YouVersion Logo
Search Icon

Fimta Mósebók 29

29
Áminning um at halda lógina
1Hesi eru orð sáttmálans, ið Harrin beyð Mósesi at gera við Ísraelsmenn í Móab landi umframt sáttmálan, sum hann gjørdi við teir undir Hóreb. 2Og Móses stevndi saman øllum Ísraelsmonnum og mælti við teir: Tit hava sæð alt tað, sum Harrin gjørdi fyri eygum tykkara í Egyptalandi við Fárao og allar tænarar hans og alt land hans, 3hinar miklu roynslur, sum tú sást við egnum eygum, hini miklu tekin og undur. 4Men alt fram at hesum degi hevur Harrin ikki givið tykkum hjarta til at skilja við og eygu til at síggja við og oyru til at hoyra við. 5Í fjøruti ár leiddi eg tykkum um oyðimørkina; klæði tykkara vórðu ikki slitin á tykkum, og skógvar tykkara slitust ikki upp á fótum tykkara; 6breyð høvdu tit einki at eta og einki vín og ongan mjøð at drekka, til tess at tit skuldu vita, at eg eri Harrin, Guð tykkara. 7Og tá ið tit komu higar, og Sihon kongur í Hesjbon og Og kongur í Básjan komu ímóti okkum til bardaga, tá vunnu vit sigur á teimum 8og tóku land teirra og lótu tað lutast Rubenitum og Gáditum og hálvari Manasse ætt. 9Varðveitið tí orðini í hesum sáttmála og gerið eftir teimum, til tess at eydnan má fylgja tykkum í øllum, sum tit havast at. 10Tit standa í dag allir frammi fyri Harranum, Guði tykkara: høvuðsmenn tykkara og dómarar og tykkara elstu og umsjónarmenn, hvør maður í Ísrael, 11børn tíni og konur tínar og útisetarnir í herbúðum tínum, bæði viðahøggarar og vatnberar, 12til tess at ganga undir sáttmála Harrans, Guðs tíns, og inn í tað eiðfesta samfelag, sum Harrin, Guð tín, bindur við teg í dag, 13til tess at hann í dag má gera teg til fólk sítt, so at hann verður Guð tín, eins og hann lovaði tær, og eins og hann svór fedrum tínum, Ábrahami, Ísaki og Jákupi. 14Og ikki við tykkum eina geri eg henda sáttmála og hetta eiðfesta samfelag, 15men við teir, sum her í dag saman við okkum standa frammi fyri Harranum, Guði várum, og við teir, sum ikki eru her í dag saman við okkum;
Fólkið revsað fyri trúloysi
16tí at tit vita sjálvir, at vit búðu í Egyptalandi, og hvussu vit ferðaðust gjøgnum tær tjóðir, vit nú eru komin um. 17Og tit sóu andstygdir og skurðgudar teirra úr træ og steini, silvuri og gulli, sum teir høvdu. 18Latið tí ikki finnast hjá tykkum kall ella konu, heim ella ætt, sum í dag snýr sínum hjarta frá Harranum, Guði várum, til tess at fara at dýrka gudar hesa tjóða; latið onga rót vera hjá tykkum, sum eitur og malurt sprettur upp av, 19ongan, ið sigur seg sælan í hjartanum, tá ið hann hoyrir orð hesar eiðgerðar og heldur: «Mær skal eydnan fylgja, tó at eg haldi fram eftir treiska hjarta mínum.» Tí at tá førir hann bann yvir bæði bygd og óbygd. 20Harrin skal ikki fyrigeva honum; heldur man vreiði Harrans og vandlæti hans tendrast móti tílíkum manni, og øll banningin, sum er ritað í hesi bók, koma oman yvir hann; og Harrin skal strika út navn hans undir himni. 21Til glatanar skal Harrin skilja hann burtur úr øllum ættum Ísraels, samsvarandi øllum banningum sáttmálans, ið ritaður er í hesi lógbók. 22Og tá ið komandi ættir, børn tykkara, sum koma aftan á tykkum, og fremmandir úr fjarløgdum londum síggja tær plágur og sóttir, sum Harrin hevur nívt hetta land við, 23so at tað er vorðið at brennisteini og salti, alt samalt avsviðið, so at einki verður sáað, og einki grør, og eingin urt sprettur upp av jørðini, men alt er vorðið kollvelt eins og Sódoma og Gómorra og Adma og Zebojim, sum Harrin kollvelti í vreiði og bræði síni, tá munnu teir fara at spyrja 24og allar tjóðir við teimum: «Hví hevur Harrin farið so við hesum landi? Av hvørjum hevur staðist henda mikla brennandi bræði?» 25Tá skal verða svarað: «Av tí at teir góvu sáttmála Harrans, Guðs fedra sína, yvir, sum hann gjørdi við teir, tá ið hann leiddi teir út úr Egyptalandi 26og gingu at dýrka aðrar gudar og tilbóðu teir, gudar, sum teir ikki kendu áður, og sum hann ikki hevði givið teimum lut í; 27tí upptendraðist vreiði Harrans ímóti hesum landi, so at hann læt koma yvir tað alla ta banning, sum ritað er í hesari bók, 28og tí sleit Harrin teir upp úr landi teirra í vreiði og øði og miklari bræði og tveitti teir burtur í annað land, har teir enn eru.» 29Hinir fjaldu lutirnir eru Harrans, Guðs várs, men tað opinberaða er fyri okkum og børn okkara ævinliga, so at vit mega gera eftir øllum tí, sum ritað er í hesi lóg.

Currently Selected:

Fimta Mósebók 29: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in