1
Genesis 25:23
BÍBLIA
Og Harrin segði við hana: «Tvær tjóðir eru í kviði tínum, og tveir ættleggir skulu greina seg út frá móðurlívi tínum. Annar skal vera mætari enn hin; hin eldri skal tæna hinum yngra.»
Vergleichen
Studiere Genesis 25:23
2
Genesis 25:30
Tá segði Esav við Jákup: «Gev mær sum skjótast nakað at eta, nakað av hasum reyða, av hasum reyða har, tí at eg eri útlúgvaður!» Tessvegna varð hann nevndur Edóm.
Studiere Genesis 25:30
3
Genesis 25:21
Men Ísakur bað til Harrans fyri Rebekku, konu síni, tí hon var óburin; Harrin bønhoyrdi hann; og Rebekka, kona hansara, varð við barn.
Studiere Genesis 25:21
4
Genesis 25:32-33
Tá mælti Esav: «Sí, eg eri deyðkomin; hvat gagnar mær hesin frumburðarrættur?» Jákup svaraði: «Svør mær hetta fyrst til!» Og hann svór Jákupi tað til og seldi honum sín frumburðarrætt.
Studiere Genesis 25:32-33
5
Genesis 25:26
Síðan kom bróðir hansara út; hann helt um hælin á Esavi; teir nevndu hann Jákup. Ísakur var seksti ára gamal, tá ið hon føddi teir.
Studiere Genesis 25:26
6
Genesis 25:28
Ísakur unnaði Esav, av tí at honum dámdi væl villibráð; men Rebekka unnaði Jákup.
Studiere Genesis 25:28
Home
Bibel
Lesepläne
Videos