komu pørini eitt fyri og annað eftir til Nóa í ørkina, kalldjór og kvenndjór eins og Harrin hevði boðið Nóa.
Flóðin oyðir alt lív á jørð
10Og tá ið nú teir sjey dagarnir vóru umlidnir, kom vatnflóðin yvir jørðina. 11Á sætta hundraðasta aldursári Nóa, á seytjanda degi í øðrum mánaði, á tí degi opnaðust keldur hins mikla frumhavs, og allar lúkur himinsins fóru frá. 12Og glopraregnið dundi yvir jørðina í fjøruti dagar og fjøruti nætur. 13Á hesum sama degi fór Nóa inn í ørkina og við honum synir hansara Sem, Kam og Jáfet, kona hansara og sonakonur hans tríggjar, 14og somuleiðis øll villdjórini eftir sínum kyni og allur fenaður eftir sínum kyni og alt skriðkykt á jørðini eftir sínum kyni og allir fuglar eftir sínum kyni og alt, sum veingir hevur; 15av øllum holdi, sum lívsanda hevur, fóru tey eitt parið fyri og annað eftir inn í ørkina til Nóa. 16Av øllum holdi gingu tey inn, kalldjór og kvenndjór, eins og Guð hevði boðið honum. Og Harrin læt aftur eftir honum. 17Tá kom vatnflóðin yvir jørðina í fjøruti dagar, og vatnið vaks og lyfti ørkini, so at hon varð hevjað upp frá jørðini. 18Og vatnið megnaðist og vaks stórum á jørðini, og ørkin rak um á vatninum. 19Og vatnið vaks og vaks á jørðini, til øll hini høgu fjøll, sum eru undir øllum himninum, vóru undir; 20fimtan alnir stóð vatnið fyri oman fjøll og fjaldi tey. 21Tá doyði alt hold, sum rørdist á jørðini, bæði fuglar og fenaður, villdjórini og alt skriðkykt, sum skreið á jørðini, og allar menniskjur, 22alt, sum hevði lívsanda í nasum sínum, alt, sum var á turrlendinum, tað doyði. 23Soleiðis avoyddi hann allar skepnur, ið vóru á jørðini, bæði fólk og fenað, skriðkykt og himinsins fuglar, tað oyddist burtur av jørðini. Einans Nóa var eftir og tey, sum við honum vóru í ørkini. 24Og vatnið megnaðist á jørðini í eitt hundrað og fimmti dagar.
Actualmente seleccionado:
Genesis 7: FB
Destacar
Compartir
Copiar
¿Quieres guardar tus resaltados en todos tus dispositivos? Regístrate o Inicia sesión
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society