Genesis 11
11
Bábeltornið, uppruni tungumálanna
1Og øll mannaættin hevði eitt mál og somu tungu. 2Men tá ið teir nú løgdu leiðina eystureftir, komu teir fram á ein slætta í Sinears landi og settust niður har. 3Tá søgdu teir hvør við annan: «Komið og latum okkum knoða tigulsteinar og herða teir væl í eldi.» Soleiðis nýttu teir tigul í staðin fyri grót og jarðbik í staðin fyri kálk. 4Og teir søgdu: «Vit skulu byggja okkum borg og torn, hvørs tindur røkkur til himins og gera okkum navnframar, so at vit ikki spjaðast um alla jørðina!» 5Men Harrin steig oman til tess at síggja borgina og tornið, sum mannabørnini fingust við at byggja. 6Og Harrin mælti: «Sí, teir eru ein tjóð og hava allir sama tungumál; hetta er fyrsta fyritøka teirra; og nú man neyvan nakað verða teimum óført, sum teir finna upp á at gera. 7Komið tí og latum okkum stíga oman og fløkja tungumál teirra, so at teir ikki skilja málið, hvør hjá øðrum.» 8Tá spjaddi Harrin teir haðan út um alla jørðina, so at teir lættu av at byggja borgina. 9Tessvegna eitur hon Bábel, tí at har fløkti Harrin øll tungumál jarðar; og haðan spjaddi Harrin tey út um alla jørðina.
Ættartal Sems
10Hetta er ættartal Sems. Sem var hundrað ára gamal, tá ið hann gat Arpaksjad, tvey ár eftir flóðina. 11Og eftir at Sem hevði gitið Arpaksjad, livdi hann fimm hundrað ár og gat synir og døtur. 12Arpaksjad var tríati og fimm ára gamal, tá ið hann gat Sjela. 13Og eftir at Arpaksjad hevði gitið Sjela, livdi hann fýra hundrað og trý ár og gat synir og døtur. 14Sjela var tríati ára gamal, tá ið hann gat Eber. 15Og eftir at Sjela hevði gitið Eber, livdi hann fýra hundrað og trý ár og gat synir og døtur. 16Eber var tríati og fýra ára gamal, tá ið hann gat Peleg. 17Og eftir at Eber hevði gitið Peleg, livdi hann fýra hundrað og tríati ár og gat synir og døtur. 18Peleg var tríati ára gamal, tá ið hann gat Reu. 19Og eftir at Peleg hevði gitið Reu, livdi hann tvey hundrað og níggju ár og gat synir og døtur. 20Reu var tríati og tvey ára gamal, tá ið hann gat Serug. 21Og eftir at Reu hevði gitið Serug, livdi hann tvey hundrað og sjey ár og gat synir og døtur. 22Serug var tríati ára gamal, tá ið hann gat Nákor. 23Og eftir at Serug hevði gitið Nákor, livdi hann tvey hundrað ár og gat synir og døtur. 24Nákor var tjúgu og níggju ára gamal, tá ið hann gat Tára. 25Og eftir at Nákor hevði gitið Tára, livdi hann hundrað og nítjan ár og gat synir og døtur. 26Tára var sjeyti ára gamal, tá ið hann gat Ábram, Nákor og Háran.
Ættartal Tára
27Hetta er ættartal Tára. Tára gat Ábram, Nákor og Háran; og Háran gat Lot. 28Háran doyði undan Tára faðir sínum í føðilandi sínum í Ur Kaldeu. 29Ábram og Nákor tóku sær konur; kona Ábrams æt Sárai, og kona Nákors æt Milka, dóttir Hárans, faðir at Milku og Jisku. 30Men Sárai var óburin og fekk einki barn. 31Tá tók Tára Ábram son sín og Lot son Hárans, sonarson sín, og Sárai sonarkonu sína, konu Ábrams, sonar síns, og fór við teimum úr Ur Kaldeu til Kánáanlands. Og tá ið tey komu til Kárans, settust tey niður har. 32Tára livdi tvey hundrað og fimm ár; tá doyði Tára í Káran.
Actualmente seleccionado:
Genesis 11: FB
Destacar
Compartir
Copiar
¿Quieres guardar tus resaltados en todos tus dispositivos? Regístrate o Inicia sesión
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society