YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 36

36
1Til songmeistarans, av Harrans tænara Dávidi. 2Syndarinnar tala til hins gudleysa mælir í hjartans dýpi hans; ei er ótti fyri Guði í hans tonkum. 3Hann uggar seg við teirri vón at vera fjaldur og uttan revsing. 4Orð muns hans eru svik og fals; hann hevur hildið uppat at fara við hógv, at gera gott. 5Um órætt hann hugsar, meðan hann hvílir á legu, hann gongur ta gøtu, ið ikki er góð, tí illa hann ikki havnar. 6Harri, sum himinin er miskunn tín há, trúfesti tín røkkur til skýggja! 7Sum Guðs fjøll er rættvísi tín, dómar tínir sum havdýpið mikla! Menniskjur og djór tú frelsir, Harri! 8Hvør dýrmæt er, Guð, tín miskunn! Undir skugga veingja tína søkja mannabørnini skjól! 9Av fitini í húsi tínum tey verða mett, tú teim gevur at drekka úr tínum yndisløkum; 10tí hjá tær er lívsins kelda, í tínum ljósi vær skoðum ljós! 11Lat miskunn tína vara við fyri teimum, teg kenna; rættvísi tína fyri teimum, ið eru falsleys í hjarta. 12Lat ei hugmóðs fót meg traðka niður, ei hond teirra gudleysu meg reka burt! 13Sí, illgerðarmenninir falnir eru, eru slignir til jarðar og reisast ei aftur meir!

Currently Selected:

Sálmarnir 36: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in