YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 78

78
1Ein maskil; av Ásafi.
Lýð tú, fólk mítt, á læru mína, gev orðum av munni mínum ljóð! 2Lat meg lata upp munnin í líkingamáli, seta fram gátur úr fornum døgum, 3sum hoyrt vit hava og nomið, sum fedrarnir hava sagt okkum frá, 4sum ikki varð dult av sonum teirra, ið greiddu teirri fylgjandi ætt frá stórmerki Harrans og veldi hans, frá teimum undurverkum, hann gjørdi. 5Hann setti upp eina samtykt í Jákupi, eina lóg hann grundaði í Ísrael, hvar hann beyð fedrum várum at kunngera tað sonum teirra, 6so at ein seinni slekt skuldi um tað vita, og børn, ið seinni vórðu fødd, kundu gera børnum sínum tað kunnigt 7og til Guð seta álit sítt, og ikki gloyma gerningar Guðs, men goyma væl boðorð hans, 8og ikki verða teirra fedrum líkir, ein tvør og ólýðin slekt, hjarta hennar var ikki staðfast, og andi hennar var ikki trúgvur móti Guði. 9Efraims synir vóru bogamenn, ið vendu undan í stríðinum. 10Teir hildu ikki sáttmála Guðs, og lóg hans teir ikki vildu fylgja. 11Gerningar hans teir gloymdu og undur hans, sum hann hevði teimum sýnt. 12Fyri fedrum teirra hann undurverk gjørdi í Egyptalandi, á Zóans mark. 13Hann havið kleyv og læt teir fara ígjøgnum, hann sjógvin læt standa sum ein garð. 14Um dagin hann teir leiddi við skýnum, alla náttina við ljósi av eldi. 15Í oyðimørkini hann klettarnar kleyv, og læt teir drekka av vatnsdjúpum stórum. 16Hann leiddi fram løkir úr fjalli og fekk vatnið at renna oman sum áir. 17Men teir hildu á at synda móti honum, og í oyðimørkini at treiskast móti hinum hægsta. 18Í hjørtum teirra teir freistaðu Guð og kravdu føði eftir teirra tykki. 19Móti Guði teir talaðu og søgdu: «Man Guð kunna reiða í oyðimørk borð? 20Víst sló hann á klettin, so vatnið fleyt, og áir runnu fram. Men man hann eisini kunna geva breyð og lata fólk sítt fáa kjøt?» 21Tí ilskaðist Guð, tá ið hann hetta hoyrdi, tað birtist ein eldur móti Jákupi, og vreiði kom upp móti Ísrael, 22tí at teir ei trúðu á Guð og ei litu á frelsu hans. 23Tá skýggjunum í erva hann beyð, og himmalsins dyr hann læt upp 24og læt regna manna yvir teir niður, hann himmalsins korn teimum gav. 25Einglabreyð fingu menn at eta, hann sendi teimum føðslu til mettu. 26Hann eystanvindin reisti á himli, hann sunnanvindin leiddi í mátti sínum fram. 27Hann læt yvir teir regna við kjøti sum moldrok, við fljúgvandi fuglum sum havsins sandur; 28hann læt teir falla millum tjaldbúðir teirra, íkring um bústað sín. 29Og teir ótu og almettir vórðu, hann gav teimum tað, teimum lysti. 30Men meðan teir enn høvdu matin í munni, 31tá reis móti teimum Guðs vreiði; hann drap teirra máttmiklu menn, og Ísraels ungu sveinar hann feldi.
32Og tó teir hildu á við at synda, og ei teir trúðu á undurverk hans. 33Tá í tómleika hann endaði dagar teirra og í hastiligari ræðslu teirra ár. 34Tá ið hann teir drap, teir til hansara søktu, teir vendu við og spurdu eftir Guði. 35Teir mintust, at Guð var klettur teirra, hin hægsti Guð endurloysari teirra. 36Teir sviku hann við munni teirra, lugu fyri honum við tungu teirra. 37Men hjørtu teirra ei hjá honum vóru føst, móti sáttmála hans teir ei vóru trúgvir. 38Men tó hann miskunnsamur er, synd hann fyrigevur, ikki hann oyðir; vreiði sína hann stillir ferð eftir ferð, heldur aftur við allari ilsku síni. 39Hann minnist, at teir eru kjøt, ein andablástur, ið hvørvur med alla.
40Hvør ofta í oyðimørkini teir vóru honum tvørir, voldu honum harm har úti á heiðum! 41Ferð eftir ferð teir freistaðu Guð og voldu hinum heilaga Ísrael móð. 42Teir mintust ei á hond hans, ei heldur tann dag, hann teim undan fíggindanum slepti. 43Hann, sum í Egyptalandi gjørdi tekin síni, og á Zóans mark undurverk síni, 44skifti áir teirra um til blóð, so at ikki var drekkandi vatnið; 45sendi mýggjabitar at teim, ið ótu teir, og froskar, ið teir oyðiløgdu; 46gav grashoppum avgrøði teirra, og flogkyktum alt heystið teirra; 47drap við heglingi víntrø teirra, morberjatrø teirra við frosti; 48oyddi fenað teirra við sótt og øll teirra neyt við sjúku; 49sendi at teim sína brennandi vreiði, ótokka, móð og grimd, eina sendiferð av ólukkueinglum; 50breyt fyri ilsku síni slóð, spardi ei sálir teirra frá deyða, læt drepsótt taka teirra lív. 51Feldi teir frumgitnu allar í Egyptalandi, mansalvans frumgróður í tjøldum Kams. 52Læt fólk sítt fara avstað sum eitt seyðafylgi, rak tey í oyðimørkum sum eina gongu; 53leiddi tey í trygdum, so tey ei ótta kendu, meðan havið fjaldi fíggindar teirra. 54Førdi tey til sítt heilaga land, tey fjøll, sum hans høgra hond vann; 55rak undan teimum fíggindar teirra, læt jørð teirra falla teimum í lut, og læt í tjøldum teirra ættargreinir Ísraels seta búgv. 56Men tey treiskaðust móti Guði, hinum hægsta, og boðorð hans ikki tey hildu. 57Tey fullu frá og vóru trúleys sum fedrar teirra, sviku eins og veikur bogi. 58Tey harmaðu hann við offurheygum teirra, eggjaðu hann við skurðgudum teirra. 59Guð tað hoyrdi, og vreiður hann gjørdist, og av Ísrael hann deyðleiður var. 60Hann flutti frá bústaði sínum í Silo, tí tjaldi, hann hevði reist millum manna. 61Læt stoltleika sín í fangilsi fara, gav dýrd sína upp í fíggindavald. 62Hann legði sítt fólk fyri svørðið, og ilskaðist inn á arvalut sín, 63tess ungu sveinar át eldurin upp, tess moyggjar fingu ei brúðarkvæði, 64tess prestar fullu fyri svørði, tess einkjur sluppu ikki at gráta. 65Tá vaknaði Harrin sum ein, ið svevur, sum ein kappi, ið er avdrukkin av víni. 66Hann sló fíggindar sínar á bakið og læt teir fáa eina æviga skomm. 67Tó hann vrakaði tjaldbúð Jósefs, Efraims ættargrein hann ikki útvaldi. 68Hann ættargrein Júda sær valdi, Zions fjall, sum hann elskar. 69Hann sín halgidóm bygdi sum tey høgu fjøll, grundaði hann um ævir eins og heimin. 70Hann valdi sær Dávid, tænara sín, og frá seyðarættunum tók hann. 71Læt hann koma frá djórum, ið geva at súgva, til tess Jákup at røkta, sítt fólk, og Ísrael, arvalut sín. 72Hann røktaði tey av reiðuligum hjarta, leiddi tey við vísari hond.

Currently Selected:

Sálmarnir 78: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in