Sálmarnir 24
24
1Av Dávidi; ein sálmur. Foldin er Harrans og fylli hennar, heimurin og tey, ið heimin byggja. 2Tí hann hevur lagt hennar grundvøll í havið, yvir streymum hann hevur hana fest. 3Hvør torir ganga niðan á fjall Harrans, hvør torir standa á hans heilaga staði? 4Sá, ið sakleysar hevur hendur og hjarta reint, ikki hevur vent sínum huga at lygnum og ikki svør svikara eið. 5Hann skal av Harranum fáa signing og rættlæti frá sínum frelsunnar Guði. 6Slík er tann ætt, ið leitar til Harrans og søkir ásjón Jákups Guðs. Sela. 7Hevjið tykkara høvur, borglið! Reisist tit avgomlu portur, at dýrdarinnar kongur kann koma! 8Hvør er hesin dýrdar kongur? Harrin, veldigur og sterkur, Harrin, sterkur í stríðum. 9Hevjið tykkara høvur, borglið! Reisist tit avgomlu portur, at dýrdarinnar kongur kann koma! 10Hvør er hann, hesin dýrdar kongur? Harri herskaranna. Hann er tað, ið er dýrdar kongur. Sela.
Currently Selected:
Sálmarnir 24: FB
Highlight
Share
Copy
![None](/_next/image?url=https%3A%2F%2Fimageproxy.youversionapi.com%2F58%2Fhttps%3A%2F%2Fweb-assets.youversion.com%2Fapp-icons%2Fen.png&w=128&q=75)
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society