YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 37

37
Av Dávidi.
1Vándum monnum ver tú ei grammur, illgerðarmonnum ber tú ei øvund; 2tí brádliga teir skulu følna sum grasið, svidna sum grønar urtir. 3Lít tú á Harran og ger tað góða, búgv tú í landinum og stunda á trúskap, 4so skalt tú í Harranum hava gleði tína, og hann man tær geva tíni hjartans ynski. 5Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna, 6lata rætt tín koma upp sum ljósið, tína rættferð sum middagskláran. 7Ver tú fyri Harranum stillur og honum bíða, ei øvunda hann, ið hevur eydnuna við sær, tann mann, ið við svikum fer fram. 8Halt teg frá vreiði, lat yvri fara, ilskast ikki, tí harav stendst ilt; 9tí illgerðarmenn skulu oyðast út, meðan teir, ið Harran vænta, skulu fáa landið at arva. 10Um eitt lítið bil eru gudleysir ikki meira, kannar tú um teirra stað, eru teir burtur; 11men spaklyntir fáa landið í ogn, fegnast av ríkari lukku. 12Níðingar ilt í huga móti rættvísum hava og móti teimum bíta á kampi; 13men Harrin at teimum lær, tí hann sær, at teirra dagur kemur. 14Gudleysir svørðið draga og bogan spenna fyri armar og eymar at fella, og drepa teir, sum í rættvísi ganga; 15men svørðið rakar teir sjálvar í hjartað, og bogar teirra sundur bresta. 16Betri er lítið hjá rættvísum manni enn ríkidømi hjá mongum vándum; 17tí vándra manna armar brotnir verða, men Harrin teir rættvísu styðjar. 18Harrin kennir dagatal teirra, ið rættsintir eru, og ognir teirra vara við alla ævi, 19ei teir verða til skammar á eini illari stund, í hungurs døgum teir mettir verða. 20Tí gudleysir ganga til grundar, fíggindar Harrans sum blómuprýði í eingjum teir hvørva, sum roykur teir hvørva. 21Gudleysur lænir og kann ei aftur rinda, rættvísur gávumildur gevur; 22tí teir, ið hann signar, fáa landið í arv, men teir, ið hann bannar, leggjast í oyði. 23Harrin festir mansins stig, og tokka til veg hans hann hevur; 24um hann snávar, hann ikki fellur, tí Harrin heldur fast í hans hond. 25Eg ungur havi verið, eri gamal vorðin, men onga tíð eg sá ein rættvísan uppgivnan, ella børn hansara bidda breyð. 26Allan dagin hann miskunn sýnir og øðrum lænir, og til signing er ætt hansara. 27Vík frá tí illa og ger tað góða, og allar ævir tú búgvandi verður; 28tí Harrin rættvísi elskar, og ei hann svíkur teir heilagu sínar. Ringir ganga til grundar med alla, og vándra manna ætt ruddast út. 29Rættvísir fáa landið at arva og eiga har búgv alla tíð. 30Muður hins rættvísa vísdóm mælir, tað, ið rætt er, hans tunga talar; 31hansara Guðs lóg er honum í hjarta, og aldri sæst høgg á føti. 32Gudleysur eftir rættvísum lúrir og ætlar at taka hann av lívi; 33men Harrin ei gevur hann upp í hans hond og letur hann ei verða sekan dømdan. 34Harranum bíða og varða um veg hans, og hann man teg hevja til tess landið at arva, og síggja tú skalt teir gudleysu undir ganga. 35Eg ein gudleysan sá, ein yvirgangskropp, spelkin sum eitt Libanons sedristræ; 36men tá eg kom har framvið, var hann ikki meira, tá eg leitaði eftir honum, var hann ikki at finna. 37Varða um sakloysi, stunda á rættferð, tí friðarmaður framtíð eigur; 38men illgerðarmenn verða oyddir allir, vándir menn hava onga framtíð. 39Frá Harranum fáa teir rættvísu frelsu, hann er teirra vernd á neyðarstund; 40Harrin teimum hjálpir og teimum bjargar, hann teimum frá gudleysum bjargar og teir frelsir, tí til hansara høvdu teir lít.

Currently Selected:

Sálmarnir 37: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in