Sálmarnir 23
23
1Ein sálmur av Dávidi. Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni. 2Á grasgóðum fløtum hann letur meg liggja, til hvíldaráir hann leiðir meg. 3Hann sál mína lívgar, fyri navn sítt meg beinir á rætta leið. 4Gangi eg í dimmum dølum, einki ilt eg óttist. Tí tú ert við mær, tín stavur og tín keppur, teir ugga meg.
5Mær borð tú reiðir fyri eygunum á fíggindum mínum. Við smyrsli tú salvar mítt høvur, bikar mítt yvir flýtur. 6Eina góðska og náði mær fylgja allar mínar lívsins dagar. Í Harrans húsi eg dvøljist í endaleysar tíðir.
Currently Selected:
Sálmarnir 23: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society