Genesis 25

25
Synir Ábrahams við Keturu
1Ábraham tók sær aftur konu, Ketura at navni. 2Hon føddi honum Zimran, Joksjan, Medan, Midian, Jisjbak og Sjúa. 3Joksjan gat Sába og Dedan; og synir Dedans vóru Assjuritar, Letusjitar og Leummitar. 4Synir Midians vóru Efa, Efer, Hánok, Ábida og Eldáa. Allir hesir eru synir Keturu. 5Og Ábraham gav Ísaki alt, sum hann átti; 6men teimum sonum, sum Ábraham gat við hjákonunum, gav hann gávur og sendi teir, meðan hann enn var á lívi, burtur frá Ísaki, syni sínum, eystur til eysturlanda.
Deyði Ábrahams
7Hetta eru ævidagar Ábrahams, tey ár, hann livdi, eitt hundrað og sjeyti og fimm ár. 8Tá andaðist Ábraham og doyði í góðari elli, gamal og mettur av døgum og savnaðist síðan hjá fedrum sínum. 9Og Ísakur og Ísmael, synir hansara, jarðaðu hann í Makpela-helli, í jørðini hjá Efroni, syni Zóhars Hetita, áraka Mamre. 10Í tí jarðarstykki, sum Ábraham hevði keypt frá Hetitum; har varð Ábraham jarðaður og Sára, kona hansara. 11Eftir at Ábraham var deyður, vælsignaði Guð Ísak, son hans. Og Ísakur búði við Lákai-Roi brunnin.
Ættleggur Ísmaels
12Hetta er ættartal Ísmaels, Ábrahamssonar, sum Hágar, hin egyptiska, trælkona Sáru, føddi honum. 13Og hesi eru nøvn Ísmaels sona eftir nøvnum og kyntáttum teirra: Nebajot, Ísmaels frumgitni, og Kedar, Adbeel, Mibsam, 14Misjma, Dúma, Massa, 15Hádad, Tema, Jetur, Náfisj og Kedma. 16Hesir eru synir Ísmaels, og hesi eru nøvn teirra í torpum teirra og tjaldbúðum; tólv høvdingar eftir kyntáttum sínum. 17Og hetta eru ævidagar Ísmaels; hundrað og tríati og sjey ár; tá andaðist hann og doyði og savnaðist til fedra sína. 18Teir høvdu bústaðir sínar frá Hávila alt at Sjúr áraka Egyptaland og allan vegin til Assjurs; og teir viku ikki fyri nøkrum av frændum sínum.
Esav og Jákup
19Hetta er ættartal Ísaks Ábrahamssonar: Ábraham gat Ísak. 20Og Ísakur Ábrahamsson var fjøruti ára gamal, tá ið hann tók sær til konu Rebekku, dóttur Betuels hins áramaiska úr Paddan-Áram, systur Lábans hins áramaiska. 21Men Ísakur bað til Harrans fyri Rebekku, konu síni, tí hon var óburin; Harrin bønhoyrdi hann; og Rebekka, kona hansara, varð við barn. 22Og tá ið sveinarnir stoyttu saman í kviði hennara, mælti hon: «Er tað soleiðis vorðið, hví livi eg tá?» Hon leitaði tá til Harrans um ráð. 23Og Harrin segði við hana: «Tvær tjóðir eru í kviði tínum, og tveir ættleggir skulu greina seg út frá móðurlívi tínum. Annar skal vera mætari enn hin; hin eldri skal tæna hinum yngra.» 24Tá ið nú dagur hennara kom, at hon skuldi føða, sí, tá vóru tvíburar í kviði hennara. 25Og hin fyrri kom út reydligur, allur sum hann var, alloðin eins og feldur; og teir nevndu hann Esav. 26Síðan kom bróðir hansara út; hann helt um hælin á Esavi; teir nevndu hann Jákup. Ísakur var seksti ára gamal, tá ið hon føddi teir. 27Tá ið nú sveinarnir komu til, gjørdist Esav frálíkur veiðimaður, ið reikaði um heiðarnar, meðan Jákup lá í friði heima við tjøldini. 28Ísakur unnaði Esav, av tí at honum dámdi væl villibráð; men Rebekka unnaði Jákup.
Esav selur frumburðarrættin
29Einaferð, tá ið Jákup búði til ein verð, kom Esav útlúgvaður av heiðum. 30Tá segði Esav við Jákup: «Gev mær sum skjótast nakað at eta, nakað av hasum reyða, av hasum reyða har, tí at eg eri útlúgvaður!» Tessvegna varð hann nevndur Edóm. 31Men Jákup svaraði: «Sel mær fyrst tín frumburðarrætt!» 32Tá mælti Esav: «Sí, eg eri deyðkomin; hvat gagnar mær hesin frumburðarrættur?» 33Jákup svaraði: «Svør mær hetta fyrst til!» Og hann svór Jákupi tað til og seldi honum sín frumburðarrætt. 34Síðan gav Jákup Esavi breyð og ein verð av flatbønum. Og hann át og drakk, fór síðan á føtur og helt avstað – leið sína. Soleiðis lítilsvirdi Esav frumburðarrætt sín.

Zur Zeit ausgewählt:

Genesis 25: FB

Markierung

Teilen

Kopieren

None

Möchtest du deine gespeicherten Markierungen auf allen deinen Geräten sehen? Erstelle ein kostenloses Konto oder melde dich an.