YouVersion Logo
Search Icon

Fimta Mósebók 30

30
Viðvending og frelsa fólksins
1Men tá ið alt hetta kemur yvir teg: bæði signingin og banningin, sum eg í dag leggi fram fyri teg, og tú leggur tær tað í geyma har úti millum allar tær tjóðir, sum Harrin, Guð tín, rekur teg til, 2og tú snýrt tær aftur til Harrans, Guðs tíns, og lýðir rødd hans í øllum, sum eg bjóði tær í dag, bæði tú og børn tíni, av heilum huga og av allari sál, 3tá skal Harrin, Guð tín, venda lagnu tíni og várkunna tær og savna teg aftur saman úr øllum teimum tjóðum, har hann hevur spjatt teg um. 4Um so tíni burturriknu eru úti undir ytstu væðing himinsins, skal Harrin, Guð tín, tó savna tey saman og søkja tey aftur haðan. 5Harrin, Guð tín, skal føra teg inn í landið, sum fedrar tínir løgdu undir seg; tú skalt taka tað til ognar; og hann skal gera teg eydnuríkari og fjølmentari enn fedrar tínir vóru. 6Og Harrin, Guð tín, skal umskera hjarta títt og hjarta eftirkomara tína, so at tú elskar Harran, Guð tín, av heilum huga og allari sál tíni, til tess at tú skalt liva, 7men oman yvir fíggindar tínar, ið hata teg og søkja at tær, skal Harrin, Guð tín, lata koma allar hesar banningar. 8Og tá skalt tú aftur lýða rødd Harrans, Guðs tíns, og halda øll boðorð hansara, sum eg í dag bjóði tær. 9Og Harrin, Guð tín, skal veita tær góða úrtøku av øllum, sum tú tekst við, bæði av ávøksti kviðar tíns og av ávøksti fenaðar tíns og av ávøksti jarðar tínar; tí at Harrin skal aftur gleðast yvir teg til gævu, eins og hann gleddist yvir fedrar tínar, 10so satt sum tú lýðir rødd Harrans, Guðs tíns, og varðveitir boðorð og skipanir hans, ið ritað eru í hesi lógbók, so satt sum tú vendir við til Harrans, Guðs tíns, av heilum huga og av allari sál tíni. 11Tí at hetta boð, sum eg í dag leggi fyri teg, er tær ikki ov torskilið ella fjarlagið. 12Tað er ikki uppi í himninum, so at tær er tørvur at siga: «Hvør vil fara fyri okkum upp í himinin og søkja okkum tað haðan og kunngera okkum tað, so at vit mega gera eftir tí.» 13Heldur ikki er tað handan havið, so at tær er tørvur á at siga: «Hvør vil fara fyri okkum yvir um havið og flyta okkum tað higar og kunngera tað fyri okkum, so at vit mega gera eftir tí.» 14Nei, orðið er tætt hjá tær, í munni og hjarta tínum, so at tú kanst gera eftir tí.
Áminning um at halda sáttmálan
15Sí, eg havi í dag lagt fram fyri teg lív og gævu, deyða og ógævu; 16um tú varðveitir boðorð Harrans, Guðs tíns, sum eg í dag havi lagt fyri teg, so at tú elskar Harran, Guð tín, og gongur leiðir hansara og heldur skipanir hans, boðorð og lógir, tá skalt tú liva og fjølgast, og Harrin, Guð tín, skal vælsigna teg í tí landi, sum tú nú fert at ogna tær. 17Men víkur hjarta títt frá, og tú verður ólýðin og fer at tilbiðja aðrar gudar og dýrka teir, 18tá boði eg tykkum í dag, at tit skulu vissuliga farast og ikki liva leingi í tí landi, sum tit nú halda inn í yvir Jórdan til tess at taka tað til ognar. 19Eg stevni í dag bæði himni og jørð til vitnis ímóti tykkum, at eg havi lagt fram fyri tykkum lívið og deyðan, signingina og banningina. Vel nú lívið, so at tú mást liva og avkom títt, 20við at elska Harran, Guð tín, og lýða rødd hans og halda fast við hann; í tí stendur lív títt, og hvussu leingi tú skalt verða búgvandi í tí landi, sum Harrin svór fedrum tínum Ábrahami, Ísaki og Jákupi at geva teimum.»

Currently Selected:

Fimta Mósebók 30: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in