YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 79

79
Ein sálmur av Ásafi.
1Í óðal títt, Guð, eru heidnir innfarnir, hava títt heilaga tempul vanhalgað, hava til grótrúgvur umskapað Jorsal. 2Teir líkini av tænarum tínum hava givið til føði hjá himmalsins fuglum, kjøtið av teim heilagu tínum til jarðarinnar villdjór. 3Teir oyst hava út teirra blóð eins og vatn rundan um Jorsals bý, og eingin er, ið tey jarðar. 4Fyri gronnum várum vit eru vorðin til skammar, til spott og til spæ fyri teimum, ið rundan um okkum búgva. 5Hvør leingi, Harri, skal vreiði tín vara, skal yvri tín brenna sum eldur? 6Oys út tína vreiði yvir fólk tey, ið teg ei kenna, yvir kongaríki, ið ikki á navn títt kalla! 7Tí tey hava etið upp Jákup og lagt hans bústað í oyði. 8Rokna ei okkum til fedranna syndir, lat tína miskunn brátt okkum møta, tí vit ógvuliga illa eru farnir! 9Hjálp okkum tú, várar frelsunnar Guð, fyri navns tíns dýrdleika skuld. Bjarga okkum og fyri títt navn fyrigev syndir várar! 10Hví skulu heidnir siga: «Hvar er teirra Guð?» Lat fyri eygum várum heidnar hevndina fáa, fyri tað blóðið teir rendu á tænarum tínum. 11Lat fanganna stynjan koma tær fyri ásjón; sum seg sømir tínum sterka armi, tú loysi út deyðans børn! 12Lat várar grannar fáa sjeyfalt aftur í fang ta háð, sum teir, Harri, teg háðaðu við! 13Men vit, títt fólk og tað fylgið, tú røktar, vit vilja tær allar ævir lova, ætt eftir ætt kunngera títt prís.

Currently Selected:

Sálmarnir 79: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Sálmarnir 79